Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2007 11 Verandi upsa-veiðu­mynst­ ur má albøtast. Grannar hava gjørt royndir við góð­ um úrsliti at føra toska- og hýsu-fong livandi til lands. Eingin fígging til føroyska verkætlan, hvørs endamál er at flyta livandi upsa til lands. Uttan dygga fígging verða Føroyar ikki millum fremstkomnu tjóð­ ir ár 2015. Verandi upsa- veiðumynstur Trolveiða eftir upsa undir Føroyum hevur verið merkt av lágum manningartalið, longum og stórum hálum eins og tungum drúgvum stríði at fáa fiskin kruvdan og í ís. Tað er komið fyri, at trolmenn ikki hava fingið høvi at hvíla í samfullar 65 tímar. Vandin fyri vanlukk­ um veksur við vekring og ovurvekring. Høpisleysur ar­beiðsháttur. Vána fyri­skip­ an. Eftir at kryvjimaskinan kom, gongur hagreiðingin skjótari, men innvølurin verður allur oyðilagdur og fiskurin fær fleiri skurðlýti. Avleiðingin av teimum drúgvu og (ovur)stóru hálun­ um er meiri og minni blóð­ sprongdur og dygdarskerdur fiskur. Stórt sæð allir rygg­ irnir eru týðuliga merktir av ringu viðferðini. Teir eru dimmreyðir eftir allari longdini av blóði. Orsøkin er sjálvsøgd. Fiskurin verð­ ur illa kroystur tá yvirfylti trolposin verður drigin inn. Slík arbeiðsgongd minkar virði á ráevninum, forðar fyri framleiðslu av há­virð­ isúrdráttum og skerjir inn­ tøkumøguleikarnar hjá landi og tjóð. Strongdur fiskur Undir longu tóvunum hava fiskarnir, ólukkudýrini, svom­ið skjótt, langt og leingi, áðrenn teir ikki orka meiri og detta síðani aftur í posan deyðlúgvaðir og strongd­ir. Óivað doyggja fleiri í posanum. Pøstur fisk­ur hevur høgar kon­ centra­­tiónir av strongdar­ hor­monum so sum hydro­ cortison, adrenalin og nora­ drenalin. Harafturat er pH í vøddunum vorðið lágt. Hesi viðurskifti hava við sær, at fiskurin verður skjótt deyðs­ stívur (rigor mortis). Kann­ ingar vísa, at strongdur fisk­ ur deyðsstívnar væl skjótari (eftir 2 tímum) enn óstrongd­ur fiskur (eftir 24 tímum). Eftir deyðstívleikan fara ymisk sløg av íbornum virknum kveikum (enzym­ um) undir niðurbrótandi virk­semi í stóru hvítu vødd­ unum og bindivevnaðinum, sum heldur vøddabólkunum saman. Tilgongdirnar fara fram hóast ísing og vanliga frysting. Lágur temperaturur minkar tó vanliga um reak­ tiónsferðina. Hjá summum fiskasløgum hava ávísir kveikar (ATP-asur) tó stórri reaktiónsferð við 0 oC enn við hægri flóleika (tempe­ ratur). Kveikarnir eru eitt nú proteinasur, so sum cathep­sin B, D, H, L, X, calpainir, peptidasur, colla­ genasur, ATP-asur, decar­ boxylasur, trimethyla­min­ oxid-oxidoreductasa, trimthylaminoxid-deme­ thylasa (virkin niður til - 29oC), lipasur, phospholi­ pasur eins og lipoxygenasur av ymsum slag. Samanborið við hvíldan fisk er flakið av overvaðum fiski reyðari, hev­ur verri vatnbind­ingar­ evni og fleiri rivur. Vøran verður ikki fyrsta floks og prísurin verður hareftir. Longu og drúgvu hálini eru harafturat meiri orkukrevj­ andi enn tey stuttu. Car­ bondioxid-útlátið verður óneyð­uga stórt. Lága sølu­ virðið hevur við sær, at fiskast má størri nøgd fyri at fáa raksturin at bera seg, og fiskastovnarnir verða trá­ royndir. Fiskiskapurin verð­ ur ikki burðardyggur. Alt í alt ein veiðu- og arbeiðs­ háttur, ið er ringur fyri fisk og fólk, og sum betri varð bøttur. Royndir uttanlands at føra livandi fong til lands Uttanlands eru royndir gjørdar at føra livandi húka- , snurriváð- og rúsu-veiddan fisk til lands. Talan er um tosk og hýsu. Fyribilsúr­slit­ ini tykjast lovandi. Fongurin verður avlívaður og flaka­ skorin, tá