Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2007 5 tíðindi Den Kristne Ambassade i Jerusalem í Føroyum Í døgunum 1.-5. mars vitja umboð fyri donsku deildina hjá Den Kristne Ambassade i Jerusalem í Føroyum. Sóknarpresturin Stig Christ- ensen frá donsku deildini og fólk frá skrivstovuni í Keypmannahavn skipa fyri møtunum Møti verða í hesum samkomum og kirkjum: Hósdagin 1. mars kl. 20: Missiónshúsið í Vestmanna Evni: Ísrael eygnasteinur Guds Fríggjadagin 2. mars kl. 20: Oasan í Hoyvík Evni: Ísrael og endatíðin Leygardagin 3. mars kl. 16.30: Missiónshúsið í Skopun Evni: Jødiskar og kristnar veitslur Leygarkvøldið 3. mars kl. 19.30: Missiónshúsið í Skopun Missiónsvika, talari: Stig Christensen Sunnudagin 4. mars kl. 12.00: Tjørnuvíkar kirkja Veitslugudstænasta við luttøku av Kingo-kórinum og Stig Christensen sum talara. Sunnukvøldið 4. mars kl. 17.00: Lívsins Orð, Runavík Evni: Fikutræið: Lívsins træ, bannaða træið, vónarinnar træ DVD / video frá leyvsæluhátíðini í Jerusalem verður víst á fleiri av møtunum. Fólk frá øllum heiminum ferðast til Ísrael. Samanstoytur av kleyvarskapi Tað var stutt sagt kleyvarskapur, tá tvær tvær danskar ferjur stoyttu saman í Oyrasundi í heyst. Tað var tjúkt í mjørka, tá skipini stoyttu saman, men Sjóferðslustýrið, sum hevur kannað tilburðin, vísir á, at einki samskifti var ímillum skipini, og at yvirmenninir á brúnni hildu ikki nóg væl eyga við útgerðini. Niðurstøðan er millum annað, at onnur ferjan átti at brúkt tokulúðurin, og at hin hevði ov nógva ferð í tí tjúkka mjrøkanum. Grønlendingar mugu bíða Kanadiska fyritøkan Alcoa og norska fyritøkan Hydro hava víst áhuga fyri at byggja eitt aluminiumsvirki í Grøn­ landi, men enn hevur landsstýrið í Nuuk ikki gjørt av, hvussu verður við virkinum. Sivert K. Heilmann, lands­ stýrismaður í vinnumálum, sigur við útvarpið í Nuuk, at málið skal viðgerast í vár. Skal eitt aluminiumsvirki byggj­ ast í Grønlandi, er neyðugt at byggja tvey vatnorkuverk fyrst, og tí má fyrst gerast av, hvar verkið kann byggjast. Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri fegnast um avgerðina hjá landsstýrinum at flyta Strandferðsluna til Tvøroyrar Strandferðslan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hetta eru sera góð tíðindi, sigur ein fróur Kristin Michel­sen, borgarstjóri á Tvør­oyri. Vit hava í fleiri ár bjóðað okkum til at hýsa Strandferðsluni, tí tað er púra natúrligt at hon liggur her suðuri, sigur hann, og vísir á, at her er talan um góðar og fastar almennar lønir, sum flyta til komm­un­ una. - Vit hava skip, kaj, pakk­ hús og farstøð, sum til ber at byggja uppí, sigur hann, og bjóðar starvsfólkunum hjartaliga vælkomnum til Tvøroyrar, um tey velja at flyta við suður. - Vit hava ovmikið av grundstykkjum og góðar umstøður til barnaansing og skúlar. Bið tey selja hús­ ini og taka milliónina við í lumman, so liva tey væl her suðuri við konum, monnum og børnum, sigur borgar­ stjór­in á Tvøroyri. Hann held­ur ikki, at Eg Havnar Kommuna hevur nakað ímóti hesum. - Havnin hevur framman­ undan ilt við at hýsa teim­ um, sum har búgva. Har eru bara trupulleikar av borgar­ unum. Nógvir bilar, høgir húsa­prísir og