Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 40 - 26. februar 2007 ] Bókhalds- og roknskaparfólk til P/F Statoil Føroyar Søkt verður eftir fólki við bókhalds- og roknskaparførleika til støðroknskapardeildina hjá P/F Statoil Føroyar í Tórshavn. Talan er um eitt avloysarastarv í fyribils 6 mánaðir. Støðroknskapardeildin hevur sum endamál at veita roknskapartilfar til leiðslu og støðleiðarar, umframt at gera umsitingarligar uppgávur fyri støðirnar. Starvið Arbeiðið fevnir um: • Alt vanligt bókhaldsarbeiði • Ymiskar uppgerðir • At veita hjálp til gerð av roknskapum Vit bjóða Tann ið settur verður, kemur at vera ein partur av toyminum á støðroknskapardeildi- ni. Vit kunnu bjóða eitt starv í einum dynamiskum og mennandi umhvørvi. Lønin verður ásett sambært avtalu. Førleiki Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og sum sær týdningin av at veita eina góða tænastu til teir áhugabólkar, ið eru knýttir at støðroknskapardeildini. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving hava fyrimun. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Boga P. Nielsen roknskaparleiðara fyri Statoil-støðirnar á tlf. 343500. Umsóknarfreistin er 28. februar. Umsóknin skal sendast til: P/F Statoil Føroyar Fíggjardeildin Vestara Bryggja 2 Postboks 3098 FO 110 Tórshavn Endamálið hjá Statoil Føroyum er at veita brúkarum í Føroyum oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða um 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og um- hvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum okkara. Av fýra møguligum hevur StÍF havt tey trý við sær heim, tá tær hava vitjað í Vági í ár Kvinnuhondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo VB-kvinnurnar kunnu helst fyrst og fremst takka sær sjálv­um fyri, at tær ikki fingu fulla úrtøku, tá tær høvdu vitjan av StÍF sunnu­ dagin. Hóast dysturin er av teim­ um meira týdningarleysu, um hugsað verður um skip­ anina av kappingini, so hevði VB ivaleyst ætlað sær bæði stigini. Eisini hóast liðið enn eina ferð mátti vera Daivu Toumaite fyri­ uttan, nú hon tykist hugsa mest um at vera til reiðar, tá hálvfinalurnar skulu spæl­ ast. StÍF mest sum vissaði sær sætið í hálvfinaluni, tá tær fyri viku síðani spældu javnt í útidystinum móti Kyndli, men fyri tað høvdu tær als ikki í hyggju at slappa av í Vági. Frá fyrsta bríksli stríddust tær fyri sín­ um møguleika, og tað gav eisini at bíta hjá heima­lið­ num, sum eftir strævnan úti­ dyst í Klaksvík ikki tóktist hava yvirskotið at toga seg leyst. Gongdin eftir steðgin var tann sama, men við einum tíggju minuttum eftir tóktist VB tó hava tikið avgerandi fetið móti sigrinum. Trý mál á rað skaptu eitt glopp, og tó at StÍF royndi at svara aftur, so gekst illa. Seianstu fýra minuttirnar stóð tó púr­ asta fast hjá VB. Við einum spælara í undirtali eydnaðist tó at fáa brotskast, sum kundi avgjørt dystin, men tik­­ið varð ikki av, og so kundi StÍF stjala annað stig­ ið, tá tær javnaðu í seinastu løtu. Kanska eitt týdningarleyst stig á tann hátt, at hetta ikki broytir nakra raðfylgju. Men hetta staðfesti í øllum førum veruleikan, at tað verður StÍF, sum skal spæla hálvfinalu móti Stjøruni, tá millumspælið hjá kvinnun­ um er av. VB-StÍF 25-25 (15-14): StÍF trívist í Vági VB-StÍF 25-25 (15-14) Málskjúttar VB: Ivana Ljubicic 6(2), Rannvá Johannesen 4, Laila Jespersen 4, Maja Sølvsten 3, Bára Mortensen 2, Theresa Joensen 2, Una Egilsdóttir 2, Svava Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1 StÍF: