Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2007 Klakvíkar Býráð tekur eitt tak fyri at nøkta tørvin á barna­­­ansingini Barnaansing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Klaksvíkar Kommuna ætlar nú at byggja ein stóran barna­­garð afturat í Klaks­ vík. Í løtuni eru tey í ferð við at byggja barnagarð á Trað­ argøtu til 60 børn. Tann barnagarðurin verð­ ur liðugur mitt í summar og tá verður beinanvegin farið undir at fyrireika ein barna­ garð afturat. Hesin barnagarðurin skal byggjast í nýggja býlingi­ num undir Grashjalla í Heln­ arbrekku. - Har eru 48 grundstykki útstykkjað og nú verður far­ ið at útstykkjað 48 stykki afturat. Har verða sostatt 96 hús, táið avtornar. Harafturat verða eisini íbúðarblokkar bygdir, so til­ samans verður talan um ein stóran býling. Steinbjørn Jacobsen borg­ arstjóri, sigur, at nú er so ætl­anin at byggja barnagarð í hesum nýggja býlingi­ num. Hann sigur, at talan verð­ ur um eina barnagarð og vøggu­stovu til ímillum 40 og 60 børn, tað er ikki enda­ lig støða tikin til tað enn. Málið er ikki viðgjørt á býráðsfundi enn, men bæði sosiala nevnd og fíggjar­ nevnd eru samd um at fara undir byggingina, so borgar­ stjórin ivast onga løtu í, at býráðið eisini samtykkir ætl­anina. Í ár er so ætlanin at fyri­ reika byggingina, so at spak­ in kann setast beinanvegin tíðliga í næsta ár. Borgarstjórin sigur, at ætl­ anin er, at talan skal vera um eina skjóta og einfalda bygging, so at barnagarðurin kann takast í nýtslu so skjótt sum gjørligt. Hann væntar ikki, at tað skuldi tikið meiri enn eitt ár at bygt stovnin. Annars standa eini 80 børn á bíðilista at sleppa í dagrøkt. Av teimum sleppa 60 børn inn í barnagarðin, sum verður tikin í nýtslu í summar. Tá ið so barnagarðurin und­ir Grashjalla verður lið­ ug­ur um eitt ár, fer at nærk­ ast, at tørvurin verður nøkt­ aður, hóast tað legst til alla tíðina. Søgulig bygging Barnagarðurin, sum nú er í gerð á Traðargøtu, er í veru­ leikanum ein søgulig bygg­ ing, tí hetta er fyrstu ferð yvir­høvur, at Klaksvíkar Bý­ráð byggir ein stovn. Annars hevur kommunan bara keypt hús, til tey enda­ mál, sum brúk hevur verið fyri húsi til. Men tað er ikki meiri enn næstbest at keypa gamalt so tað er í veruleikanum eitt ný­brot hjá kommununi, at nýggjur barnagarður verður bygdur. Nú fer Klaksvíkar Býráð at samtykkja nýggjan býarskipan, men tað er ikki semja um, antin umstríddi Gerðar­ bøur skal friðast ella ikki Býarskipan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið at gera nýggja býar­skipan fyri Klaksvík er við at koma undir land. Arbeiðið at endurskoða býarskipanina er komið so mikið áleiðis, at nú er at kalla klárt at leggja mál­ ið fyri býráðsfund. Steinbjørn O. Jacobsen dylir ikki fyri, at hann er spentur at vita, hvussu tað fer at gangast. Í býarskipanini verður ásett, hvar bústaðarøki skulu vera, hvar fríøki skulu vera og hvar ídn­aðar­ øki og ítróttarøki skulu vera. Sostatt eru eisini ásett, hvussu skal vera við økj­ um, sum í dag eru óbygd. Herfyri var borgara­fund­ ur um nýggju býar­skip­an­ ina Borgarafundurin var ógvuliga fjølmentur, tí har vóru eini 800 fólk og tey høvdu nógvar viðmerk­ing­ ar til ætlanirnar hjá býráð­ num. Borgarstjórin sigur, at allar hesar viðmerkingar eru tiknar við, men hann staðfestir eisini, at býráðið hevur ikki gingið øllum ynskj­um á møti, tí tað ber ikki til. Ikki skerst burtur, at eitt, sum hevur havt serliga áhuga hjá klaksvíkingum, er, hvørja lagnu tann um­stríddi Gerðarbøurin skal fáa. Býráðið hevur áður sam­ tykt at byggja handils­bygn­ ing har, men hetta hevur loypt øði í nógvar klaksvík­ ingar, tí tey vilja hava bøin friðaðan. Og borgarstjórin stað­ festir, at tað helst ikki semja í býráðnum um Gerðar­bø. - Summir býráðslimir vilja hava hann friðaðan, aðrir halda, at tað er onki í vegin fyri at byggja á hon­ um, partvís. Sjálvur heldur borgar­ stjór­in, at tað er onki í veg­ in fyri at byggja á einum parti á honum. Hann vísir á, ein gamla gøta út í Grøv og hon skal í hvussu so er varðveitast og nakað aft­ urat niðan frá henni. Í nýggju býarskipanini, hevur umisitngin hjá bý­ráðnum sett Gerðarbø av til almenn endamál og til íbúðarbygging. Men nú skal málið so til politiska viðgerð í býráð­ num. Tá ið býráðið hevur sam­ tykt ætlanina, skal býar­ skip­anin liggja frammi í eina tíð, so at almenn­ing­ urin fær høvi at gera sínar viðmerkingar, sigur borg­ arstjórin. So skal býráðið viðgera málið einaferð afturat og samtykkja býarskipanina fyri aðru ferð, áðrenn hon verður send landsstýrinum, sum skal staðfesta hana. Byggja barnagarð í nýggjum býlingi Klaksvíkingar framvegis ósamdir um Gerðarbø Minnisferð Um vikuskiftið vóru 43 fólk úr Esbjerg eina serliga ferð tvørtur um Norðsjógvin. Tey 43 eru avvarðandi hjá 16 donskum fiskimonnum, sum doyðu, tá eitt týskt herskip søkti tvey skip úr Esbjerg í februar í 1940. Á ferðini við varð steðgað á staðnum, har tey bæði skipini vórðu søkt, og tey avvarðandi fingu høvi at tveita blómur á sjógvin. Kanningar hava avdúkað, at tað týska herskipið sigldi tey bæði donsku fiskiskipini niður. Sigldi á land Hvørja einastu viku siglir okkurt skip á land í Danmark, og hendan vikan var ikki meiri enn byrjað, tá tað fyrsta stóð. Hesaferð var tað farmaskipið ”Coronia”, sum sigldi á eina grynnu í Oyrasundi úti fyri Kastrup í nátt. Danska bjargingartænastan sendi alt fyri eitt eitt skip at kanna, um olja lak úr skipinum, men so var ikki. Samstundis skuldi løgreglan kanna, um yvirmenninir á brúnni høvdu drukkið. ”Coronia” var á veg til Estlands eftir farmi. Klaksvíkar Kommuna byggir barnagarð til 60 fólk og tað er ein søgulig bygging. Tá ið hon er liðug, skal ein stórur barnagarður byggjast afturat