týsdagur 27. februar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2007
13
Svabona Ellefsen, Miðvágur, andaðist á
Ellisheiminum 26. februar 75 ára gomul. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinri.
Kistan við Josefinu Pedersen, Ringsted, fer úr
kirkjugarðakapellinum í Ringsted hósdagin 1. mars
klokkan 12.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
28. februuar. Hildigerð. Høgt mett týsk abbadissa, sum
doyði í 1179. Upprunaligt germanskt navn, samansett av
orðum, ið merkja stríð og vernd.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum hjálp
og smakenslu, tá kæri maður mín, pápi, abbi og
verfaðir okkara
Sjuman Johansen
Vestmanna
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Føroya felag móti krabbameini.
Ein heilsan til starvsfólkið á B6 fyri hjálp og
umsorgan tíðina hann lá hjá tykkum.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jonna,
Grækaris og Anja
Tung, myrk og ófrættakend skýggj
komu rekandi inn eftir Trongisvágs
firði nýggjársdag við boðum um, at
Magni Hentze var funnin druknaður
í Havn. Sorgin um tín deyða hevur
fastatøkur í hjørtum okra, tí okur
halda ikki, at tú visti, hvønn týdning
tú hevur havt fyri TB og viðleikarar
tínar. Tú var fyri okum, sum veruliga
kendu teg, ein sonn fyrimynd. Sum
ein sterkur, atletiskur og intelligentur
málmaður við nærum óveruligum
reaktiónsevnum vísti tú vegin, hvussu
ein ítróttarmaður og rættur TB-leikari
eigur at bera seg at. Tú legði tínar
kostvanar um og røkti sum heild kropp
tín væl. Tú tók hvørja venjing sum
ein dyst, ið skuldi vinnast. Ongantíð
vart tú tann, sum gjørdi nógv burtur
úr tær sjálvum. Heldur latst tú aðrar
sleppa framat og fáa rós, tá góð úrslit
vóru fingin til høldar, men okur vistu
altíð, at tín partur ongantíð lá eftir.
Tað er ikki bara tín leiklutur á vøll
inum, sum hevur tokka okra millum.
Í umklæðingarrúminum skapti tín
eyðmjúka og róliga medferð altíð
ein hugnaligan dám. Tú vart altið
ein, sum lurtaði, og sum allir kundu
venda sær til. Allir kendu okur Magna
sum ein mann, ið ein kundi tosa við
um alt.
Nú er kanska ikki at dylja, at tú
var eitt menniskja, ið ikki altíð kendi
teg væl í teimum kørmum, sum sam
felagið ásetir. Teir dagar, tá tú var
burturstaddur, vóru merktir av ótta,
tí okur vistu, at tú hevði álvarsligar
trupulleikar at berjast við. Sjálvt
um málmenn síðan eru komnir og
farnir, er ongin í heiminum, sum kann
taka títt pláss, Magni! Tú varð altíð
saknaður av øllum. Skápið, við 1-
talinum klistraðum á, stóð ofta longi
tómt. Men eftir eina tíð komst tú altíð
aftur og gjørdi tað stuttligari hjá okum
at koma til venjingar, og niðurlagið
var tað sama okra millum hvørja ferð:
„Tað er gott at hava Magna aftur.“ Nú
er so greitt, at skápið við 1-talinum
ongantíð fer at fyllast við tínum
klæðum aftur, tó minnini um teg fara
ongantíð at tømast, og við sorgblídni
kunnu okur minnast ein málmann og
eitt menniskja, sum, tá á stóð, altíð
var ein tryggur skansi.
Okur vóna bara, at hesi fátøku orð
kunnu verða ein uggi hjá tínum nærma
stu, og vónandi fara tey at hóma ein
skáa úr teimum myrku skýggjunum,
sum hava lagt sítt tunga tak yvir okum
øll.
Goymdur, men ongantíð gloymdur
TB-ararnir
Tíðindaskriv
Týsdagin tók Meiken Kraben
høft sætið á tingi fyri Páll
á Reynatúgvu, sum hevur
biðið um farloyvi.
Meiken Krabenhøft var
næstvald á lista Tjóðveldis
floksins í Sandoynni til
løgtingsvalið 2004.
Meiken hevur einaferð
áður havt sætið á tingi.
Minningarorð um Magna Hentze
Føddur 19.07.71 og Deyður 01.01.07
Meiken Krabenhøft
á ting
Leygardagin 17. februar
var fernisering Galleri Sct
Gertrud, Knabrostræde í
Keypmannahavn í sambandi
við at føroyski listamaðurin,
Øssur Mohr úr Fuglafirði,
læt upp eina listaframsýning
við nýggjum málningum.
Umleið 200 vóru til fern
iseringina, bæði danir og før
oyingar. Stanley Samuelsen
undirhelt við gittarspæli.
Í blaðnum ”Kunstavisen”
fær framsýningin hjá Øssuri
Mohr góð ummælir.
Framsýningin er opin til
3. mars, opið er: týsdag til
fríggjadag kl. 14 - 17.30, og
leygardag kl. 11 – 14.
Øssur Mohr fær góð ummælir
Stanley Samuelsen undirhelt við gittarspæli
Listaframsýning við nýggjum málningum
Umleið 200 vóru til ferniseringina. Í miðjuni sæst Øssur Mohr