Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 40 - 26. februar 2007 tíðindi Tjóðpallur Føroya venur í hesum døgum av øllum alvi á gamla Meiarínum í Havn. Tað er leikurin Náttar­ herbergið eftir russ­ iska proletar­høv­und­ in Maxim Gorkij, ið er á skránni. Høvuðs­ evnið í leikinum eru tey niðastu í samfelag­ num og lagnur teirra Sjónleikur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin Myndir: Jens Kr. Vang At koma inn á gamla Meia­ ríið í hesum døgum, er sum at koma aftur í gamla Russ­ land. Fátøk kroysa er sett upp við seks koyggju­ sengrum, ússaligum borði og ótøttum hurðum, ið grenja, hvørja ferð tær fara upp og aftur. Kring borðið er eitt pokerspæl í gongd. Leikararnir eru klæddir í fátæksligar og ússaligar kloddar, men hýrurin er góður. Onkur hevur hug at stúgva kortini dekan og væl upp í ermuna, men hetta fer ikki ósæð aftur við borði­ num, og so kemur rok í. Jú, sjónleikurin, ið Tjóð­ pallur Føroya er í gongd við í løtuni sær sera spenn­ andi út. Tey hava arbeitt við leikinum síðani fyrsta desembur í fjør, og nú er alt so smátt við at koma upp á pláss til frumframsýningina mikudagin. Forkvinnan í Tjóð­palli Føroya, Jenny C. Petersen, frøðist um at sleppa at spæla henda leik. - Hetta er ein veruligur klass­ikari og ein góður leikur at sleppa at spæla. Søg­urnar og persónarnir eru tað týdningarmiklasta, so hetta er bæði spennandi og mennandi fyri sjónleik­ ararnar at royna, sigur Jenny C. Petersen. Seta sjóneykuna á botnin í samfelagnum Leikurin fer fram á einum russiskum náttarherbergi í 1902. Har hittast tey, ið eru niðast í samfelagnum; drank­­ararnir, rúsevnismis­ nýt­­ararnir, tey fátæku, og tey har ongin vón er fyri. Hóast leikurin er skrivaður fyri so langari tíð síðani, og hann enntá hevur verið upp­ settur í Føroyum einaferð fyrr av Havnar Sjón­leikara­ felag í 1950unum sum Úr Sugguni, heldur Tjóðpallur Føroya, at leikurin altíð fer at hava týdning, tí evnið er so alheimskent. - Vit hava øll hesi menn­ iskju. Eisini her í Føroyum. Tey hava altíð verið til og fara altíð at verða til. Heldur enn at venda blinda eyga til og lata sum um, at alt er so perfekt, so áttu vit at sett sjón­eykuna á hetta evnið, sigur Jenny C. Petersen. Hóast alt kann tykjast dapurt og myrkt í sjónleikin­ um, so verður eisini onkutíð víst á vónina. Millum annað í einum broti av leikinum finna tvær syndarligar lagnur sam­an í vón um, at tey kunnu sleppa burturúr vesa­ ligu tilveruni. Jenny sigur, at eisini her vísur sjónleikurin á nakað alheimskent. - Fyri okkum kann tað tykj­ast sum um, at hesi niðastu í samfelagnum onki annað hava at liva fyri uttan næsta rúsin, men tey hava eisini eins og øll vit onnur vónir og dreymar um eina betri framtíð, sigur Jenny C. Petersen. Tann beiski veruleikin Tað er russiski Maxim Gorkij, ið hevur skrivað leikin. Maxim gjørdist for­ eldraleysur sum átta ára gamal, og livdi eitt sera fátækrasligt lív saman við ommuni og abbanum. Einasta gleðin hann hevði í sínum vaksna lívið var fløsk­an, og hann royndi enn­ tá at taka lívið av sær sjálv­ um. Eftir hetta hálsaði hann um, og gjørdist hóast sera lítla skúlagongd ein víða­ gitin blaðmaður og rithøv­ undur. Eyðkenni hjá Maxim var, at hann skrivaði um veruleikan, sum hann var, líkamikið hvussu barskur hann var. Hann royndi