mánadagur 26. februar 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 40 - 26. februar 2007
tíðindi
Ein maður slapp
ómetaliga væl frá
einum hóhappið
leygarmorgunin
Ein bilførari slapp ómetaliga
væl frá einum óhappi leygar
morgunin. Ein maður var
farin einsamallur í bili norður
eftir Oyggj. Men í Mjórkadali
fór hann oman av vegnum.
Bilurin bóltaði runt nakrar
ferðir og bilførarin kom at
liggja fastur undir bilinum.
Alt apparatið varð sett í
sving og tey fingu bjarga
manninum undan bilinum.
Hann varð førdur á Lands
sjúkrahúsið til kanningar,
men er sloppin uttan mein,
sigur løgreglan.
Vakthavandi á politistøðini
í morgun kendi ikki smá
lutirnar í málinum. Men um
vikuskiftið greiddi løgreglan
Útvarpinum frá óhappinum
og tað er eitt dømi um,
hvussu væl tað ber til at
sleppa, tá ið hepni er við í
viðførinum.
Politisturin greiddi frá, at
maðurin kom at liggja við
arminum í klemmu undir
einum hjóli og slapp ongan
veg.
Men tívetur hevði hann
knív uppi á sær. Við honum
fekk hann sprett jakkan
upp, so at hann fekk gatur
á fartelefonini og fekk sent
boð eftir hjálp.
Hevði hann ikki havt
knígv uppi á sær, kundi
verið illa vorðið, tí tað var
rættiliga kalt og onki sást til
óhappi frá vegnum. Onkrir
bilar høvdu koyrt framvið
uttan at óra ilt.
Ein bilførari var
tikin við ríkiligari
ferð í Kollafirði í gjár
Tað hendir seg meiri enn
so, at bilførarar sleppa væl
frá at koyra skjótari enn
loyvt er. Men tað hendir
seg sanniliga eisini meiri
enn so, at teir ikki sleppa
væl frá tí.
Og kann tað koma at
hanga sum eitt svørð yvir
teirra høvdi í fleiri ár
Í gjár gjørdi løgreglan
ferðkanningar í Kollafirði
og har varð ein bilførari
tikin fyri at koyra alt ov
skjótt.
Hann koyrdi 117 kilo
metrar um tíman á einum
strekki, har tað einans er
loyvt at koyra 80.
Tað merkir at hann fær
bót. Men harafturat missur
hann koyrikortið treytað í
trý ár.
Sostatt hevur hann
fingið gult kort Men tað
merkir so eisini, at frem
ur hann líknandi brot á
ferðslulógina einaferð
afurat tey næstu trý árini
er ongin vegur uttanum: So
verður kortið tikið.
Tað merkir, at verður
hann eina ferð afturat tey
næstu trý árini tikin fyri at
koyra meiri enn 110 kilo
metrar um tíman, har tað
er loyvt at koyra 80 missur
hann koyrikortið. Sama
sama ger seg galdandi,
verður hann aftur tikin fyri
at koyra meiri enn 80, har
tað er loyvt at koyra 50, ella
vissi hann koyrir ávirkaður,
ikki heldur treytaleysa víki
skyldu.
Men eisini onnur brot á
ferðslulógina hava somu
avleiðingar við sær.
Helt ikki víkiskyldu
Ein annar maður skal eis
ini ansa sær serliga væl í
ferðsluni tey næstu árini. Í
gjákrvøldið helt hann ikki
treytaleysa víkiskyldu í ein
um krossvegi í Havn og tað
førdi til, at hann rendi á ein
annan vil.
Skaðin var ikki stórur,
men av tí at hann ikki helt
treytaleysa víkiskyldu, eru
eisini útlit fyri, at hann
missur koyrikortið treytað
í trý ár.
-áki-
Koyrikortið
hongur í
klønum tráði
Knívurin og fartelefonin
bjargaði honum
Tað var her við bygningarnar í Mjórkadali, at ein bilur fór útav. Ongin sá óhappið og ongin sá bilin. Ein knívur og ein fartelefon
bjargaði manninum
-áki-
Í summar verður
farið undir mest
umfatandi hvalatelj
ingina higartil
Hvalur og kópur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í hesi vikuni verður ársfundur
hjá NAMMCO hildin í
Tromsø í Noregi. NAMMCO
er Norðuratlantiska nevnd
in fyri havsúgdýr, og lima
londini eru Føroyar, Ísland,
Noreg og Grønland. Har
umframt luttaka Kanada,
Japan, Danmark og Russ
land sum eygleiðarar og
fundurin verður í morgin,
mikudagin og hósdagin,
sigur Fiskimálaráðið í
tíðindaskrivi.
Á fundinum fer vísinda
nevndin hjá NAMMCO at
leggja fram niðurstøður og
tilmæli um ymsar hvala-
og kópastovnar. Hetta eru
niðurstøður og tilmæli, sum
NAMMCO, hevur biðið um.
Kann føra til nýggja
stovnsmeting
Annars skal ein umfatandi
hvalateljing gerast í summar.
Tað er vísindanevndin
hjá NAMMCO, sum sam
skipað teljingina og hetta
verður mest umfatandi
hvalateljingin higartil, tí
umframt øll NAMMCO lima
londini, fara eisini Kanada
og Russland at vera við í
teljingunum hesaferð.
Úrslitini av teljingunum
kunnu føra til, at stovnsmet
ingin av grindahvali á okkara
leiðum skal endurskoðast.
NAMMCO hevur eisini
stovnað eina nýggja umsit
ingarnevnd fyri kóp og hon
fer at halda sín fyrsta fund
næstu viku.
Kanada hevur eisini víst
áhuga fyri at hava ein virknan
leiklut í hesi nevndini, sum
er einasta milllumlanda sam
starv sum er um umsiting av
kópastovnum.
Samstarva við onnur
Í NAMMCO er eisini eitt
virkið tekniskt samstarv
ímillum veiðimenn og djóra
læknaserfrøðingar um at
avlíva hval og kóp.
Har hava Føroyar havt gott
høvi at kunna onnur um at
drepa grindahval og eisini
hava vit havt gott høvi læra
av øðrum.
Seinastu úrslitini frá hes
um arbeiði verður eisini
viðgjørt á ársfundinum í
Tromsø
NAMMCO hevur eisini
eina eygleiðaraskipan, sum
gevur limalondum høvi at
halda eyga við, hvussu væl
eftirlitið við hvala- og kópa
veiða í hinum londunum
virkar.
Í ár er ætlanin at ein
NAMMCO eygleiðari fer
at fylgja við í íslendsku stór
hvalaveiðini.
Føroyar hava havt formans
skapin í NAMMCO síðan
2004, tað er Kate Sanderson,
serfrøðingur
í Fiskimálaráðnum, sum
er forkvinna.
Í føroysku sendinevndini,
sum fer á NAMMCO ársfund
verða: Ulla Svarrer Wang,
ráðgevari í Fiskimálaráðnum,
Bjarni Mikkelsen og Gene
viève Desportes á Náttúru
gripasavninum, Jústines
Olsen, djóralækni og Ólavur
Sjúrðarberg í Grindamanna
felagið.
Úrslitið av stórari hvalateljing í summar, kann føra til, at stovnurin av grindahvali um okkara
leiðir, verður endurskoðaður
Kann føra til nýggja stovnsmeting av grindhvali