Ninna K. Johansen 6, Rebekka Justinussen 5(2), Malan Petersen 4, Ásgerð Káradóttir 3, Ata Gregersen 3, Guðrun Danielsen 2, Bára B. Danielsen 2 Brotskøst: VB 3, StÍF 3 Útvísingar: VB 4, StÍF 2 FAKTA Hóast KÍF var um at missa takið, so eydn­ aðist teimum við trim­ um sekundum eftir at skjóta avgerandi málið móti VÍF. Og nú er finalusessurin hjá vestmenningum als ikki so vísur longur Manshondbóltur Jákup Mørk Størsta partin av endaspæl­ inum hevur spurningurin bara verið, hvør skuldi fylgja VÍF í FM-finaluna. Vest­menningar hava støðugt hildið sær á oddaessinum í deildini, og við einum sigri á KÍF høvdu teir møguleikan til mest sum at sementera oddasessin. Hóttu við sorli Úrslitið stafðestir, at hetta ikki eydnaðist hjá VÍF. Og tað er freistandi at siga, so langt ífrá. Kollfirðingar vóru nevn­ liga alla tíðna grammara lið­ ið sunnudagin. VÍF fekk kanska betri byrjanina, men so tóku gestirnir yvir. Sum ikki eina ferð var Damir Oros framúr væl upplagdur, og líkamikið, hvussu vertir­ nir royndu, so eydnaðist ikki at seta skotsterkasta spæl­aran í landinum út av spæl­inum. Og tá Óla Kristian Djur­ huus í málinum so eisini hevði ein av sínum heilt góðu døgum, stóð av álvara á hjá VÍF. Sum minuttirnir gingu eftir steðgin, so bendi alt eisini á veruligan stórsigur til gestirnar. Spakuliga toygdu teir leiðsluna alt meira, og hóast time-out varð tikið av VÍF-beinkin­ um, so gjørdist leiðslan eitt skifti heili seks mál. Trý sekund eftir Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki fekk VÍF tó fatur um endan. Damir Oros noyddist av vøllinum eina løtu, og hetta ørkymlaði kollfirð­ing­ um nakað. Munurin mink­ aði støðugt, og bara fimtan sekund undan dystarloki komu vertirnir upp á javn­ leikin. Kollfirðingar vóru tó ikki lidnir, og við seinasta skotin­ um í dystinum sendi Gert Hansen eitt undirhondsskot avstað. Bólturin smeyg sær í meskarnar, og so var fagn­ aðurin ovurstórur. KÍF er enn við í stríðnum um finalu­pláss, men vestmenn­ ing­ar skulu nú til at ansa sær heilt væl, um teir ikki skulu missa sessin. VÍF-KÍF 26-27 (12-16): Finalusessurin í vanda Elektrikkarar Vit sóknast eftir elektrikkarum til arbeiði í Føroyum, sum kunnu byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: • el-innleggingar umborð á skipum • el-innleggingar í bygningar á landi • talvur • stýringar • o.a. Vit vænta at tú hevur: • úbúgvin sum elektrikkari • evni at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Tú kann rokna við at skula arbeiða uttanlands í styttri tíðarskeið. Løn sambært avtalu. Áhugaði kunnu venda seg til El-Service á telefon 47 19 00. Á El-Service arbeiða uml. 40 fólk, tey flestu hava el- og maskinútbúgving. Vit arbeiða við fram- leiðslu, innstallatión, eldsløkkiútgerð og offshore. Størsti parturin av okkara veitanum og framleiðslu fer til útflutnings. Vit leggja stóran dent á góðsku og eru ISO-9001 góðkent. FO-480 Skála · Faroe Islands · www.el-service.fo Tlf. 47 19 00 · Fax. 47 19 01 · el-service@el-service.fo VÍF-KÍF 26-27 (12-16) Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 5, Harald Bjørgvin 5, Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 4, Áki G. Olsen 3, Sjúrður Poulsen 3, John Zachariassen 1, Regin Joensen 1 KÍF: Damir Oros 11(2), Daniel Rapa 6, Gert Hansen 5, Rógvi Weihe 2, Teitur Joensen 1, Niklas Reginsson 11, Finn Heri Johannesen 1 Brotskøst: VÍF 1, KÍF 3 Útvísingar: VÍF 7, KÍF 3 Diskvalifikatiónir: VÍF 1 (3X21 minuttir) Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum FAKTA