vantandi barna­ansing. Lat tey endi­ liga koma hendan vegin, her skulu tey vera hjartaliga vælkomin, sigur Kristin Michelsen, sum mangan hev­ur ilskast inn á politik­ ararnir, tí teir tora ikki at leggja almenn ar­­beiðs­pláss út til útjað­ar­an. - Vanliga mangla teir rygg til at leggja almennar stovnar út í útjaðaran. So hattin av fyri teimum, at teir gera hetta, sigur hann, og leggur skemtandi afturat, at: - Valg verður skjótt. Skulu teir egna, so skal tað vera nú. Poul Michelsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin sigur onga meining vera í at flyta allan raksturin av Strandferðsluni til Suðuroyar, um endamálið bara er at upprætthalda arbeiðsplássini og at flyta pengar úr høvuðsstaðarøkinum. Strandferðslan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hóast flest allir politikarar taka undir við at flyta um­sit­ ingina av Strandferðsluni til Suðuroyar, so er fegnast Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn ikki. - Skulu vit ikki bara siga, at tað skal vera forboðið at búgva í Havn? spyr hann. Við Sosialin sigur hann, at í hansara hugaheimi átti endamálið at verið at minka um almennu útreiðslurnar. Í hesum sambandi átti rakst­ urin av eindunum hjá Strand­­ferðsluni at ligið har ruturnar eru, eitt nú, at nóls­ oyingar reka Rituna og suðuroyingar Smyril. Og eins og fleiri onnur hava sagt, so heldur fyrrverandi borgarstjórin í havn, at raksturin av Smyrli kundi verið umborð á skipinum. Spurdur, um politiska skipanin ikki hevur skyldug til at flyta almenn arbeiðs­ pláss út í útjaðaran, sigur hann, at tá skal grundgev­ ingin ikki vera, at hjálpa smáu kommununum, men at rationalisera raksturin av almenna stovninum. - Hetta minnir ikki sørt um tosið um útjavning mill­ um høvuðsstaðin og útjaðar­ an. Í Reykjavík og Keyp­ mannahavn var endin, at komm­unurnar fóru á reyv­ ina. Tað kostar at vera høv­ uðsstaður, men um alt skal flytast út, so verður onki eft­ ir her, sigur Poul Michel­ sen. Borgarstjórin: Ynskir Strand­ferðsl­ uni vælkomnari til Tvøroyrar Setið bara forboð móti at búgva í Havn! Síðani í gjár hevur løgreglan einans fingið eina fráboðan um bilar, sum eru farnir út av vegnum í hálkuni. Av løg­reglustøðini verður sagt, at einasta fráboðanin kom í gjárkvøldið, tá ein bilur var farin út av vegnum inni í Eysturoynni. Hesin koyrdi norðureftir og var í millum Skipanes og Skálabotn, tá førarin misti tamarhaldi á bilinum og slongdist útav vegnum, so tað var um reppið, at hann ikki endaði í sjónum. Sjúkrabilur kom á staðið, og førarin varð fluttur á sjúkra­­hús til nærri kann­ing­ ar. Annars var hált um stóran part av landinum í gjár, og eisini í dag er hált. Um hálk­ an var orsøkin til, at hesin bilurin var farin út av veg­ num í morgun vita vit ikki. Tað visti løgreglan heldur ikki, tá vit spurdu í morg­ un. Men hvussu er og ikki, so lá svarti BMW-bilurin nið­ an fyri vegin nakað sunnan ­­fyri Hósvík seinnapartin í gjár. -rwd Eittans fráboðað ferðsluóhapp Svarti BMW-bilurin lá niðanfyri vegin millum Hósvík og Landsfjósið seinnapartin í gjár Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunan hevur bæði grundstykki og barnaansing til starvsfólk hjá SSl.