Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2007 29 tíðindi Eldur í húsum í vestur­ býnum í Havn Stutt fyri kl. 10 í gjára­ morgunin kom fráboðan til alarmsentralin um, at eldur var komin í eini hús á Vilhelmstrø í Havn. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og gjørdi og fekk tamarhald á eldinum. Boðini um eldin komu frá fólki í grannalagnum, ið varðnaðust eldin. Av løg­reglustøðini í Havn verður sagt, at eldur var komin í við ein kaminu ella ein brenniovn, har kynt var upp. Smávegis skaði var komin rundan um kaminuna, men eld­ urin varð sløktur skjótt eftir. Eingin fólkaskaðið stóðst av eldinum. Leygarkvøldið verður høvið at hoyra 3 av okkara fremstu tónleikabólkum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo The Dreams, Boys in a Band og Marius spæla leyg­ ar­kvøldið 3. mars í Ment­ anarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru bólkarnir, ið skipa fyri konsertini í samstarvi við Føroya Undirhalds Tón­ leikarafelag. The Dreams verða flognir heim við Atlantic Airways til kvøldið í Mentanar­húsi­ nun, har teir fara at spæla upp til orkumikla punk kon­ sert. Stjørnuskotini í Boys In A Band, ið júst hava otað seg upp á ovastu rók á 15 teim bestu, fara somuleiðis at framføra teirra sannfør­ andi kovboy rock, ið á planet awards gjørdi bólkin til besta nýggja bólk í Før­ oyum. Garvaðu garparnir og GBOB vinnarnarnir í 2005, Marius, hava spælt tað stóra seinastu tíðina. Men fara leyg­arkvøldið at borðreiða við sínum eyðkenda, sveim­ andi, progressiva popp/ rokki. Áðrenn, millum og aftaná framførslurnar leggur DJ Knýtil eitt eksplosivt úrval av lurti- og dansivinarligum tónleiki undir geiðslan. Bussar koyra til tiltakið, og mælt verður til at áhug­ að ringja í góðari tíð. Havn tlf nr: 595959 Klaksvík og Eysturoy tlf nr: 505220 Nýggi rot-tangabil­ urin hjá Tórshavnar kommunu skuldi tryggja borgarunum betri tænastu, men hugurin hjá komm­ ununi at veita hesa tænastu var ov stórur. Tey fingu ikki bíða, til bilurin var lógliga skrásettur, og úrslitið var at pláturnar vórðu kliptar Ferðsla Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í síðsta vikuskifti klipti løg­ reglan nummarpláturnar av Hummer limousinuni hjá byin.fo. Hósdagin fekk nýggi rottangabilurin hjá Tórs­­havnar kommunu somu lagnu. Hóast nógv hevur verið frammi í miðlunm um nýtslu av bilum, ið ikki eru skrásettir í Føroyum, sigur Boði Haraldson býarverk­ frøðingur, at talan er um ein “tankatosk” og eitt mistak, tá bilurin hjá Tórshavnar kommunu varð nýttur, hóast skrásetingin í Før­oy­ um ikki var avgreidd. Boði greiður frá, at pappírs­ arbeiðið fríggjamorgunin var avgreitt, og bilurin hev­ ur fingið føroyskar nummar­ plátur. Boði veit einki um, at mál­­ið fær nakrar víðari av­leið­ingar fyri komm­un­ una. Nýggi Volvo rot-tanga­ bilurin er eitt sonevnt av­ vatn­ingsannlegg við 10.500 litur tang. Talan er um ein bil við nýggjastu og mest framkomnu tøknini inn­an amboð av slíkum slagi. Kommunan segði við Sosialin í seinastu viku, at bilurin fór at lætta um ar­ beiðsgongdirnar og tryggja, at borgararnir fingu betri tænastu. Føroya tyngsti tungmálmsbólkur gevur í dag fløguna Pandemonium út, eina fløgu, ið føroyski tónleikaheimurin hevur bíða eftir í spenningi. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Trý ár eftir at tungmálms­ bólkurin Sic fyrstu ferð fór í venjingarhølið, er fyrsta fløgan Pandemonium í dag komin á marknaðin. Talan er um eina fløgu, ið bólkurin sjálvur ætlar skal gerast ein vari, í føroyskum tónleiki. Í sambandi við útgávuna verður í kvøld útgávuveitsla á REX. Har verður høvi at provokera sansirnar við eini heildaruppliving av SIC. Sjón og hoyrn fáa av at vita, og okkurt smávegis verður eisini til smakkisansin. Bólkurin sigur sjálvur, at nýggja útgávan skal altjóða­ gera SIC, og hetta tykist ikki heilt burturvið. Tí longu áðrenn útgávan er vorð­in veruleiki, hava fleiri útlendskar málmsút­varps­ støðir víst henni stóran áhuga. M.a. var Sic herfyri at hoyra í avstralskum út­varpi, eins og fleiri aðrar støðir í næstum fara at spæla Sic. Á tiltakinum í kvøld fer SIC at framføra nøkur løg av nýggju fløguni og vísa okkurt spennandi nýtt tilfar á stórskíggja. Fløgur, T- shirtir og annað verður selt fyri serprís, umframt at SIC signera fløgur. Tiltakið er alment, og í tíðindaskrivi verða fólk bið­ in um, at møta fjølment og vera við at hátíðarhalda, at Pandemonium gerst varði í føroyskari og altjóða málms­ søgu. Útgávutiltak í REX verður í kvøld, mánakvøldið 26. februar kl 19.00 Tungmálms muSICur á fløgu Trý í einum triðja í triðja Pláturnar kliptar av nýggja rot-tangabilurin