Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 40 - 26. februar 2007 ] Dagsins maður hjá Kyndli sun­­nu­­dag­­in var uttan iva Jan­­us Einar Sørensen. Hó­ast hann ikki vildi gera so stóran háva burt­ur úr sín­um avriki eft­ir dystin, so dul­di hann ikki fyri, at tað í lø­t­­u­­ni gongur væl hjá Kynd­li. Einum liði, sum mong nú síggja sum ein av fa­­vor­­i­t­t­un­­um til at vin­na FM-fin­al­una. Eisini hó­ast lið­ið enn ik­ki hevur spælt seg í hana. - Tað er so avgjørt tað, sum vit fara eftir, og tað hev­ur gingið væl seinastu tíð­ina. Hóast alt sjálvandi kann betrast, so hava vit ver­ið rættiliga stabilir í enda­spæl­in­um. Síðani vit taptu fyrs­ta dystin í hesum, hava vit ikki tapt, og formkurvan hev­ur avgjørt eisini vent ræt­ta vegin, sigur Janus Ein­ar sjálvur. Um orsøkin til hetta held­ur Janus Einar, at tað í stór­ an mun er hátturin, sum spæla­r­ar­nir saman við ven­ja­ra­num hava duga at tackla støð­una. - Fyrst og fremst, so hava vit duga væl at tikið eina upp­gá­vu ísenn. Hóast tað bert eru tríggir dystir eftir av endaspælinum, so kennis het­ta nærum sum eitt ma­ra­th­on, tí einki lið kann kenna seg trygt. Tað hevur kanska ei­si­ni gjørt, at vit ikki hava tor­að at hgusa ov langt fram, men heldur hava tikið hvør­ja uppgávu sær. - Og við góðu úrslitunum hal­di eg eisini, at sjálvsálitið er komið. Sjálvur ivist eg so ikki í, at tá vit spæla okk­ara besta, eru vit besta lið í land­in­ um. Sjálvandi skal ein og hvør spælari siga tað, men tað er veruliga kensl­an, sum vit nú hava. Og við hesum kemur eisini yvir­ skot­ið at vísa og siga hin­ um liðum, at vit eru best­ir. Og skal eg vera heilt er­lig­ ur, so haldi eg eisini, at tann parturin ofta hevur fing­ið mótstøðuna at øtast eitt sindur. - Eisini tí vit hava eitt gott lið. Vit hava royndar spæl­ar­ar, sum kunnu taka ábyrgd, og vit hava fleiri ung­ar spælarar, sum veru­li­ ga hava ment seg, tí venjarin sýn­ir teimum álit, sigur Jan­us Einar. Men enn vilja hvørki hann ella Kyndil taka nakað fy­ri givið. Munurin aftur til triða plássið er bara ein dyst­ur, og tí eru ráðini ikki at tapa nakað sum helst. Ser­stak­li­ga ikki í teimum báð­um komandi dystunum, sum eru móti júst nummar trý og fýra á talvuni. -mørk Efitr trý tap á rað í landskappingini, helst StÍF fast í finaluvónini, tá teir vunnu útidystin móti H71 Manshondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tykist, sum hava hoy­ vík­ing­ar givið upp alla vón um at fáa sær nøkur líkinda úr­slit nú móti kapp­ing­ar­en­ da. Í endaspælinum er liðið stútt og støðugt dalað á talv­ uni, har teir nú eru púrasta av­byrg­dir í botninum. Tí var høvið tað rætta, tá StÍF skuldi hava sína skútu á beint. Steypavinnararnir høv­du annars tapt tríggjar land­s­kapp­ing­ar­dystir á rað, so­leið­is at Kyndil nú var far­ ið fram við í stríðnum um at røkka øðrum fin­al­u­pláss­ in­um. Sunnudagin var talan kans­ka ikki um besta StÍF- av­rik­ið á árinum, men lon­ gu fyri steðgin stóð greitt, at hetta kortini skuldi verða nóg mikið. Uttan at teir na­k­ ran tíð veruliga toppaðu, megna­ðu gestirnir at byggja sær eina hampuliga leiðslu, sum teir ongan tíð tóktust ha­va ætlanir at sleppa. Fyrstu løtuna eftir steðgin varð leiðslan økt upp í seks mál, og restina av dystinum tók­ tist spurningurin bara ve­ra, hvussu nógv mál sig­ ur­in skuldi gerast. Nærri enn fýra málum komu hoy­ vík­ing­ar­n­ir ongantíð, og tí kun­du teir illa mótmæla stór­ veg­is móti tølunum, tá dóm­ ar­arar­nir høvdu bríks­ lað seinasta bríkslið. Dráttur vann brakið um Vágoynna ímóti SÍ í meistaradeildini hjá kvinnum. Við sigrinum hava tær tikið eitt stórt fet nærri bron­su­heið­urs­ merkjunum, meðan