Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2007 33 tíðindi Hús á Signabø Hugnalig hús á Signabø í sera barnavinarligum umhvørvi til sølu. Húsini eru í einari hædd à 135 m2, grundøkið er 616 m2, byggiár 2003. Húsini eru innrættað soleiðis: Køkur/stova, vásarúm, durur, wc, bað, 4 kømur og klædnarúm. Boð undir 1,6 mió. kr. ongan áhuga. Tlf. 775038, 540852 ella t-post: btl63@kallnet.fo Í summar verður klárt hjá 24 eldri havnarfólkum at flyta inn í nýtt røktarheim Eldrapolitikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fríggjadagin var reisigildi í Havn. Tað var Tórshavnar Bý­ráð, sum helt reisigildi í nýggj røktarheiminum, sum verður bygt í Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin í Havn. Talan er um eitt røktarheim til 24 fólk. Tilsamans fer røktarheimið at kosta næst­ an 29 milliónir krónur, men tað er eisini alt gjørd rund­ anum við samanbinding út til Hoyvíkstjørn og Hoyvíks­ vegin. Av hesum hevur Almanna- og heilsumálaráðið játtað at betala 12 milliónir og kommunan fíggjar hinar 17 milliónirnar Arbeiðið hevur gingið skjótt. Heðin Mortensen, borgar­stjóri, sigur, at arbeið­ ið byrjaði 16. januar í ár, og eftir ætlan skal bygningurin handast Tórshavnar Komm­ unu longu 10. juli. Síðani verður mett, at fyrstu bú­fólkini flyta inn fyrst í september í ár. Við tað, at nýggja røktar­ heimið verður sambygt við Tjarnargarð, fer at gera tað bera til hjá báðum stovn­unum at hava ymsar felags hentleikar og felags hjálpartól til ergo- og fysio­ terapi. Tað er Selmar Nielsen, arkitektur, sum hevur staðið fyri projekteringini og byggileiðsluni og Búsetur er høvuðsarbeiðstakari. Heildarætlan Yviri við Strond Heðin Mortensen sigur, at næsta stóra takið hjá Tórs­ havnar Kommunu, verður heild­arætlanin, sum ætlanin er at fara undir Yviri við Strond. Har er ætlanin at gera røkt­ar­­heim til 24 pláss. Men har er eisini ætlanin at gera eldraíbúðir og ellisheim til eldri fólk, sum eru so nøkunlunda sjálvbjargin. Tann byggingin verður beint við Lágargarð, so ætl­­­anin er eisini at hava yms­ar hentleikar felags við Lagargarð. Borgarstjórin væntar, at tey fyrst fara undir røktar­ heimið, tí har er tørvurin størstur. Hann sigur, at fyrireik­ing­ arnar til hesa byggingina eru byrjaðar, men um tað eydnast at seta spakan í í ár, men tað verður tætt við. Hava reist røktarheim til 24 fólk Í Tórshavnar Býráð eru tey ikki plágað av pátrúgv, tí hóast summi svørja upp á, at fríggjadagur er óeydnisdagur, varð nýggja røktarheimið í Havn reist fríggjadagin. Í september verður klárt hjá fólki at flyta inn Bæði Fríðrikkur, krún­ prinsur og amerik­ anska heimsstjórnan, Snoop Dogg, hava dusað sær á mat­stov­ uni og barrini, sum føroyingr vóru við at seta á stovn. Men onki hjálpti Matstovuyrki Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var við bjørtum vónum, at føroyingar tveittu seg út í eitt matstovu-ævintýr í Keypmannahavn fyri einum sløkum ári síðani. Eik Banki, sum tá æt Før­ oya Sparikassi, var við í fíggingini og gamli Hafnia maðurin, Martin Restorff, sat í nevndini, tá ið mat­ stovan, Oil, vóru latin upp mitt í smørholinum í Keyp­ mannahavn, á sjálvari Esplana­duni, beint við hjá A.P. Møller. Saman við mat­ stovuni var eisini barrin, OPEC-Lounge upp. Onnur, sum høvdu tilknýti til matstovuna, vóru ongin annar enn gamli Aqua mað­ urin, Rene Dif og Peter Bard­enfleth-Hansen, sum er kendur í matstovuyrkinum í Danmark. Og í køkinum skuldi kendi kokkurin, Rida Berri, herska og regera. Endamálið við matstovuni var greitt: Hon skuldi verða staðið í Keypmannahavn, har tað fínara slagið leitaði sær, tá ið tey skuldu í býin. Tað gekk eisini væl í fyrst­uni og matstovan fekk ikki færri enn fýra kokka­húgvur av fimm møgu­ligum í donskum mat­ stovuummæli. Mat­stovan gjørdust eisini samtaluevnið eftir mtv- stevnuna í heyst, tá ið bæði Fríðrikkur krún­prinsur, amerikanska tónleika­stjórn­ an, Snoop Dogg, dusaði sær í hølunum, sum vóru ser­ merkt við hvítum og svørt­ um innbúgvi av glasi, gróti og stáli. Og ætlanin var eisini at brúka sama hugstkot á mat­ stovum í Londin og París. Men tað gekk ikki sum ætlað og nú, minni enn eitt ár eftir, at matstovan læt upp, er hon longu afturlatin. Tað hevur vakt ans í Danmark, at hendan mat­ stovan letur aftur. Polikken skrivar um dagarnar, at nú hevur ein kanón í danska náttar­lív­in­ um, Torben Olsen, keypt mat­stovuna. Frammanundan eigur hann kend støð sum Café Ketchup og Café Victor og onnur støð av fínara slagnum. Politiken skrivar, at tað var skjótt, at tekin fóru at síggjast um, at alt ikki ruggaði rætt, tí René Dif var skjótur at taka seg aftur. Og í farnu viku fór mat­ stovan í gjaldssteðg og sostatt endaði hetta før­oyska ævintýrið í danska náttar­ lívinum. Føroysk mat­stova gav skarvin yvir Tað byrjaði sum ein stórfingin ætlan við føroyskum áhugamálum í danska náttarlívinum, men onki hjálpti