Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 40 - 26. februar 2007 tíðindi Fríggjadagin hevði Tangavirkið í Vági móttøku, har við­ skiftafólk og onnur nýttu høvið at støkka inn á gólvið, nú virkið er farið um tey 75 árini Móttøka Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Heilt nógv fólk stukku inn á gólvið, tá Tangavirkið í Vági hevði almenna mót­ tøku fríggjadagin, í sam­ band við, at virkið nú hevur 75 ár á baki. Og tað lá væl fyri at støkka inn á gólvið til ein kaffi­munn og eitt prát, tí gólvið í virkishøllini var nevni­liga ruddað og klár­ gjørt til móttøkuna, og ístað­ in fyri stál og maskinur og virkisfúsar smiðir, beyð gólv­ið nú vældekkað kaffi­ borð við øllum góðum til bæði stór og smá. Nógv fólk úr allari Suður­ oynni heilsaði eigarum og starvsfólki á stóra degnum, og enntá onkur kom norðan­ eftir. M.a. Johannes Morten­ sen av Argjum, ið nú er kom­in væl til árs. Johannes er bróður Palla Mortensen, Argja Palla, ið grundlegði virkið fyri 75 árum síðani, og nýtti hann høvið at heilsa eftirkomarunum hjá bróðuri sínum, ið hava ført virkið víð­ari. Fyri mognum árum síðani var Johannes Mortensen eis­ ini fyrsti lærlingur í smiðj­ uni hjá Argja Palla. Bent og Mortan Morten­ sen eru 2. og 3. ættarlið og hevur virkið klárað øll hesi 75 árini, hóast tíðir hava skift, og havt aldudalar við sær. Kanning millum skúlabørn í Klaksvík vísir, at ringu roykivanarnir hjá børnum ofta koma heimanífrá. Størsti parturin av skúla­ børnunum, sum eru farin at roykja, liva dagliga við tubbaks­ royki í heiminum Í 2004 setti heilsunevndin hjá Klaksvíkar kommunu saman við skúlunum í Klaks­vík sær eitt høgt mál: Ongi børn, sum eru fødd eftir ár 2000 skulu roykja í skúlaárunum. Kanska órealestiskt, men sum tikið verður til: ”um vit sikta eftir mars, so eydn­ ast kanska at lenda á mán­ anum”. Skúlanir í Klaksvík hava seinastu árini havt serligt tubbakstiltak, har sjóneykan verður sett á ósunna og vandamikla tubbaksroykin. Fríggjadagin vóru øll børn í 6. til 9. flokk í Norðoyggjum savnað til hetta árliga til­ takið í KFUM & K. Ragnhild Ellingsgaard var enn einaferð sera væl uppløgd sum frásøgufólk, og eitt tað fyrsta á skránni var ein heilsan frá løgmanni til ungdómin. Løgmaður er ein sera upptikin maður, so hann var ikki til staðar í salin­um, men telefon­upp­ tøka varð spæld umvegis hátalarnar, ímeðan myndir av løgmanni vóru varpaðar upp á stórskíggja. Eftir løgmann kom ungi altjóða talvmeistarin Helgi Dam Ziska á pallin. Helgi skuldi telva eitt fjøltalv í móti tveimum teimum sterk­ astu næmingunum, Herborg Hansen og Einari Gregersen og formanninum í heilsu­ nevndini Rana Nolsøe. Eftir stuttari tíð hevði hann vunn­ ið á teimum øllum. Hann vísti á, at hann roykir ikki, tí hann heldur tað er sera ”ófeitt” og vildi tubbaks­ trongdin vildi órógvað hann í telvingini, sum krevur fulkomna konsentratión. Dálkað inniluft í Føroyum Lynn Reveal greiddi frá kanningum, sum eru gjørdar av inniluft í Føroyum. Før­ oyar hava nógv at læra av londum sum Írland, Svøríki, Italia, Spania og o.ø., sum hava tikið stig til at banna royking innandura á øllum almennum støðum – tað vil siga matstovum, dansihøl­ um, kaffistovum og aðra­ staðni. WHO hevur sett ein stand­ ard fyri reina inniluft, sum er 10 mg av bitlum/m3. Í Føroyum vóru í miðal 163 mg av bitlum/m3. Har ring­ ast stóð til var upp í 1600 mg av bitlum/m3! So her vóru tøl, sum veruliga tal­ aðu. Tað eydnaðist Lynn væl at leggja hetta fram, ímeð­an næmingarnir sótu hug­tiknir og lurtaðu. Røddin sum vann á tubbakinum Hanus G. Johansen stóð fyri tónleikinum í ár. Mað­ urin við sterku, eyðkendu