Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2007 Aftankvirra í Dómkirkjuni Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði er aftankvirra í Havnar Kirkju. Komandi fríggjadag, 2. mars, verður tað Marjun Lómaklett, sum fer at hava andaktina til aftankvirruna. Kirkjan er opin frá kl 21 til 23, og sjálv andaktin verður klokkan 22.30. Hartil fara Katrina Petersen Ragnar Olsen at framføra nøkur løg. Øðrvísi móti í Listaskálanum Beinta Vilhelmsen skipar tann 1. mars fyri forkunnugari mótasýning í Listaaskálanum. Tað sermerkta við sýningini er fyrst og fremst, at klæðini eru seymað og skapt til persónin, sum sýnir tey fram. Framsýningin fevnir um draktir, veitslukjólar og brúðarkjólar, sum Beinta hevur seymað. Hartil fer Sigrid Rasmussen at framføra nøkur løg, umframt at Sólrun Michelsen fer at lesa brot úr stuttsøgum. Atgongumerkini til sýningina fáast til keyps á Kunningarstovuni í Havn, Skraddarínum hjá Beintu Vilhelmsen, hjá Cosméto og hjá Hvonn. Í Hoyvíkar Skúla eru tey farin undir eina verkætlan, sum skal bøta um lesiførleikan hjá næmingunum. Hvønn dag klokkan 9.10 verða allar dyr skúlans latnar upp, og næsta korteri lesa allir næmingarnir í hvør síni bók, sum teir síðani eftirmeta, tá teir eru lidnir SKÚLI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hoyvík: Í meðan øll bíða eftir, at okkurt hendir frá myndugleikans síðu í mun til skúlaverk okkara, eru tað skúlar, sum hava tikið ítøkilig stig til at gera eitthvørt, fyri at bøta um førleikarnar hjá næmingum teirra. – Vit sita øll og bíða eftir, at okkurt munagott verður gjørt, og hetta er so nakað, vit hava tikið stig til nú, fyri at bøta um lesiførleikan hjá næmingum okkara, sigur Bir­git Arge, stjóri í Hoy­vík­ ar skúla. Felagslesing Har eru tey farin undir eitt átak, tey kalla »Lesiløtan«. Ein verkætlan við felags­ lesing, sum fevnir um allan skúlan og allar næmingarnar. Hvønn dag komandi fimm vikurnar skulu all­ir næmingar skúlans lesa í eitt korter. Hetta merkir ítøki­ liga, at klokkan 9.10 verða allar dyrnar latnar upp á víð­an vegg. Næmingarn­ir sleppa tí, teir framman undan gjørdu, taka bøkurnar, sum eru til »Lesiløtuna«, fram og fara at lesa. – Við at lata allar dyrnar upp, verður opið inn í hvørja stovu, og hetta gevur næmingunum eina kenslu av, at vit eru felags um tað og lyfta saman, greiðir Birgit Arge frá. Hon vísir á, at Venjingar­ skúlin fór undir eitt líkn­ andi átak fyri tíð síðani. Í gjár byrjaði Hoyvíkar skúli sína verkætlan, sum skal halda fram komandi fimm vikurnar. – Fyrsti dagurin, vit royndu tað var í gjár, og tað rigg­aði øgiliga væl, stað­ festir skúlastjórin í Hoy­vík­ ar skúla. Bókavørðar gjørt stórt arbeiði Tað eru bókavørðar skúl­ans, sum eru komnir við hug­ skotinum um lesi­løtuna. – Bókavørðarnir komu við hugskotinum. Tað eru teir sum hava skipað fyri øllum og fingið alt at koyra, sigur Birgit Arge, sum heldur, at bókavørðarnir hava gjørt eitt stórt arbeiði. Teir hava syrgt fyri, at hvør flokkur hevur sítt flokssett við felagsbókum, umframt ein kassa við blandaðum bókum. Tá næmingurin er liðugur við eina bók, skal hann gera eitt lítið ummæli av bókini, áðrenn hann fer undir at lesa næstu bókina. Ummælini eru gjørd sam­ svarandi aldurin á børn­ unum, so at yngru flokkarnir bara skulu krossa av um bókin var stuttligt, keðilig, spennandi ella okkurt annað, meðan næmingarnir í eldru flokkarnir skulu skriva heilt stutt, hvat teir halda um bókina, teir hava lisið. Heimalestur í eitt korter Skúlin hevur eisini heitt á foreldrini, um at taka undir við verkætlanini. Hetta við at foreldrini eisini sita saman við børnun teirra í eitt korter um dagin, meðan tey lesa. Tí sleppa næmingarnir eisini at taka bókina, teir lesa í skúlanum heim við. »Lesiløtan« kemur at vara fram til páskir, og síð­ ani skal verkætlanin eftir­ met­ast. Allir næmingarnir lesa saman Klokkan 9.10 verða allar dyr skúlans latnar upp, næmingarnir sleppa tí, teir gjørdu framman undan, og fara at lesa í hvør sínari bók Mynd: Jens Kr. Vang – Fyrsti dagurin, vit royndu tað var í gjár, og tað riggaði øgiliga væl, sigur Birgit Arge, stjóri í Hoyvíkar skúla, og tá Sosialurin var framvið í skúlanum í morgun, sótu næmingarnir allir so hugagóðir og lósu Mynd: Jens Kr. Vang Handilsfólk J.C. Svabosgøta 6 · FO-100 Tórshavn · Tlf 315 777 · Fax 315 772 · ergo@ergo.fo · www.ergo.fo Søkt verður eftir fólkið til Ergo. Starvið er eitt hálvtíðarstarv (aðru hvørja viku). Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar handilsarbeiði og annað fyrifallandi arbeiði. Vit vænta at tú ert: • Álítandi • Fyrikomandi • Røsk/raskur Skrivlig umsókn við avrit av prógvum og viðmælum verður at senda til: Ergo & Hjálpartól J.C Svabosgøta 6 100 Tórshavn. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Beintu á 515 777. Meira fæst at vita um fyritøkuna og vøruúrvalið á www.ergo.fo