týsdagur 27. februar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 41 - 27. februar 2007
Vit hava áður her víst á eitt nýtt rák í norðureuropeisku
samfeløgnum, nevnliga at átrúnaður og etikkur hava ein
alt størri leiklut í politikki og almennum orðaskifti. Dømi
eru eisini um, at hetta rák í ávísum førum knappliga er
vorðið til øsing, har farið verður út um alt mark, sum kann
góðtakast í fólkaræðiligum samfelag. Stutt sagt átrúnaðar
spuringar, etiskir spurningar og kensluborin mál fylla
nógv í europeiskum og serstakliga norðurlendskum fólka
ræði og politikki. Spurningar verða settir við gomul og
samtykt virði, og liberala demokratiið, soleiðis sum vit
hava kent tað seinastu stórt hundrað árini er undir trýsti.
Lagt skal verða afturat, at hetta trýst kemur ikki bert frá
átrúnaðarligum síðum. Tað kemur eisini frá stórum og
sterkum multinationalum skipanum, ið er uttan fyri vanligt
demo kratiskt eftirlit eins og hetta trýst stavar frá tí demo
kratiska undirskoti, ið eyðkennir stór lond og samveldi,
eitt nú Rusland, USA og ES.
Tað eru tí nógvar og góðar grundir til at hava eitt støðugt
og dygdargott samfelgasorðaskifti um allar teir mongu og
álvarsomu spurningar, sum mugu verða settir orsakað av
og í sambandi við alt hetta nýggja rákið. Vit hava øll ein
stóran tørv á at fata, hvat tað er, sum hendir og hví alt
hetta hendir júst nú. Altjóðagerðin hevur nomið land í Før
oyum. Vit eru uppá gott og ilt partur av alheiminum, og
tað er tí bæði klókt og neyðugt, at vit læra at skilja tað,
sum hendir í samfelagnum. Bestu ráð í so máta er orða
skifti, dialogur og upplýsing. Tað er við hesum í huga, at
Miðlahúsið hevur boðið navnframa danska politikaranum,
Naser Khader, og konu hansara, Bente Dalsbæk, at koma
til Føroya fyrst í apríl mánaði. Naser Khader er 43 ár og
útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið á Fólkatingi
síðan 2001 fyri Radikala flokkin, og hann hevur skrivað
fleiri bøkur, har hann millum annað viðger islam og fólka
ræði. Bente Dalsbæk er 40 ár, útbúgvin løgfrøðingur, og
hon starvaðist 10 ár í Fólkatinginum.
Á ferðini fara hjúnini at halda fyrilestrar í Miðlahúsinum
eitt nú um, hvar markið gongur millum átrúnað og fólka
ræði: Hvussu nógv eigur átrúnaður at fylla í tí nýmótans
samfelagnum? Er tað í lagi at bjóða átrúnaðinum av? Hví
eru tær átrúnaðarligu kenslurnar viðkvæmari enn tær
demokratisku? Eftir framløguna verður orðaskifti og høvi
at seta spurningar. Fokus verður eisini sett á støðuna hjá tí
donsku kvinnuna, sum gerst partur av einari muslimskari
familju. Eftir framløguna verður kjak um leiklutin hjá
kvinnum og um javnstøðu. Hjúnini eru kendir debattørar,
og vitjanin gevur okkum eitt einastandandi høvi at kunna
okkum við avgerandi og týdningarmiklar tættir av tí ráki,
vit hava lýst omanfyri. Vitjanin hjá Naser Khader og Bente
Dalsbæk er ein liður í eini røð av tiltøkum hjá Miðlahúsi
num, har fólkaræðið er í fokus og har lagt verður upp til
eitt upplýsandi og kveikjandi orðaskifti um hetta týdningar
mikla evni og viðkomandi spurningar í hesum sambandi.
Sosialurin
Átrúnaður og
fólkaræði í fokus
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nøvn
Altjóða móðurmálsdagin
sluppu vit aftur at eita
Aage, Jacob o.s.fr.!?
Altjóða
móðurmáls
dagur var 21. februar. Í
einum álmanakka stóð
móðirmálsdagur!
Júst hendan dagin bór
ust tíðindini frá landsins
stýri, at vit nú helst hava
loyvi til næstan alt á
navnaøkinum!?
Eita dreingirnir Áki
ella Jákup, so kunnu vit
vist nú broyta nøvnini til
Aage (Åge) ella Jacob,
sum langabbarnir kanska
vórðu noyddir at eita!?
Eita genturnar Durita
ella Malan, so ber nú
helst til at broyta nøvnini
til Dorthe ella Malene,
sum
langomm urnar
kanska vórðu noyddar at
eita!?
