Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2007 Søkir stjóra Jákup á Dul Jacobsen leitar nú eftir stjóra til partafelagið Stórutjørn, sum skal byggja íbúðir, handlar, skrivstovur og ítróttarbygningar við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum. Tað er advokatfyritøkan Annfinn V. Hansen, sum lýsir starvið leyst, og í lýsingini stendur millum annað, at umsøkjararnir skulu helst hava útbúgving innan leiðslu- og fíggjarstýring, men fólk við góðum royndum eru eisini vælkomin at søkja. Starvið er ikki tíðaravmarkað. Eigaraskifti Tað er vorðið rættiliga vanligt, at føroyskar fyritøkur skifta eigarar, og nú hevur eigaraskifti verið í gomlu fyritøkuni Kemilux. Norðlýsið skrivar, at Jan Ziskasen hevur keypt ein lítlan helming av fyritøkuni. Heilt neyvt hevur hann keypt 49,5 prosent. Ein tilsvarandi part eigur stjórin í fyritøkuni, Debes Petersen, meðan Eyðfinn Jacobsen eigur eitt prosent. Jan Ziskasen starvast sum KT-stjóri hjá stóru fyritøkuni KRAFT í London. Tað er ikki ein spurningum um at leggja saman, men meira hvussu og nær hetta verður gjørt. Fyri at fáa eina kappingarføra og sterka kommunu mugu eysturoyingar eisini við. Hetta var ein av niðurstøðunum á panelfundi í Klaks­ vík um vikuskiftið Kommunu­ samanlegging Steintór Rasmussen stra@post.olivant.fo – Tað er ikki so nógv ein spurningur um mína mein­ ing. Vit ganga ímóti sam­an­ legging og um eini 4 til 6 ár, so verða Norðoyggjar ein kommuna. Orðini átti Pól Fuglø í Hvannasunds Kommunu. Tað tóktist ikki sum um hann persónliga var so heit­ ur fyri at leggja saman, men kortini helt Pól tað vera rættast, at øll síggja hendan veruleikan í eyguni. Hóast fleiri av teimum fólkavaldu høvdu trupult við at svara ja ella nei uppá spurningin, um Norðoyggjar skulu verða ein kommuna, so vildi ongin leggja seg tvør­ an í hesum afturvendandi spurninginum. Heldur ikki Magni Garða­ líð á Húsum, sum tó saknaði eina ætlan og størri virðing fyri smáplássunum. - Tað kann ikki verða ætl­ anin at vit bara lata matrik­ ulin frá okkum og so onki meira. Vit eru ikki ímóti at leggja saman við Klaksvík, men tað týdningarmesta er, at borgararnir í smærru kommununum eisini verða tiknir við uppá ráð og at ein samanlegging kemur øll­um pørtum til góðar. Eyðun Jacobsen, borgar­ stjóri í Svínoy ásannaði at hansara kommuna hevði merkt afturgongd og fráflyt­ ing seinnu árini, men um­ráð­ andi er, at vit ongantíð missa móti og royna at hyggja frameftir. - Eitt gott ferðasamband er alt avgerðandi fyri Svín­ oynna. Eyðun legði afturat, at politiskt verður arbeitt við at leggja saman við Klaks­víkar Kommunu og Svínoyggin við sínum nógva upplandi og møguleik­ um fyri framtíðar flog­ ferðslu eigur at vera áhuga­ verd fyri Norðoyggjar og all­ar Føroyar. Eysturoyingar við Jógvan við Keldu, løgtings­ maður meldaði púra greitt út at hann var fyri saman­ legg­ing. Men fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík vísti samstundis á, at skal verða talan um eina stór­ kommunu í fremstu røð inn­ an fiskiskap, skúla, handil og mentan, ja var tað um­ráðandi at fáa nakrar tús­ und eysturoyingar við aftur­ at. Steinbjørn O. Jacobsen sitandi borgarstjóri í Klaks­ vík dregur somu línu sum undangongumaður hansara í landsins næststørsta býi. Hann harmaðist og fýltist á, at Løgtingið skerjir tað kommunala sjálvræðið við ikki at lata borgararnar í Leir­vík, Fuglafirði og Gøtu sleppa at velja hvønn vegin samstarvið skal verða. Fremstir innan fiskivinnu Panelfundurin í Klaksvík leygardagin var sum heild spakur og uppmøtingin var so sum so. Spurningurin “ Hvat vilja vit við Norð­ oyggj­um” varð ongantíð greitt svaraður. Kjakast var eitt sindur um viljan hjá lands­politikarum at leggja almennar stovnar í Norð­ oyggjum og spurt varð um nytt­una í at leggja nøkur hiss­ini fastlønt arbeiðspláss kring landið. Absalon í Buð, sum stýrdi fundinum, helt fyri, at um politiskur vilji og samanhald var til­ stað­ar, so kundi Norðoyggjar í framtíðini verið eitt kraft­ sentur innan fiskivinnu við øllum tí sum hetta innibar av gransking, kunnleika inn­ an sigling, skúlaskap, fiski­ vinnu­stovu, matvørufram­ leiðslu og øllum almennum tænustum hesum viðvíkj­ andi. Byggið fleiri hús Bjørn Kalsø, fiskimálaráð­ harri, segði, at hóast fiski­ vinnan fevnir um alt landið, so hava norðoyingar góðar traditiónir innan sjóvinnu og kunnu í framtíðini í upp­ aftur størri mun gerast eitt fiskivinnukraftsentur. - Vit hava dugnalig sjó­ fólk og fiskimenn. Tí er tað umráðandi at vit síggja møgu­leikarnar á heims­korti­ num. Men grundleggjandi for­treytirnar, hús, barna­ garðar, skúli, samferðsla og trivnaður skulu vera í lagi. Frá salinum varð havt at Klaksvíkar Kommuna, sum leingi ikki hevur orkað at metta tørvin av grund­ stykkjum. Steinbjørn O. Jacobsen vardi seg við at siga, at ein orsøk til nógvs bygging og vøkstur í høvuðsstaðnum var, at privatir enterprenørar uppkeyptu jørð og seldu lidnar loysnir til privatfólk. - Vit hava saknað hetta slagi av framfýsni innan byggi­vinnuna í Norð­oyggj­ um, men nú eru glottar at síggja, eitt nú við íbúðunum í Ánunum, segði borgar­ stjórin í Klaksvík. Norðoyggjar ein kommuna Panelfundurin við politikarum úr Norðoyggjum varð skipaður í samband við Torradagarnar sum vóru í Klaksvík alla vikuna Mynd: Høgni Thomsen