mánadagur 26. februar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 40 - 26. februar 2007 ]
Søkt verður eftir
• einum pedagogi til Barnagarðin við Kráir í Hvalvík
– vøggu stovan - 30 t/v. ella eftir nærri avtalu
• einum pedagogi til Dagstovnin við Stórheygg
í Hósvík, 30 t/v
at byrja 1.mars 2007 ella eftir nærri avtalu.
Vit ynskja, at tú hevur
- hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
fyri børnunum
- virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim
vaksnu
- hug til at skapa og seta dám á dagstovnin
- góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða
- eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri
ymiskleika
- ein stovn í er í støðugari menning
- eitt arbeiðspláss, har tú kemur at hava ávirkan
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
• Barnagarðin við Kráir: Nancy Poulsen, leiðara, á tlf.
772021 ella 422717
• Dagstovnin við Stórheygg: Honnu Thøgersen, leiðara, á
tlf. 772020 ella 472020
Umsóknir við avritum av prógvi v.m. skulu sendast til
Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
ella við telduposti til: sunda@sunda.fo
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 28. februar 2007
Í Sunda kommunu eru tríggir dagstovnar: á Oyrarbakka, í Hvalvík og í Hósvík. Barnagarðurin við Kráir hevur pláss fyri 60
børnum, og har starvast í løtuni 13 fólk. Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík hevur pláss fyri 58 børnum, og har eru í løtuni
11 starvsfólk. Leiðararnir á teimum trimum sagstovnunum hava eitt gott og tætt samstarv í samráð við kommununa.
Tveir pedagogar søkjast
sansir.fo
Didir Drogba var
maðurin, sum við
tveimum málum søkti
Arsenal. Men Carling
Cup finalan verður
eins nógv mint fyri
tríggjar útvísingar og
ein ógvusligan
tilburð, sum sendi
John Terry á
sjúkrahús
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast Arsenal legði best
fyri, var tað Chelsea, ið
vann Carling Cup steypafin
aluna, men sigurin var dýrt
vunnin. Liðskiparin John
Terry varð borin av vøllin
um uttan vit.
Arsenal legði seg á odda
við máli frá Theo Walcott
tíðliga í dystinum, men
Chelsea og Drogba vildu tó
ikki
gevast.
Ivorianarin
fekk skjótt javnvág í rokn
skapin, og við seks minutt
um eftir av vanligu leiktíðini
var hann eisini maðurin,
sum avgjørdi dystin.
Dramatikkur
og óhugni
Tað eru tó tvær hendingar,
sum verða hangandi í minni
num, tá tosað verður um
dystin.
Fyrra av hesum var, tá
Chelsea-liðskiparin,
John
Terry, tíðliga í sienna hálv
leiki kom heilt illa fyri. Eft
ir hornaspark tveitti Terry
seg fram í royndini at stúta
bóltin,
men
samstundis
royndi Diabi at flukta bóltin
burtur. Úrslitið gjørdist eitt
ógvusligt spark í høvdið á
Terry, sum púrasta lívleysur
small niður. Við iltmasku
og kraga varð hann fluttur í
sjúkrabil, og mong mundu
draga andan lættari, tá tað
seinni um kvøldið hoyrdir,
at hann – tveir tímar seink
aður – kortini fann vegin
fram til Chelsea-veitsluna.
Og so gjørdist endin av
dystinum annars rokmikil.
Steðgurin eftir Terry-til
burðin var langur, og tí vór
ðu ikki færri enn 12 minuttir
lagdir afturat vanligu leik
tíðini. Í hesi fingu ikki færri
enn tríggir spælarar reytt
kort, eftir at Kolo Touré og
Jon Obi Michel komu til
ilnar. Endin varð, at teir báð
ir saman við Adebayor hjá
Arsenal vórðu riknir av vøl
li, og tað kundi eingin teirra
mótmæla nakað serligt.
Føroyskur tónleikur í AaB
Danska fótbóltsfelagið AaB hevur ein tónleikabólk á liðnum hjá sær, og tveir av
tónleikarunum eru føroyingar. Bæði Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen duga at spæla
ljóðføri, og teir manna AaB Band saman við nøkrum liðfeløgum. Um vikuskiftið
spældi AaB Band í sambandi við avslutningin hjá AaB á venjingarleguni á Kypros.
Heimasíðan hjá AaB skrivar, at tað var bæði brasilskt samba og føroyskur solosangur
á skránni. Føroyska sanginum stóð Súni Olsen fyri.
Inter hevur beina kós
Italska felagið Inter vann sín 17. sigur á rað í bestu italsku fótbóltsdeildini, tá ið liðið
spældi ímóti Catania um vikuskiftið. Dysturin endaði við 5-2 sigri til Inter. Hvørja ferð
Inter vinnur, er tað nýtt met, og felagið er eisini langt fremst í italsku Seriu A. Hóast
sigursgongdina er tað ikki vist, at venjarin Robert Mancini vil leingja sáttmálan við
felagið, og sambært italskum miðlum skal avloysarin so verða svenski Sven-Gøran
Eriksson.
Dramatiskur Chelsea-sigur
Rættiligt rok kom í grindina seinastu løtuna. Endin varð, at
tríggir spælarar vórðu riknir av vøllinum, men Chelsea stóð
enn eftir við steypinum
Mynd: Scanpix
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Stjørnan
7
7
-
0
-
0
383
295
88
20
2 Neistin
7
5
-
0
-
2
395
336
59
17
3 VB
8
3
-
1
-
4
395
395
0
11
4 StÍF
7
1
-
2
-
4
326
408
-82
6
5 Kyndil
7
0
-
1
-
6
340
405
-65
3
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
7
3
-
1
-
3
518
475
43
16
2 Kyndil
7
5
-
1
-
1
500
470
30
15
3 StÍF
7
3
-
0
-
4
458
453
5
13
4 KÍF
7
4
-
2
-
1
451
467
-16
13
5 Neistin
7
2
-
1
-
4
509
496
13
11
6 H71
7
1
-
1
-
5
459
534
-75
6
Flogbóltsstøður
Meistaradeild kvinnur
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
17
12
-
5
42
30
12
17
2 SÍ
17
11
-
6
39
28
11
16
3 Dráttur
18
11
-
7
42
34
8
115
4 KÍF
18
7
-
11
35
38
-3
12
5 TB
17
8
-
9
32
29
3
10
6 Mjølnir
17
3
-
14
15
46
-31
2
Meistaradeild menn
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
14
12
-
2
38
16
22
17
2 Mjølnir
14
10
-
4
33
21
12
14
3 Fram
15
8
-
7
30
30
0
12
4 Fleyr
115
4
-
111
21
37
-16
6
5 SÍ
14
2
-
12
21
39
-18
3