ikki at gera umberingar fyri menn­iskjalagnurnar hann hitti, men royndi hinuvegin at lýsa tær uttan glansi­ myndina og lívslygnina, so tað er ikki heilt av tilvild, at Maxim Gorkij er kendur sum heimsins størsti prole­ tar­høvundur. Tað er Ria Tórgarð, ið hevur týtt Náttarherbergið úr donskum. Leikstjórnað hevur Kristina S. Hansen, og tað eru David Geyti og Símun Pauli Hansen, ið hava gjørt ta framúr­skarandi pallmyndina. Gjørt teir vøkru búnanar hevur Katrin Bonde, og tað eru Árni Baldvinsson og Kim Hansen, ið taka sær av ávikavíst ljóssetan og tón­ leikinum. Upptøkur og ljóð­ mynd hevur Jón McBirnie tikið sær av, og hár og smyrsl tekur Marjun Olsen sær av. Hóast tað eru heili fjúrtan leiklutir, so deilast bara sjey sjónleikarar um teir. Tað eru Bárður Persson, Ria Tórgarð, Súsanna Tór­ garð, Hans Tórgarð, Birita Mohr og Hjálmar Dam, ið leika við í sjónleikinum. Umframt hesar kendu sjónleikarar, so er ein nýggj dama at finna í sjónleik­ara­ høpinum hesuferð. Tað er Barbara Christophersen, ið lesur til sjónleikara, og er í starvsvenjing á Tjóðpalli Før­oya. Frumframsýning verð­ur mikudagin, og tað er av­markað nøgd av sýn­ing­ um. Hildið verður upp at at spæla 18. mars. Nógv virksemi er á sjónleikarpallunum í Havn í hesum døgum. Í Sjónleikarhúsinum leggja tey nú síðstu hond á venjingarnar til leikin Survivors, sum Egi Dam leikstjórnar. Leikurin verður frumsýndur leygardagin 10. mars 2007 Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Seks fólk eru farin á leiðsluskeið á einari oyggj í Før­oyum. Allir lut­takarar hava sína egnu grund til at fara á skeiðið, og summi hava meira at missa enn onnur, megna tey ikki at gjøgnumføra hesa Robinsonlíknandi misjónina. Skeiðið verður fyriskipað av tveim­um monn­um, sum ikki hava neyðugu menniskjansligu førleik­ arnar at stíla fyri slíkum skeiði. Ótilvitað seta teir gongd á eina process, sum teir missa tamar­ hald­ið á. Og skjótt snýr skeiðið seg ikki longur um persónliga leiðslu­­menn­ing, men er heldur eitt óvæntað intermezzo, ið fær hvønn einstakan lutt akara at seta spurnartekin við sín leiklut, bæði á oynni í mun til hinar lutt ak­ar­ arnar, men eisini í lívinum sum heild. Steðgurin á oynni gerst tí ein spurningur um at yvirliva, bæði ítøkilig og í flutt ari merk­ ing. Hetta er í stuttum søgugongdin í leikinum Survivors, sum Havnar Sjónleikarfelag er farið undir at venja. Bólkatrýst og psykosa Sjangran er realisma, og kann leikurin sammetast við Robinson og aðrar líknandi realitysendingar, ið hava verið og er nógv at síggja í løtuni. Evnið, sum verða við­ gjørd í leikinum, eru eitt nú happ­ ing, ið fer ov langt. Harumframt setur leikurin fokus á bólka­massa­ psykosuna sum fyribrigdi – hvussu ber tað til, at vanlig menn­ iskju lata seg tøla, soleiðis at tey, sum ein hópur, lata seg føra inn í eina ódámliga verð, ið ikki er í samsvari við tað, sum tey vita er rætt? Leikurin er skrivaður av danska rithøvundanum Kammu Ander­ sen, og er hann umleið ein tíma til longd­ar. Leikstjóri er Egi Dam, og verður hann frumsýndur í Sjónleikarhúsinum leygardagin 10. mars 2007. Sjóneyka sett á botnin í samfelagnum At yvirliva ein Robinson Tað eru David Geyti og Símun Pauli Hansen, ið hava gjørt ta framúrskarandi pallmyndina Á Náttarherberginum drekka og spæla tey lívið burtur