Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2007 Nólsoyingar eru vónbrotnir av, at teir fáa ikki svar úr landsstýrinum og nú føla teir, at tað góða samskiftið við Landsstýrið er í vanda Nólsoyarsiglingin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki at undrast yvir, at Nólsoyingar síggja nakað stórt í, at Landsstýrið hevur boðað frá, at nýtt skip skal útvegast til nólsoyar­sigl­ing­ ina fyri Rituna, sum hevur tænt fyri seg og sum tíðin nú er runnin undan. Og tá ið Ritan skal tæna nólsoyingar, vilja teir eisini hava ein virknan leiklut, tá ið tað verður gjørt av, hvussu nýggja ritan skal vera. Tí settu teir ein arbeiðs­ bólk at røkja áhugamálini hjá nólsoyingum. Tals­mað­ urin hjá arbeiðsbólkinum, Jákup av Skarði, er vón­ brotin av landsstýris­mann­ inum í innlendismálum. - Vit hava longu í nov­em­ ber í fjør heitt á Jacob Vester­gaard um at fáa fund um nýggju Rituna. Tað er heldur ikki undar­ ligt, at nólsoyingar strongja á fyri at fáa tað at ganga skjótt. Tí vilja teir hava at vita frá Jacob Vestergaard, um hann er sinnaður at sam­ starva við Nólsoyingar um at arbeiða so, at alt tilfarið kann vera klárt mitt í summ­ ar, í góðari tíð, áðrenn fíggj­ ar­lógin fyri 2008 verð­ur stungin út í kortið. - Tað hevur eisini verið nevnt, at nýggja ferjan skal vera liðug á sumri 2008 og tí vilja teir fegnir hava innlit í tíðarætlanina, sum arbeitt verður eftir. Hoyra onki aftur Nólsoyingar taka lands­ stýris­mannin upp á orðið, tá ið hann hevur sagt, at byggingin kann byrja í 2008. Men teir halda sam­ stundis, at tað hevur týdn­ ing, at arbeiðið byrjar bein­ an­vegin í 2008, so at skipið kann setast í sigling í 2009. - Vit hava fingið at vita, at tað tekur 13 mánaðir at byggja eitt slíkt skip. So skal skipið sigla á sumri 2008, skal berast skjótt at. Tí eru ymsir spurningar, sum nólsoyingar vilja hava svaraðar. Men tá ið nólsoyingar onki høvdu hoyrt aftur í januar, sendu teir lands­stýr­ is­manninum eina áminn­ ing. Í hesum sambandi mæltu teir til, at fundur verður ímill­um landsstýrismannin og arbeiðsbólkin hjá nólsoy­ ing­um seinnapartin í morgin, mikudagin. Men heldur ikki hetta hjálpti, tí nólsoyingar frættu framvegis onki aftur úr landsstýrinum. - Vit eru ógvuliga hørm um, at vit onki hava frætt, sigur Jákup av Skarði Og nú teir onki hava frætt aftur, sigur Jákup av Skarði, at teir rætt og slætt umhugsa bara at fara út í landsstýrið mikudagin og banka upp á hjá Jákup Vestergaard. Men sum tað sæst á hinari greinini um málið, er tað ivingar­samt um tað fer at eydn­ast at hitta lands­stýris­ mannin mikudagin. Umhugsa at banka upp á hjá Jacobi Vestergaard Jacob Vestergaard er til reiðar at hitta nólsoyingar, men hann heldur ikki, at málið um nýggja Rituna er komið so langt, at stundin er komin at nólsoy­ ingar koma upp í Nólsoyar­ siglingin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg eri altíð til reiðar at hitta nólsoyingar at tosa um nýggju Rituna. Tað staðfestir Jacob Vester­gaard, lands­stýris­ maður. Hann harmast um, at nólsoyingar ikki hava fingið svar upp á tey skriv, teir hava sent lands­ stýrinum. - Tað kundu teir havt fingið og tað áttu teir at havt fingið. Men hann hevur onga forkláring upp á, hví tað ikki er hent. Hann minnist væl áheitanina frá nólsoy­ing­ um um ein fund miku­ dagin og tað hevði hann eisini fyrireikað seg til. Men nú staðfestir hann kortini, at hesin fundurin verður av ongum, tí annar fundur er settur á skrá tá. Men tað ber altíð til at koma fund við Nólsoy­ ing­ar, staðfestir hann einaferð