(Orsakið meg, tit, sum
eita so!).
Eru hetta ikki víðsjón
ir? Fólkið aftur sloppið
úr hafti!?
Væl tíðað, Jacob!
Til lukku, Føroyar,
mítt land!
Á Borg á Argjum ingi
gerðardag 2007
E.S. Grætur tú, land mítt,
í hesum víðsjónatíðum?
Aftur eitt bakkast, sigur
tú?
Við navnakvøðu
Eyðun
á Borg
Eitt øðiligt kjak tók seg
upp, nú tað gjørdist greitt,
at Føroyar fáa egna sendi
stovu í Reykjavík. Loysing
arskribentarnir vóru í øðini
tá teir frættu, at føroyska og
danska sendistovan skuldu
halda til undir sama taki.
Tílíkt má jú ikki henda. Tá
ger tað minni, um talan er
um onkra aðra sendistovu
– tað má bara ikki vera tann
danska.
Seinni kom fram, at hetta
við at húsast í kjallaranum
á donsku sendistovuni var
ein íspunnin søga, og tí
vóru kanónirnar snaraðar
ímóti flaggstongini uttanfyri
sendistovuna, tí har skuldi
danska flaggið veittra. Og
so varð aftur eldur í skála
num.
Fyrimunir og vansar
Nú er tað soleiðis, at líka
mikið um vit vilja tað ella
ikki, so eru Føroyar partur
av danska ríkinum. Hetta
gevur okkum nógvar fyri
munir, men eisini nakrar
vansar. Hin møguleikin er
fullveldi, sum uttan iva eis
ini gevur bæði fyrimunir og
vansar.
Hvør av hesum møguleik
unum gevur fleiri fyrimunur,
og hvør gevur fleiri vansar,
eru vit ikki øll á einum máli
um. Sjálvur eri eg ikki í iva
um, at ríkisfelagsskapurin
er nógv tann betra loysnin,
men eg veit sjálvsagt, at tað
eru onnur sum meina nakað
annað.
Vit hava frítt val
Ein avleiðing av at vera í
ríkisfelagsskapinum er, at
vit hava ikki okkara egna
uttanríkispolitikk. Tað er
hetta sum forðar okkum í at
hava sjálvstøðugar sendi
stovur
undir
føroyskum
flaggi. Men Loysingarflokk
arnir kunnu saktans stovna
sjálvstøðugar
føroyskar
sendistovur hvar tað skal
vera, um tað er tað, teir
vilja. Tað krevur bara, at
teir loysa Føroyar úr danska
ríkinum og gjalda tað sum
loysingin kostar. Tann møgu
leikan høvdu teir øll árini
frá 1998 til 2003, tá teir
høvdu meiriluta á Føroya
Løgtingi, og hesin møgu
leikin varð eisini royndur í
ólukkumát. Men teir góðust
á hálvari leið, tí teir varn
aðust, at vansarnir gjørdust
ov nógvir og fyrimunirnir
ov fáir. Teir vildu hava fyri
munirnar,
men
ræddust
vansarnar. Tí bakkaðu teir
út, og sita nú og grenja um
vansarnar av at vera í ríkis
felagsskapinum. Hví loystu
teir so ikki, tá teir høvdu
møguleikan?
Tað vóru ikki sambands
fólk sum noktaðu teymum
at loysa, tí tað høvdu vit
ikki mandat til. Nei tað
vóru teir sjálvir, sum rædd
ust sítt egna barn, og tann
sum ikki torir at loysa, av
ótta fyri avleiðingunum, má
finna seg í at vera í ríkis
felagsskapinum – við teim
um fyrimunum og vansum,
sum tað hevur við sær.
Íslandsk sendistova
í Havn
Meðan fullveldisføroyingar
soleiðis øsa seg upp av tíð
indunum um, at føroyski
sendimaðurin í Reykjavík
skal vera kjallarabúgvi á
donsku sendistovuni har, so
lata íslendingar upp eina
sendistovu í Havn. Hon skal
húsast í teirri aggomlu
“Fútastovu”, sum er gamli
bústaðurin hjá einum donsk
um fúta, donskum sorin
skrivara og donskum hand
ilsforvaltara í Føroyum.
Henda fornaldarliga danska
“sendistova” í Føroyum er
eftir øllum at døma eitt
ríkiliga gott tilhaldsstað hjá
sendimanninum fyri full
veldisríkið Ísland. – Eg
meini so við – fyrimunir og
vansar...
Íslendsk sendistova á donsku
ambasaduni í Havn
Helgi
Abrahamsen