røddini er sera vælumtóktir hjá teimum ungu. Hanus greiddi frá, at hann byrjaði sum ungur at roykja, men megnaði at steðga í tøkum tíma fyrst í nítiárunum. Hann segði, at um hann ikki varð hildin uppat at roykja, so hann ikki kunnað sungið í dag. Roykurin hevur so keði­ liga ávirkan á røddina hjá Hanusi, at hann í dag ikki kann framføra, har ið roykt verður. Roykurin setur seg á stemmubondini og hann gerst trongur og megnar ikki at stýra røddini sum hann vil. So um Hanus skal framføra, so krevur hann reina inniluft. Vinnulívið slóðar fyri Tvey stór feløg í Føroyum vóru eisini við til tiltakið og kunnaðu um, hvussu tey hava skipað teirra royki­poli­ tikk. Pól Sundskarð frá Før­ oya Tele greiddi frá, at longu í 2000 bleiv Føroya Tele í Klaksvík roykfrítt. Síð­ani var tátturin spakuliga tikin upp í restina av landinum og tá ið Klingran varð tikin í brúk í 2003, var tað sjálvsagt roykfrítt um­ hvørvi. Roykibannið um­­fat­ ar eisini allar bilar hjá Før­­ oya Tele. Shell hevur eisini havt ein tubbakspolitikk, men fríggjadagin kunngjørdi leið­arin í Norðoyggjum, Niclas Heri Jákupsson, at 1. apríl verður royki­poli­tikk­ urin hjá Shell herdur til at umfata øll matrikul og allar bilarnar. Kanningin Eitt hæddarpunkt hvørt ár er afturvendandi kanningin av roykivanunum hjá skúla­ børnunum. Hon vísti, at flestu bygdaskúlarnir í Norð­oyggjum eru roykfríir, meðan skúlarnir Klaksvík høvdu bert tríggjar roykfríar flokkar. Men í fleiri flokk­ um eru tað kortini bert fáir næmingar, sum gera tað, at flokkurin ikki er roykfríur. Tá ið átakið byrjaði í 2004, vístu tølini, at í Skúl­ an­um á Ziskatrøð royktu 25%, og í Ósáskúlanum 33% í so máta stendur nógv betri til í dag, tí nú roykja 15% (11% 2006) í Ziska­ trøð, meðan 8% (7% í 2006) roykja í Ósáskúl­an­ um. Hetta er ein lítil øking í mun til í fjør, men tað er sera skjótt, at hesi tølini kunnu sveiggja, tí tey eru so smá. Um hugt verður at kynsbýtinum, vísir kann­ing­ in, at tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum roykja. Eisini sæst týðuliga, at tað er samsvar ímillum, um tað familjan roykir heima hjá børnum. Av teimum, ið hava fólk, ið roykja heima, roykja 37 næmingar. Av teim­um, ið ikki hava roykj­ arar við hús, roykja bert 10 næmingar. So tað ber til at siga, at tað verður ongin roykfríur skúli uttan roykfrí heim. Har roykt verður heima hjá børnunum, er tað mamman, sum roykir mest. Roykafríir flokkar heiðraðir Eftir kanningina vórðu royk­ fríu flokkarnir heiðraðir við skreytblaðið og vinningum frá Føroya Tele og Shell. Sum nakað nýtt hevur vinnu­lívið eisini givið teim­ um roykfríu flokkum ans og vildu stuðla øllum næm­ ingunum í roykfríu flokkun­ um. Hetta var gjørt við at Føroya Tele lat teletíðarkort og Shell bjóðaði børnunum í biograf í Atlantis við pop­ korn og tí, sum tilhoyrir. Annars vilja tey, sum skipa fyri tubbakstiltakinum í Klaksvík, staðiliga heita á Føroya løgting um at verða ein fyrimynd fyri ungdómin og bera so í bandi, at nýggja stásiliga løgtingshúsið, sum øll eiga, verður roykfrítt. Foreldur læra børnini at roykja Mortan og Bent Mortensen eru 2. og 3. ættarlið á Tangavirkinum. Her heilsa teir uppá Johannes Mortensen, bróður Palla Mortensen – Argja Palla, ið grundlegði virkið fyri 75 árum síðani. Johannes var fyrsti lærlingur í smiðjuni hjá Argja Palla Mynd: Finn Johannessen Móttøka á Tangavirkinum Roykfríu flokkarnir í Norðoyggjum vórðu heiðraðir við skreytblaði og vinningum Mynd: Dávur Winther Helgi Dam Ziska er framúr telvari, og hann segði, at tað kom als ikki upp á tal hjá honum at roykja, tí so kundi hann ikki konsentrera seg um drúgvu talvini