afturat. Kortini heldur hann, at enn er ikki so nógv at halda fund um, tí ætlanin er ikki komin so langt. - Vit ætla sjálvandi at taka nólsoyingar við upp á ráð, men enn er tað ikki komið so langt, at tíðin er komin til tað, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at Strand­ ferðslan hevur fingið pening til at projektera eitt nýtt nólsoyarskip. -Tað er Strand­ferðsl­­an farin í holt við. Men enn er onki liðið við tí arbeiðn­um og tað ber ikki til at bjóða skipið út, fyrrenn peningur er játt­ aður og tí verður tað ikki fyrrenn næsta ár, at ar­beiðið kann bjóðast út. Tá ið arbeiðið er komið eitt sindur longri, er sjálvandi ætlanin at hava fund við nólsoyingar fyri at fáa teirra hugsan um, hvussu skipið skal síggja út, staðfestir Jacob Vestergaard. Er til reiðar at hitta nólsoyingar Jacob Vestergaard sigur, at sjálvandi fara tey at ráðføra seg við nólsoyingar, so at teir fáa ávirkan á, hvussu ein nýggj Rita fer at síggja út. Men so langt er málið ikki komið enn, sigur hann Heilsumát verða tikin Hjartafelagið skipar um vikuskiftið fyri tiltakið, har tey vitj­ andi kunnu máta ymisk heilsulig lyklatøl. Tiltakið verður í veitslu­­høllini hjá Landssjúkrahúsinum fríggja- og leygar­dag­ in. Høvi verður at fáa blóðtrýst, hædd-vekt (BMI), kolesterol og blóðsukur mátað. Eitt lítið spurnarblað verður at útfylla. Ymiskt kunningartilfar verður til taks, og fólk frá hjarta­ felagnum svara spurningum. Eisini verður ein kostráðgevi, ið gevur vegleiðing um kost og vísir ymiskar heilsugóðar rættir. Kunningartilfar, blóð­trýst­ máting og BMI-máting eru ókeypis. Blóðroyndin (kolesterol/blóðsukur) kostar 50 kr. Kaupthing er gott pappír Seinasta kredittmetingin frá Moody’s Investor Service hevur flutt Kaupthing enn eina deild upp. Langtíðar skyldurnar hjá Kaupthing, so sum lánsbrøv og langtíðar innlán, verða nú mett sum Aaa, ið er hægsta kredittmeting. Kaupthing hevur eina tíð havt hægstu kreditt-metingina innan stutt-tíðar skyldur, og nú verða langtíðarskyldur felagsins altso mettar eins høgt. Nýggj Rita er harðliga tiltrongd og nólsoyingar strongja á fyri at fáa gongd á málið. Men teir eru vónbrotnir um, at teir onki frætta aftur úr landsstýrinum – Endaligu kanningarnar av tunnils­føringini millum Streymoy og Sandoy verða lidnar í mai mánað í ár! Hetta kom fram í einum svari í tinginum í farnu viku Samferðsla Snorri Brend Sandoy: Gerhard Lognberg spurdi Bjarna Djurholm um sambandið um Skop­un­ arfjørð. Í svarinum kom fram, at klárt verður at gera verk­ lags­lógina endaliga lidna í juni mánaði. Ætlanin er síðani at senda flokkunum lógaruppskotið áðrenn summarsteðgin og leggja lógina fyri tingið fyrst í august. Orsøkin til, at lógar­upp­ skot­ið ikki kann leggjast fyri tingið nú er, at upp­skot­ ið ikki er nóg full­fíggj­að. Varð tað lagt fyri tingið nú, hevði verið neyðugt at komið við nýggjum upp­ skoti í heyst fyri at kunna bjóða Sandoyartunnilin út. Verður lógaruppskotið sam­tykt í løgtinginum í heyst, verður farið undir at fyri­reika útbjóðingina av verk­ætlanini. Gongur sum ætlað, verður tunn­ils­arbeið­ ið boðið út í tíðliga í 2008. Arbeiðið kann byrja 10 vik­ ur aftaná útbjóðingina. Eitt alment partafelag fer at taka sær av arbeiðinum eftir sama leisti sum hinir undir­sjóvartunlarnir eru gjørdir eftir. Tunnilin verður mettur at kosta 680 mió krónur. Í langtíðarætlanini verða 20 mió játtaðar í 2008, og síðani 60 mió krónur árliga tey næstu 11 árini. Væntast kann, at tað tekur uml. 4 ár at gera tunnilin lidnan. Sandoyartunnilin: Klárt at bora næsta vár