fiskurin hevur hvílt í eitt døgn. Við fiskin­ um havdum í nót kann bíð­ ast við tøkuni um neyðugt, so javnari arbeiðsgongd fæst. Er marknaðurin yvir­ fyltur og prísurin lágur, so kann steðgast á við avlív­ing­ ini til eftirspurningurin er hóskiliga stórur, dagar, vik­ ur ella mánaðir seinni. Dygdin á úrdráttunum úr svá-veiddum fiski er fyrsta floks og prísurin høgur. Møguleiki er eisini at gagn­ nýta allan fiskin. Í gomlum døgum kom fyri, at prísurin á livandi brunn-fiski var 100-ferðir hægri enn vanligt á enska feskfiska­markað­ inum. Á sølutorginum á bryggj­uni í Bergen, 2001, varð livandi 2 kg toskur seldur fyri umleið 250 Nkr hvør. Prísurin á góðum vælhagreiddum upsa hevur verið omanfyri 10 Dkr/kg uttanlands, meðan hann var umleið 3 Dkr/kg her á landi. Leggjast kann afturat, at prísmunurin á ringum og góðum fiski á (illa-virkandi) føroysku uppboðssøluni er munandi minni enn á teim­ um útlendsku. Ætlaðar føroyskar kanningar Í Føroyum verður upsi fyri tað mesta veiddur við troli. Útlendsku royndarúrslitini við øðrum fiskasløgum og aðrari útgerð kunnu tí ikki nýtast beinleiðis her á landi. Ein av óivað mongum hætt­ um at betra um dygdina av upsanum hevði verið at skip­að so fyri, at tóvini vóru stutt, og ikki ov nógv kom í trolið. At posin varð hálaður inn ímóti, fiskurin pumpaður upp í brunn við innbygdari oxygen-veiting, og fongurin førdur til lands, tá brunnurin var fullur. Brunnbátur kundi eisini kom­ið út eftir fonginum. Hes­in veiðuháttur hevur ikki verið royndur her á landi, og tí eru nógvir spurn­ ingar at svara og nógvir trupul­leikar at greiða. Til dømis veit eingin, hvussu stórur partur av fonginum er livandi, tá hann er komin upp í brunnin. Eingin veit heldur hvussu trolast skal, og hvat fyri trol-skap er best hóskandi fyri at fáa sum mest av livandi fiski upp úr sjónum. Menningar­ verkætlan er tí ynskilig at seta í verk. Ein av stovnaðu granskingarkjarnunum søkti saman við vinnuni um pening til verkætlan, hvørs endamál var at flyta veiddan upsa livandi til lands. Hóast søkt varð um eina lutfalsliga lítla upp­ hædd, so varð umsøknin ikki játtað. Ikki tí at verk­ ætlanin var vánalig. Nei, or­søkin er manglandi fígging til rannsóknir. Henda verkætlanin er bert ein av mongum, ið hava til endamáls at menna høvuðs­ vinnuna, og sum ikki fáa fígging her á landi. Tað er lítið sannlíkt, at útlendskir (EU) grunnar og stovnar fara at fíggja føroyskar gransk­ingar- og menningar­ verkætlanir, sum vit ikki vilja part-fíggja sjálvi. Fattandi fígging forðar framburði í Føroyum Føroysku myndugleikarnir, umboð fólksins, skilja eftir øllum at døma ikki, at neyð­ ugt er at seta munagóða upphædd av til gransking og menning. Rímuliga nýggj­­ar kanningar av ár­lig­ ari føroyskari fíggjar­nýtslu til gransking og menning vís­ir, at hon samanlagt ligg­ ur nærri 50 milliónum Dkr enn 85 milliónum Dkr. Í mun til bruttotjóðarúrtøkuna ein lítil upphædd (0,5%) sam­mett við fæið hjá út­lendsku kappingar­neyt­un­ um (3-4%). Ein greið fatan av fortreytunum fyri fram­ burði tykist eisini fjar, tí sjálv­ur krummtappurin í einum og hvørjum fram­ komnum vitanarsamfelagi er lagdur fíggjarliga upp í haft her á landi. Talan er um Landsbókasavnið. Hesin stovn­ur, ið umsitir alneyð­ ugu elektronisku altjóða fróðartíðarritini, hevur tað tungt peningaliga. Kortini megnar hann eftir umstøð­ unum at veita eina rímiliga góða tænastu, takkað veri dugnaligu starvsfólkunum. Politiskt framsetta ynski um at vera í fremstu røð ár 2015 verður neyvan uppfylt, fæst ikki dygg fígging