Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 41 - 27. februar 2007 At so nógv gartan skuldi koma burturúr hesum fitt­ liga fyrispurninginum, skriv­aður í bráðskundi stutt fyri evsta mark, týsdagin í vikuni, um leiklutin hjá al­menna foruminum Demo­ kratia, í eini ráðstevnu, sum skal verða hildin á Hotel Føroyum 8. mars, tað kom óvart á meg. Máti skal vera við at koma sær lort í býin. Soleiðis sum skeggið nú fløktist í postkassalúkuni. Í máli, sum í peningavavi er fyri lítið at rokna. Í so máta eitt promillumál. Tó hekk ein farri av prinsipiellum krútroyki uppi við málinum. Tað var orsøkin til fyri­spurn­ ingin og sjálvandi grundin til rumsterilsið, sum nú ligg­ ur í kjalarslóðini. Sum keis­ arans óvinur loyvi eg mær tí hesa hugleiðing. 8. mars er almennur kvinnu­dagur. So viður­kend­ ur, at hann eisini er al­menn­ ur flaggdagur í Føroyum. Høgni Hoydal, vara­løg­mað­ ur fyri Tjóðveldisflokkin, gjørdi ásetingina, og í kunn­ gerð no. 136, um broyting í reglugerð um flagging frá landsins bygningum, var hetta staðfest og lýst hin 18. oktober 2001. Demokra­ tia, sum nevndin nú rópar seg, ið skuldi virka fyri øktum leikluti hjá kvinnum í at taka politiskar avgerðir, er beinleiðis avleiðing av út­norðursamstarvinum, sum Føroyar eru partar av. Har varð samtykt gjørd um hetta í 1999, og longu 18. november 1999 samtykti Løgtingið at taka undir við hesum átaki. Hetta varð meira formaliserað í løg­ tings­­samtykt 20. oktober 2005, har bara ein ting­mað­ ur, úr Miðflokkinum, at­kvøddi ímóti, ímeðan 28 ting­menn atkvøddu fyri. Eftir eina tunga byrjan, har Lisbeth L. Petersen var skúgvað av rókini, sum nevnd­arlimur, og eg sjálvur sum varanevndarlimur, orsakað av formalistiskum orsøkum, havi eg havt ta fatan, at nevndin tók sína upp­gávu í fullum álvara. Hóast man ikki hevur verið samdur við øllum bulletinun­ um, sum komnar eru oman av fjallinum. Ivaleyst halda tey flestu nú, at æðraknútarnir eru í ferð við at tamba og spreingja maskulinu gamsju­ brøkunar á tingi. Mest mis­ skilti politiski metaforur í Føroyum hesa vikuna. Van­ lig argingarjargon í ting­ bólki Tjóðveldisfloksins, táið hildið verður, at ting­ menn eru í so krøknir fyri egið valdømið. Tá plaga vit at tosa um lokalpatriotisku gamasjubuksurnar, sum eru farnar at tátta í meira lagi. Hesaferð snúði málið seg, umframt Skálafjarðar­tunn­ ilin, fyri tað mesta um eitt kommunumál, har Heidi og eg vóru ósamd, hvørt Eiðis Kommuna skuldi lóggevast upp í Sunda Kommunu, ella eiðisfólk sjálvi, soleiðis sum tey ynsktu tað, skuldu eiga høvið, at velja sína egnu kommunalu framtíð. So­leiðis gjørdist hetta eitt stríð ímillum tvey valdømi. Sjálvandi vardi eg áhuga­ málini hjá eiðisfólki. Tað gjørdu øll tjóðveldisfólkini, Heidi undantikin, hon vardi áhugamálini í Norðstreymi, har Fólkaflokkurin og hon eftir míni meting gjørdu eina óhóskandi innrás í fremm­ant øki. Tí varð hasin metaforurin brúktur. At blað­fólk og onnur hava tik­ ið hann bókstaviliga, ja, tað fái eg onki gjørt við. Heidi og eg hava í hvussu er ong­ an trupulleika av hasum mál­inum, nú skemtið gjørd­ ist minni avanserað í tulk­ ingini enn vit væntaðu. Aftur til Demokratia, Kvinnu og ráðstevnuna 8. mars. Byrjanarskotið til dag­in rann úr leyparanum í Ný York fyri 99 árum síð­ ani. Fátækar kvinnur ganga kravgongu. Gongan er fyri javnbjóðis rættindum og vendir sær ímóti frægara og sjálvsætaða slagnum. Yvir­ klassanum. Samsvarandi upp­skoti frá Claru Zetkin tekur kvinnuliga socialist­ iska heimsrørslan dagin til sín, og tvey ár seinri verður hann ásettur at vera kvinnu­ dagur, hetta hendir táið fe­lags­skapurin heldur ráð­ stevnu í Keypmannahavn í 1910. Tí er hetta ein klass­ iskur stríðsdagur hjá kvinnu­ ligum socialistum. Serliga teim­um, ið stóðu vinstru­ megin javnaðarflokkarnar. Í hesum søguliga ljósroð­ an­um dagar ráðstevnan hjá Demokratia og blaðnum Kvinna úr havsbrúnni. Stríðsdagurin skal haldast og virðast á eini bráðpannu, har djúptøknir fyrilestrar, tón­ar, krás fyri frægari góm­ ar og dýrt franskt vín er samanvovið í eina skrá, sum sær ógvuliga spennandi út. Kostnaðurin er 1.000 krón­ur fyri knokkin. Var­ hugin stingst upp, um ráð­ stevnan ikki verður hildin fyri paralellinum hjá teim­ um, sum fæleysu kvinnurnar stríddust ímóti í Ameriku fyri sløkum hundrað árum síðani. Fatanin hjá ovaru løg­un­um í Føroyum er kanska, at kvinnurnar í land­ in­um eru ein homogenur massi, mótvegis mann­fólka­ rúguni, sum er meira diffe­ ren­tierað. Soleiðis er sam­ felagið nú einaferð ikki inn­ rættað. 8. mars er hósdagur í ár. Sjálvur avskipingar­dag­ urin hjá flestu útflutnings­ fyritøkunum, flakavinnuni, dagurin táið alt koyrir upp á pumpurnar. Tímaløntu kvinn­urnar missa dastið av eini vikuløn, skula tær luttaka. Fyrst avspaseringin sjálvan dagin og síðani tær 2.000 krónurnar, ið skula forvinnast, fyri at atgongu­ merkið kann verða goldið. Longu í hesum skismaðinum fer man at ivast, um hetta er eitt mál fyri Demokratia, sum sambært løgtingssam­ tykt­ini, skal fremja øktan leiklut hjá kvinnum táið polit­iskar avgerðir skula takast. Harfyri kann tað vera eitt mál fyri blaðið Kvinnu, og tað er eitt heilt annað mál. Sum kommersiel fyritøka skal samtakið vinna pening, tað er sjálv­ sagt og rímiligt, og í so máta er tiltakið ivaleyst væl­ teim­að og pallsett, serliga eftir ókeypis undanlýs­ing­ ina, sum fyrispurningurin í løgtinginum nú gav átakin­ um. Nú veit ongin rættiliga hvussu samstarvið millum Kvinnu og Demokratia er íkomið, ella hvussu hetta ann­ars var samanskrúvað. Okk­urt bendir tó á, at leik­ luturin hjá almennu nevnd­ ini hevur verið lítil. Og nú peningurin er fluttur aftur, og blaðstjórin sigur, at hetta ongan týdning hevur fyri ráð­stevnuna annars, so fær man ikki gjøllhugsað øðr­ vísi, enn at hetta onkurs­ vegna var eitt blanco-spon­ so­rat, har avsendarin onga ávirkan hevði á innihaldið. Í hvussu er trýsti fyri­spurn­ ingurin somikið harðliga á okkurt líktorn, at snúður kom í transaktiónina, hon vendi aftur sum grátt kálv­ skinn. Kanska tekin um, at nevndin hevur verið meira large enn gott var, uttan at kenna substansin í málinum, og uttan at vita, um nú til­ takið stendur mát við enda­ málsorðingina hjá nevndini. Væntandi tekur formaðurin hetta glappakastið á sín kappa. Sum málið nú stend­ ur, kundi peningurin líka so væl verið sendur Lindini, Rás2, Vikublaðnum, Norð­ lýsinum, Oyggjatíðindum, Sosialinum ella Dimma­lætt­ ing, um hesir miðlar søgdu seg ætlað, at gera einhvørja profilering, sum kundi styrkja kvinnunar støðu í før­­oyska samfelagnum, og sum onkursvegna kundi eggja teimum til at átaka sær ein størri leiklut í polit­ isku skipanini. Fatali brølarin hjá Demo­ kratia er tó ætlaða kjósingin av ársins kvinnu. Størsta spjaðingarmálið í Føroyum í nýggjari tíð er 266b-málið. Ásetingin um happingar­ verju fyri