Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2007 31 tíðindi Stutt sagt Javnt í Fraklandi Í Fraklandi vísir ein mein­ inga­kanning, at var fyrra umfar av forsetavalinum nú, hevði tað staðið á jøvnum millum sosialistiska val­ evnið Segolene Royal og Nicolas Sarkozy, innan­ rík­isráðharra. Tey høvdu fingið 28 prosent í part. Var talan hinvegin um seinna umfar, og valið framvegis stóð millum tey bæði, hevði Sarkozy vunnið 50,5 prosentum ímóti 49,5 til Segolene Royal. Ann­ars hava kanningar í seinastuni víst, at Nicolas Sarkozy var væl framman fyri Segolene Royal, men tann nýggja kanningin vís­ ir, at nú er mundurin tódn­ aður burtur í einki. Fleiri fátæk Tey ríku í USA gerast alt­ samt ríkari, og tey fátæku gerast altsamt fátækari, og munurin millum rík og fátæk hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Harafturat er talið á blóðfátækum am­er­ ikanarum tað størsta síðani síðst í sjeytiárunum. Tað er úrslitið av ein­ari kann­ ing, sum blað­fyri­tøk­an McClatchy hev­ur gjørt, og sum varð al­manna­kunngjørd í gjár. Kanningin vísir, at minst 16 mió. amerikanarar liva í størsta fátækradømi. Fyri ein einstakling merkir tað, at hann hevur minni enn 28.000 krónur at liva fyri um árið, og fyri eini hjún við tveimum børnum merk­ ir tað, at tey hava minni enn 56.000 krónur at liva fyri í eitt ár. Kanningin vísir, at talið á teimum fátækastu er vaksið 25 prosent síðani 2000. Ein drúgv ferð Sunnumorgunin fór rúmd­ ar­farið Rosetta fram við gongu­stjørnuni Mars. Ros­etta, sum er á veg til kom­etina Tjurjomov- Gerasi­menko, varð skotin út í mars í 2004, og ætlanin er, at hon skal røkka málinum eina ferð í 2014. Tá hevur hon ferðast 6.000 milliónir kilometrar. Umborð á rúmdarferinum eru tól, sum ætlandi skulu setast niður á Tjurjomov- Gerasimenko, og sum skulu geva vísindafólkum ymsar upplýsingar kometina. Hesi kanningartólini eru gjørd í Svøríki. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Vit skulu bjarga Fraklandi, og teir sosialu ágóðarnir skulu latast fransmonnum (Jean-Marie Le Pen) útlond USA herðir trýstið á Iran við at senda herskip og flogfør í Persaflógvan. Sam­ stundis siga amerik­ anskir generalar, at teir siga upp í teirri løtu, forsetin gevur boð um álop á Iran Í London ávarar Tony Blair, forsætisráðharri, amerik­ an­ararnar ímóti at leypa á Iran. Í Washingon svarar Dick Cheney, varaforseti, at allir møguleikar standa opnir, eisini kríggj, og fleiri halda, at George W. Bush, forseti, ætlar sær at enda sítt forsetaskeið við at leypa á Iran. Nógvir amerikanskir pol­it­ ik­arar hava gjørt greitt, at teir eru ímóti einum álopi á Iran, og í gjár frættist, at fimm am­erikanskir generalar og ad­miralar eru til reiðar at leggja frá sær, um forsetin ger av at seta álopið í verk. Ein bretsk fregnar­tæn­astu­ kelda sigur við blaðið Sunday Times, at fýra ella fimm her- og herflotaovastar hava gjørt av at siga upp í teirri løtu, Bush ger av at leypa á Iran. Sambæret blaðnum hevði eitt stig av hesum slagnum verið púra óhoyrt í USA. Fregnartænastukeldan vil vera við, at mótstøðan ímóti einum álopi á Iran er veksandi í verjumálaráðnum Pentagon, og at fleiri her­ov­ astar halda eitt tílíkt álop vera nógv truplari, enn tað kanska kann tykjast. Í dag er fundur í London um iransku kjarnorkuætlaninar, har umboð fyri Bretland, USA, Russland, Týskland, Frak­land og Kina skulu urøða støðuna. CIA í Iran Amerikanararnir hava longu tikið síni egnu stig. Í síðstu viku kom flogberin „USS John C. Stennis“ í Persa­flógvan, so nú hevur USA tveir flogberar og fleiri minni herskip í flógv­ anum. Harafturat hev­ur amerikanska flog­vápn­­ið flutt seks stór bumbu­flog­før, sum kunnu hava kjarn­orku­ bumbur, av einari flogstøð í Bretlandi til kyrrahavsoynna Diego Garcia. Sambært blaðnum Sunday Telegraph er hetta gjørt, fyri at USA skal sleppa frá at biðja Bretland um loyvi til at brúka flogførini til álop. Sunday Telegraph vil eisini vera við, at amerikanska fregn­artænastan CIA hevur fíggjað ymsar andstøðu­bólk­ ar í sjálvum Iran og eggjað teimum til at arbeiða ímóti politikkinum hjá Mahmoud Ahmadinejad, forseta. Eitt nú skal CIA hava latið kurd­ un­um har vesturi í Iran fíggjaligan stuðul. John Pike, sum stendur á odda fyri granskarabólkinum Global Security í Wash­ing­ ton, vísir í samrøðu við Sun­day Telegraph á, at í seinastuni hava fleiri álop og bumbuspreingingar verið í Iran, og hann ivast ikki í, at tað eru CIA-stuðlaðir bólk­ ar, sum hava skipað fyri álopunum. Hann ávarar samstundis USA ímóti at leypa framav, tí samstarv við teir iransku bólkarnar kann enda sum samstarvið millum CIA og Taleban í Afghanistan, sigur hann. - Teir taka ímóti pengunum, men so skjótt teir fáa vald, venda teir sær ímóti USA, sigur John Pike. Hóast vøkur lyfti frá myndugleikunum í Pakistan hevur al- Qaeda havt umstøður til at menna seg har. Rættiliga óvæntað kom amerik­anski varaforsetin, Dick Cheeny, til Pakistan í morgun, og sambært The New York Times var hann ikki ørindaleysur. Blaðið veit at siga, at sam­bært frágreiðingum hjá CIA hevur yvirgangs­felags­ skapurin al-Qaeda ment sínar støðir í Pakistan í sein­ ast­uni, hóast pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, hevur lovað at handtaka allar al-Qaeda-limir í landinum. The New York Times skriv­ar, at gongdin hevur ør­kymlað amerikonsku her­ leiðsl­uni, sum ber ótta fyri, at pakistanska deildin hjá al- Qaeda fer at hjálpa Taleban, sum hevur boðað frá einum stórum átaki í Afghanistan í vár. Ørindini hjá Dick Cheeny eru tí at geva Musharaf greið boð um, at hann skal halda orð, skrivar The New York Times. Al-Qaeda hevur ment seg Amerikanskir generalar hótta við at siga upp Amerikanski flogberin „USS John C. Stennis“ kom í Persaflógvan í síðstu viku