til rannsóknir og reistur (menning) til ávís útvald evni strax. Mikið spell um visión-2015-ætlanirnar bara verða til hugnaprát við lítlum og ongum álvara aft­ an­fyri. Men eftir gongdini seinastu árini og nú kann bara staðfestast, at rong rað­ festing teirra ráðandi hevur forðað og forðar fyri skjót­ um framburði í Føroyum. Fattandi fígging forðar trol-framburði í Føroyum Hóraldur Joensen Aftursvar til Gerhard Lognberg Fyrst má eg siga, at eg skilji ikki Gerhard Lognberg, tá ið hann skrivar, at eg havi ótrúligar holdningar til Guds orð, og í sama andadrátti skrivar, men Gud havi lov, at vit hava rætt at siga tað, vit vilja í okkara landi. Síðani skrivar Gerhard Lognberg. Einaferð í einum skrivi hevði tú at fólki, sum bukaði onnur í høvdið við skrift­ støðum úr Bíbliuni. Nú haldi eg, at flest fólk, sum tú ikki ert samd við, ganga við nógvum pentum í høvd­ unum, sum tú bukar onnur við skriftstøðum. Skilur Ger­ hard Lognberg veruliga einki av tí, ið eg havi skrivað. So er einki at gera. Eg gevi Gerhardi púra rætt í, at greinin gjørdist alt ov long, men hetta kom júst av tí, at eg ikki vil sleingja um meg við skriftstøðum, uttan at siga frá, í hvørjum saman­ hangi tey eru søgd. Tú kanst ikki døma fólk eftir einum versi, sum tú sjálvur finnur fyri gott. Tá ið Gerhard setur spurningin: Ert tú so uppgearað av tí, at grein 266b varð samtykt, og sær bara fyri tær, at best var, at øll vóru kynsvillingar? Tá spyrji eg meg sjálv­an. Hvussu kann nakar, ið kallar seg kristnan, skriva nakað so niðrandi um Guðs skaparverk? Spurningur nr. 2: Ert tú ikki á markinum at fara ov langt viðvíkjandi øðrum, sum tú ikki metur eru líka trúgv­andi sum tú? Eg veit meg ongantíð hava sett spurn­ ing um, hvør er trúgvandi ella ikki. Tað einasta eg havi gjørt, er at endurgeva Halgubók. Um bønarmøti ella ikki, trúgvi eg, at foldaðar hendur hava líka nógva megi í einsemi sum í fjøld. Tann tyngsta bønin er uttan iva Jesusar egna bøn: »Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt«. Tórshavn 21. febr. 2007 Nicolina Jensen Beder Fiskimásarnir í Oyrasundi Sjálvshatur. Hetta var heitið á skilvísari grein, sum høvundurin Steinbjørn B. Jacobsen skrivaði í Dimmu fyri mongum árum síðani. Serføroyska lyndið, mundi hann meina við. Ella? Visiónsleysu og tjóðleysu føroysku public-service stovnarnir, ið makaleyst lensa føroyingin fyri 60-70 milliónir krónur um árið, hava elt nationala flogfelagið eirindaleyst síðani 10. oktober. Aftur í gjár. Ein likka hevði onkursvegna fløkt seg í rennilin á tí eina av fýra motorum á flogfarinum hjá AA, táið farast skuldi á flog vestur í sundið ímillum Danmørk og Svítjóð, skilst. Hetta man vera gerandiskostur í loftrúminum, at fugl­ urin, sum Guð skapti ein av fyrstu døgunum, kolliderar við hesar mannagjørdu flogdrekar. Havi ikki hoyrt hetta grett nakrar staðir har eg havi verið, og hugsaði tí bara, hvussu nógva orku public-service rásirnar í øðrum londum munna brúka til at grava í smálutum, onkisigandi tíðindum og natúrligum gerandismálum sum hesum. Veit nakar at siga føroyingum frá tí? Einaferð var útvarpið ein tjóðarbyggjandi støð, nú er hon í størstan mun støð í danskari tjóðarbygging, sum flýtur í nationalum sjálvshatri. Onkur má heita á danir ella sviar, um at beina fyri fiskimásunum í Oyrasundi, soleiðis at kringvarpið ikki framhaldandi skal destabili­ sera nationala flogfelagið til avlívis í sínum egna mátt- & ólærda dugnaloysi. Ongin borgar við gleði fyri menn­ ing av hesum hugbrigdinum. Sjálvshatur. Tórbjørn Jacobsen viðmerkingar