kynsliga sann­ føring. Málið er avgreitt. So treystliga var tó løtt, at stólarnir undir tveimum politiskum næstformonnum sprongdust í luftina. Ikki av hesum málinum, meira tí at teir mistu nervarnar um fram­tíðina, glíðibreytina, sum als ikki hevur verið til viðgerðar í hesi syftu, so­mikið komiskari eru av­ leiðingarnar. Deser­teringin hjá Karsten og fjarstýrda Golem-attitýdan hjá Al­fredi. Ein sprunga stend­ ur tó eftir, og gapar niður í gjøgnum tjóðina, fólkið. At almenna savningar- & menn­ingarforumið fyri før­ oysk­ar kvinnur, Demokratia, er partur av átaki, har 266b- málið er høvuðskriteriið fyri kjósingini av ársins kvinnu í Føroyum, tað má fyri tey flestu vera ein sera stór gáta. Eisini fyri okkum, ið atkvøddu fyri málinum. Soleiðis sum tað verður argumenterað í blaðnum, er ongin ivi, ársins kvinna kann ikki vera í andstøðu til hendan partin av donsku revsilógini. Og tað man vera helvtin av helvtini. Sum tá er frávald. Tí ætlanin tykist vera, fyri at siga tað ljótt, at velja ársins 266b- drotning á høvuðsstaðar­inn­ ar Parnassos, fyri eitt kvøld, uppi á Hotel Føroyum 8. mars. Í blaðnum sigur ein av kandidatunum enntá, at 266b-málið er hennara lívs­ verk sum politikkari. Í mín­ um hugaheimi ein sjálv­sagd­ ur bagatellur í mun til m.a. reduktiónina í ríkisveitingini á 366 milliónir krónur, tjóð­ veldisuppskotið um broyt­ ing­ar í lógini um vinnuligan fiskiskap og vøksturin á mentanarkontunum, táið Tjóð­veldisflokkurin ráddi fyri borgum í Tinganesi. Haldast má, at Demokratia nú er skeklað úr ráðstevnuni. Skekilin brast táið pen­ing­ urin kom aftur í almenna kassan. Harvið hevur nevnd­ in tað størri møguleikar, at fara undir at savna, heldur enn at spjaða, føroyskar kvinn­ur í sjálvsøgdu stremb­ anini fyri javnstøðu. Mál, ið fáa lagnu sum hetta, enda oftani í óvænt­að­ um komikki. Soleiðsni eis­ ini við hesum. Javnaðar­ flokkurin helt seg síggja ein møguleika í at venda grindini, nú tað rak á kíkin. Jóannes Eidesgaard og John Johannessen, krúnprinsur, gera eitt spunaátak. Varpa út á heimasíðuna, at flokk­ urin akslar síni skinn við ráð­stevnuna. Hetta hendi fyri avgerðina hjá Sansum, at returnera almenna av­ látið. Teir báðir oddvit­ar­nir avgerða í skundsemi, flok­ sins vegna, at keypa 18 at­gongumerki til trúfastastu teknarnar. Skeggið stendur, sum vituligt er, nakað nær høkuni. Og í næstan eufor­ iskum ovfarakæti flýggja teir í tíðindaskrivinum fólk­ in­um tey ósannindi, at Javnaðarflokkurin skal hava uppfunnið hetta forumið, Demokratia. Tað er jú ein loddrøtt lygn, og tað stendur beinleiðis, ítøkiliga, í sam­ tykta løgtingsuppskotinum, at neistin kveiktist í út­norðursamstarvinum. Og har hava kvinnurnar iva­ leyst, tvørpolitiskt, verið høv­uðsarkitektarnir. At Javn­aðarflokkurin, við ong­ ari kvinnu á tingi, og einum løgmanni, sum onga kvinnu vildi seta sum ministara í sína stjórn fyri trimum ár­um síðani, nú ætlaði at skora nøkur bílig poeng í havrokinum í kjalarslóðini av hesum fyrispurninginum, tað er komikkur í sjeynda potensi. Paradoksalt eisini, at hesin sami politiskt kvinnufráveljandi løgmaður skal seta ráðstevnuna, og at kandidaturin í framsøkn hjá Javnaðarflokkinum í Norð­ oyggjum, formaðurin í Demo­kratia, beint eftir tað skal hugleiða um kvinnu­ leik­lutin í sambandi við visión 2015, sum bara eitt einasta menniskja eftirhond­ ini trýr uppá í hesum land­ inum, - løgmaður sjálvur. Tá mátti