SÍ tapti eitt týðandi fet í oddastríðnum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Um SÍ vann dystin ímóti Drát­ti, so kundu tær leggja seg eitt stig fram um ÍF í odd­in­um, og harvið seta seg á oddasessin í meis­ta­ra­ deild­ini hjá kvinnum. Tað var eisini liðið úr Sørvágu, sum fekk betru byrjanina uppá dystin. Tær spælfu se­ra gott og fjølbroytt í fyrs­ ta setti, og Dráttur fekk ikki fót­ in fyri seg í hesum. Munurin millum liðini ba­ra vaks, og at enda var slett eingin ivi um, at SÍ fór at vinna fyrsta sett. SÍ vann ei­si­ni hetta settið 25-13, og so­statt høvdu tær fingið ei­na dreymabyrjan í týd­n­ ing­ar­mikla dystinum. Dráttur vendi dystinum Í øðrum setti var tó vent í hol­uni. Nú vóru kvinnurnar hjá Drátti vaknaðar, og tær løg­du seg eisini á odda tíð­li­ ga í hesum settinum. So við og við øktu tær nakað um mun­in, og hesa leiðslu megn­aðu tær at halda allan veg­in. Dráttur vann nevni­li­ ga annað sett 25-18, og so­statt var aftur javnstøða í. Í triðja setti var gongdin á leið tann sama, sum í øð­r­ um. Dráttur vann seg aftur nak­að fram um SÍ tíðliga í sett­in­um, og spakuliga øktu tær um leiðsluna. Heldur ikki hesaferð hevði SÍ kreft­ ir­nar at svara aftur, so Drátt­ ur vann eisini hetta settið 25-17. Mistu oddasessin Dráttur hevði nú rættiliga fing­ið gongd á sítt spæl nú, og eisini í triðja setti settu tær seg á dystin. Dráttur legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og so við og við gjørd­ist greitt, at SÍ hevði upp­giv­ið sigurin. Leiðslan hjá Drátti bara vaks og vaks, og henda dagin kundi SÍ einki gera við Drátt. Drátt­ur vann eisini fjórða sett 25-16, og so høvdu tær tryggj­að sær sigurin ímóti gran­n­un­um úr Sørvági. Við sigrinum heldur Drátt­ur fast um triðja pláss­ ið, men nú er munurin upp til oddaliðið bert tvey stig. Tó skal leggjast afturat, at Drátt­ur hevur spælt ein dyst flei­ri. Hjá SÍ kom ósigurin illa við. Høvdu tær vunnið dyst­ in, so høvdu tær lagt seg á odda í meistaradeildini hjá kvinn­um, men nú eru tær enn eitt stig aftanfyri ÍF. Enn sum áður líkist tað tó ein­um gullbraki, tá júst ÍF er mótstøðuliðið í seinasta dyst­in­um. Fram tók bronsuna Undan brakinum um Havnina millum Fleyr og Fram í meistaradeildini hjá monnum var Fram fýra stig frammanfyri Fleyr við bert tveimum dystum eftir at leika. Fleyr megnaði tó ikki at halda fast um bronsumøguleikan.. Fram vann dystin 3-1 við settúrslitunum 15-25, 25-20, 23-25, 21-25. KÍF fór fram við TB Undan dystinum í Trongisvági sunnudagin millum bestu kvinnuliðini hjá TB og KÍF í flogbólti lógu liðini jøvn í stigum á fjórða plássi. KÍF hevur tó havt betri gongdina seinastu tíðina. Og tær megnaðu eisini at halda fast um hetta við einum 3-1 sigri. Settúrslitini vóru 21-25, 19-25, 26-24, 23-25. Við sigrinum eru tær nú farnar fram við TB á stigatalvuni, og nú er KÍF einsamalt á fjórða plássi. Vit trúgva upp á gullið Mynd: Janus Einar H71-StÍF 21-26 (12-16): StÍF aftur á beint Sveinur Justinussen er spakuliga við at spæla seg í dystarvenjing, og hann kann vera trumfurin, sum fær StÍF seinasta pettið móti finaluni Mynd: Álvur SÍ-Dráttur 1-3 (25-13, 18-25, 17-25, 16-25): Dráttur vann slagið um Vágoynna H71-StÍF 21-26 (12-16) Málskjúttar H71: Niels Viggo Niclassen 4(1), Janus Sørensen 3, Bjarni Sørensen 3, Tróndur Vatnhamar 3,t Freddy Poulsen 3, Poul Kjartan Dam 2, Esbern Patursson 2(1), Gunnar Bláberg 1 StÍF: Sveinur Justinussen 5, Finnur Hansson 5, Leivur Justinus­ sen 5(4), André F. Danielsen 4, Bárður Danielsen 3, Borgar Dan­iel­sen 2, Terji Poulsen 1, Mortan Hansen 1 Brotskøst: H71 4, StÍF 4 Útvísingar: H71 6, StÍF 5 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA