Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2007 Stirvið og afturlatið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er stirvið og ov afturlatið, heldur Vár í Gong, sjúkrarøktarfrøðingur, sum bjóðar Janu H. Dalsgaard av á formansvalinum í felagnum í næsta mánað. Við Útvarpið sigur hon, at eftir hennara tykki eigur felagið at eisini at leggja seg eftir at samstarva meiri við aðrar fakfólkar í heilsuverkinum. Vár í Gong er 30 ára gomul, og hon heldur, at tað hevði verið ein fyri­ munur fyri felagið at fingið ein ungan formann. Misnøgd í Svínoy Svínoyingar eru misnøgdir við, at landsstýrissamgongan hevur ikki sett pengar á ársins fíggjarlóg til tunnilsætlanina í oynni, hóast forkanningarnar til tunnilin og ta ætlaðu havnina eru um at vera lidnar. Ætlanin at gera tunnil vestur til Havnina á Svínoynni er næstan 30 ára gomul. Eftir ver­ andi ætlan verður tunnilin 1800 metrar langur, og harafturat skal gerast ein havn har. Tá fer tað at tak 12 minuttir at sigla úr Hvannasundi til Svínoyar. Landsstýrið er samt um at flyta Strandferðsluna til Tvøroyrar. Heðin Mortensen, Kaj Leo Johannesen og Høgni Hoydal taka undir við ætlanini. Strandferðslan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Um eg skal siga tað heilt erligt, so er hetta ein natúr­ lig avleiðing av menningini her á landi. Eftir at tunlarnir eru komnir, fevnir virk­sem­ ið hjá Strandferðsluni fyrst og fremst um Sandoynna og Suðuroynna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Kortini leggur hann dent á, at hann ikki jublar um, at kommunan missir arbeiðsplássini. - Men Havnin skal nokk yvirliva, og ongin ivi er um, at hetta hevur stóran týdning fyri menningina av Tvøroyri og Suðuroynni, so tað fegn­ ist eg sjálvsagt um, sigur Heð­in Mortensen. Kaj Leo Johannesen, ting­ maður fyri Sambands­flokk­ in sigur við Sosialin, at prin­ sipielt er hann fyri at flyta almenn størv til útjaðaran. - Trýstið á høvuðsstaðar­ økið er so stórt, at tænastu­ støðið hjá kommununi fær ikki fylgt við. Og so er tað eisini natúrligt at leggja um­sitingina av Strand­ferðsl­ una til Tvøroyar, ella kanska umborð á skipið, sigur Kaj Leo Johannesen. Tjóðveldisflokkurin hev­ ur fyrr lagt uppskot fram um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar. Sambært Høgna Hoydal, formann Tjóð­veldis­floksins, hevur hetta málið leingi verið eitt hjartamál hjá flokkinum, og serliga Hergeir Nielsen hevur ofta talað fyri tí. - Samgongan velur sjálv­ sagt at flyta Strandferðsluna, tí valið nærkast. Nú mugu teir finna okkurt at bjóða, skulu teir gera seg galdandi aftur, sigur Høgni Hoydal. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fegnast ikki um býurin missur arbeiðspláss, men er kortini fegin um, at útjaðarin fær almenn arbeiðspláss. Natúrligt at flyta SSL Umsitingin hjá Strandferðsluni flytur til Tvøroyrar 1. januar 2008. - Starvsfólkini eru ikki uppsøgd, og alt verður gjørt fyri at gera skiftistíðina so virðiliga sum gjørligt, sigur Jacob Vester­ gaard, landsstýris­ maður í Inn­lendis­málum Strandferðslan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á landsstýrisfundi í morgun fekk Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Inn­ lendis­málum, undirtøku fyri at flyta Strandferðsluna til Tvøroyrar. Tey 20 starvsfólkini, sum eru í føstum starvið, vórðu kunnað um ætlanirnar á einum kunningarfundi í dag klokkan 13. Tá Sosialurin var framvið á stovninum í morgun, var hýrurin á starvs­fólkunum onki serligur. Fáa kreppuhjálp - Hugsandi er, at nýggja støðan fer at ávirka viður­ skift­ini hjá fleiri starvs­ fólkum, um hesi av eini­ hvørj­ari orsøk ikki ætla ella kunnu flyta starvsstað til Suðuroyar, sigur Niels Juel Arge, virkandi leiðari. - Vit hava í hesum sam­ bandi heitt á landsstýris­ mann­in og Innlendis­mála­ ráð­ið um at finna hesum fólk­um virðiligar og góðar loysnir, sigur hann. Sambært Jacob Vester­ gaard, landsstýrismanni, verða starvsfólkini ikki upp­ søgd og eru tey vælkomin at flyta við suður. - Um tey ikki ynskja tað, so fara vit sjálvsagt at gera alt fyri at gera skiftistíðina fyri starvsfólkini so virði­ liga sum gjørligt, sigur hann. Og hann greiðir frá, at í tilgongdini, sum er nú, fáa starvsfólkini bjóðað tað, sum vanligt er í tílíkum støðum. - Um onkur hevur tørv á at práta við sálarfrøðing, ella at fáa kreppuhjálp, so fáa tey hetta í boði, sigur landsstýrismaðurin. Enn er ikki avgjørt ná­greiniliga, hvørjar treytir starvsfólkini fáa, um tey ikki taka av at flyta við til Tvøroyrar, men onkur vil vera við, at tey møguliga kunnu fáa annað alment starv í Havn. Søkja eftir stjóra Niels Juel Arge, sigur, at leiðslan tekur avgerðina um flytingina til eftirtektar, og fer so vítt gjørligt at virka fyri, at virksemið hjá fyri­ tøk­uni og samferðslan í síni heild verður órógvað minst møguligt. Eisini sigur hann, at tað enn er ov tíðliga at siga, um nýggja støðan fer at ávirka virksemið og tænastustøðið hjá fyritøkuni. Innlendis­ mála­ráðið fer í næstum und­ ir at fyrireika flytingina av umsitingini úr Tórshavn til Suðuroyar, og verður fyrsta stigið at lýsa eftir stjóra fyri stovnin. Strandferðslan flytur til Tvøroyrar Á Strandferðsluni, sum bæði er eitt reiðarí og ein samferðslustovnur, starvast íalt umleið 170 starvsfólk (120 ársverk). Strandfaraskip Landsins reka 29 leiðir (22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir). Til hendan rakstur eru uml. 40 bussar og 8 ferjur. Ferðafólkatalið í 2006 var 1,1 millón ferðafólk ella umleið 3 túsund fólk um dagin. Samlaða játtanin á figgjarlógini er umleið 110 milliónir krónur. FAKTA Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, heilsar Niels Juel Arge, virkandi leiðara á Strandferðsluni, tá hann kom út á stovnin í morgun.