Tjóðveldis­flokk­ urin ligið betri í svinginum. Flokkurin, sum burturúr hev­ur havt bestu kvinnuligu umboðanina, á tingi, lands­ stýri og býráðum. Floks­fe­ lagin úr Miðvági, Sólfríð Fjallsbak, nevndarlimur í Demokratia, gevur ilt av sær í grein, og gangi út frá, at ríðurnar í mestan mun eru ætlaðar mær. Eg ivist ikki í, at tit gera eitt gott arbeiði í nevndini, hóast hendan svipsaran, og vil bara mæla tykkum til at dríva á í átakinum, at vaksa um kvinnuligu umboðanina, har politiskar avgerðir verða tiknar. Veruligt fólka­ ræði hava vit ikki, fyrrenn allir bólkar í samfelagnum eru á leið javnbjóðis um­boðaðir. M.a. á Føroya Løgtingi, har demokratiska málið ikki er rokkið, fyrr­ enn 16 kvinnur verða vald­ ar, men málið verður ikki rokkið uttan so, at kvinnur kring landið bjóða seg fram og fara í framsøkn. Míni ráð skula tí verða: Drív á Sólfríð. Tú hevur fullan stuð­­ul í Tjóðveldis­flokkin­ um til tess at røkka málin­ um, sum m.a. Demokratia skal vera lunnadragarin fyri. Nevniliga javnstøðu kynj­anna millum. Og ongin orsøk er fyri, at tit leypa niður aftur í skotgravirnar, hvørjaferð tað lotar úr hana­ kjafti, politikkur er ikki fyri erkvisnar sálir. Hvølja krevst og nakað av vøddum, og teir styrkna vanliga í andróðri. So tað er bara at halda fram í góðum treysti, málinum røkka tit við vissu, tað er eftirhondini bara ein tíðarspurningur. Ímeðan landsstýris­mað­ urin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, kvøld eftir kvøld, letur seg brúka sum liv­andi reklamusúlu í sjón­ varpinum, og harvið fær áneyð­ugu dagligu ransónina av miðlamassasju, fyri parta­felagið Sansir og blaðið Kvinnu, bíða vit í spenn­ingi eftir ráðstevnuni, har Hendrik Old, Sverri Mid­jord og Gerhard Logn­ berg, við javnaðarfíggjaðum atgongumerkjum, fara at dansa fandango saman við kreminum í føroyska kvinnu­skaranum. Ímeðan reinskerarnir í Vági, á Tvør­ oyri og í Skopun stríðast við at fáa seinastu stertarnar til høldar fyri avskiping. Kanska ein aparte sfera fyri hesar kallarnar, táið teir millum danskar pedagogar, pinnakrøkt proteinir og franskar drúur í standandi ovatiónum fara at heiðra 266b drotningini. Tá skuldi man verið fluga. Annars kundi eg hugsa mær at hoyrt frá Team85, Reproz, Døgg, Vikublaðnum og øðrum lýsingarstovum, hvat tey har halda um, at vinnu­málaráðharrin hjá Fólka­flokkinum letur seg nýta sum livandi reklamu­ súlu fyri kappingarneytan, og kanska Jóannes Eides­ gaard sigur okkum hvussu nógvan reiðan pening Bjarni Djurholm fær aftur fyri hetta sjaldsama fyri­ brigdið, har varaløgmaður, politikkarin, letur seg brúka í lýsingarherðindum hjá eini kommersiellari fyritøku í landinum. Kanska kundu Anfinn, Óli og menta­mála­ ráðharrin sagt okkum hvussu hendan nýggja og óvæntaða spleysingin mill­ um Fólkaflokkin og 266b- málið er umhildin í floks­ høpi. Poul Michelsen má liggja svøvnleysar nætur, nú floksfelagin í nesinum fer glorvandi avstað við ambi­tiøsum herðindum á tveimum rossabakum. Fyri og ímóti 266b, alt í somu kommersialiseraðu polit­ isku hvirlu. Tað einasta sum nú kann fáa ráðstevnuna á beint aftur, og fylla upp í ringastu skeinurnar, í lakkinum hjá Demokratia, er at einasti kandidaturin, sum er leysur av øllum uttan sær sjálvari, megnarverki sínum og gagn­ ríka meginfelagnum hon umboðar, verður kjósað til ársins kvinnu, nevniliga: Laila Solmunde. Fulla skrúvu Sólfríð – viva Leila ! viðmerkingar Tórbjørn Jacobsen