Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 41 - 27. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Vit vilja við hesum reglum skriva nøkur minningarorð um kæru for­ eldur okkara, ið bæði fóru frá okk­ um í farna ári. 25. februar 2006 andaðist pápi okkara, Dánjal P. Nielsen, 83 ára gamal. Hann varð føddur í Sanda­ vági 10. september 1922, sonur Kristiannu og Tummas Nielsen. Pápi fór til skips sum flest all­ir konfirmeraðir dreingir tá í tíð­ini. Hann fór við Doceu, ið pápa­ beiggin Thor átti og førdi. Pápi var sluppfiskimaður í tvey ár, men treivst ikki og gavst á sjónum. Leiðin gekk nú til Havnar, har hann fór í læru á Tryggingini. Eftir lokna lærutíð og handilsskúla í Havn lá leiðin til Klaksvíkar, har hann fekk arbeiði á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro. Har starvaðist hann í bókhaldinum inntil seinast í fimmtiárunum, tá hann fór at taka sær av skrivstovuhaldinum hjá Føroya Bjór. Um hesa tíð­ina bygdu føroyingar nógv stál­línu­ skip, og stovnaði pápi Norðoya Sam­vinnufelag saman við m.ø. Ein­ar Waag, Poul Jacob Olsen, Heina Lassen og Hans Arna Joen­ sen. Teir bygdu línuskipið Norð­ ing á Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi í 1961. Í 1969 bygdu teir Norðalduna á Skála Skipasmiðju. Gjøgnum seksti- og sjeytiárini var hann reiðari og útgerðarmaður, sam­­stundis sum hann byrjaði bók­ haldsvirkið Føroyabók eins og handil við skrivstovuútgerð. Hann bar orð fyri at verða ein sera góður og reiðiligur reiðari, sum hevði stóra virðing fyri manningini. Alla staðni har hann starvaðist, var honum víst stórt álit, og var hann sera samvitskufullur í øllum, hann fekst við. Honum vórðu litin mong álitis­ størv, og var hann m.a. for­mað­ur í líkningarnevndini hjá Klaks­ víkar Kommunu, formaður í val­ stýrinum, grannskoðari fyri fel­øg og felagsskapir eins og um­boðs­ ráðslimur í Føroya Banka. Eitt skifti seinast í sjeytiárunum sat hann í Klaksvíkar Býráð umboð­ andi javnaðarflokkin. Tíðliga í sjeytiárunum varð hann valdur sum ein av trimum stjórum í Føroya Realkreditstovni, har hann eitt skifti í áttatíárunum eisini var dagligur leiðari, meðan Atli P. Dam var løgmaður. Seinnu árini arbeiddi pápi við bókhaldi og grannskoðan til hann 75 ára gamal legði frá sær í 1997. Stutt eftir fekk hann staðfest bæði diabetes og parkinsonsjúku, og var hann seinastu árini ógvuliga darvaður av sjúku. 5. november 2006 andaðist mamma okkara, Anna Nielsen, 86 ára gomul. Hon varð fødd á Viðareiði 30. juni 1920, dóttir Bettu og Victorinus Joensen. Sum gentur flestar tá í tíðini fór mamma út at tæna, og tænti hon m.a. á posthúsinum í Klaksvík og hjá Jens Cl. Isaksen. Eisini tók hon handilsskúlaprógv hesa tíðina í Klaksvík. Seinni fór hon suður til Vágs, og arbeiddi eitt skifti í krambúðini á Løðhamri. Tá kríggið brast á flutti hon aftur til Havnar, har hon tænti hjá Hans Joensen og hjá Andrew Sloan. Seinni fór hon á húsarhaldsskúla hjá nunnunum, og var stovugenta hjá amtmanninum. Hon plagdi við­hvørt at hugleiða um hesa tíðina, hvussu tað var at varta upp fyri tí betra slagnum tá í tiðini, og støðið, sum tá kravdist, júst sum vit síggja í sjónvarpsrøðini Matador í hesum døgum. Í Havn hittust mamma og babba, og giftust tey 7. apríl 1945. Eitt stutt skifti búðu tey í Sandavági, síðani fluttu tey til Klaksvíkar og búðu fyrstu tíðina inni hjá for­eldrum hennara í Vágstúni. Í 1948 fluttu tey í nýbygd hús á Biskupstøð. Í 2005 upplivdu tey at halda diamantbrúdleyp. Meðan børnini vóru lítil passaði mamma hús og heim. Har stóð hon fyri einari góðari og gevandi barna­ uppaling, har dygdir sum ídni, nøgd­ semi, trúfesti, blíð­skap­ur og gudsótti myndaðu heim okk­ara. Seinni, tá børnini vuksu til, opn­aði hon saman við babba handil í barnaheiminum í Vágstúni, har hon seldi kongaligt postalín og ann­að búnýti. Hon stóð fyri handl­in­um “Hjá Annu” í eini 30 ár, til ver­dótturin tók yvir seinast í nítiár­unum. Babba og mamma vóru ættar­ kær, og minnast vit við gleði aft­ur á teir nógvu túrarnir til Sanda­­vágs, Skopunar, Havnar og Skála­­fjørðin at vitja familju og vinir, og ikki minst ferðirnar yvir til Noregs at vitja Valborg, mostir okkara. Mamma gekk høgt uppí ættarbandið, og at næsta ættarliðið eisini fekk kunnleika um ætt sína. Hon var ein livandi alfrøði tá um slekt ráddi, og var so trúgv ímóti skyldfólkum sínum og ófør at vitja tey. Annar táttur í teirra langa lívi var samveran við onnur. Mamma var sera opin og blíð kona, og kendi fólk flest. Hon hevði eitt stórt hjartalag, og var altíð til reiðar at hjálpa, har á stóð. Hon lærdi okkum børn, at “betri er at koma í sorgarhus enn í gleðishús”, og “at sælari er at geva enn at fáa”. Hetta hevði hon frá pápa sínum, og hetta vildi hon geva víðari til okkum børnini. Hon setti ikki ljós sítt undir skeppumálið, men gjørdi sum tað stendur í fjallaprædikuni: ”Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum”. Sjálvt nú hon var blivin gomul og veik, so lýsti hon upp har hon var, var altíð í góðum lag, og hevði altíð umsorgan fyri hinum. Babba harafturímóti treivst best har friðarligt var. Hann las nógv og fylgdi væl við í øllum sam­felags­ viðurskiftum, sum hann hevði sína greiðu meining um. Hann rópti ikki upp um tað, men segði tað á sín stillføra hátt, tá høvið beyðst. Hann var ein góður og trúgvur vinur, reiðiligur og hjarta­reinur. Hann kendi ein hóp av fólki runt landið gjøgnum sítt virki, og hevði regluligt samband við hesi til hann ikki orkaði meira at skriva og tosa. Babba var limur í Klaksvíkar Rot­ ary klubba í mong ár, og mamma á sama hátt í Klaksvíkar Inner Wheel klubba, har tey fingu nógvar og góðar vinir fyri lívið. Hann var ein sera góður pápi fyri okkum 4 systkini. Lærdi okkum tað, ið var rætt, var góður í ráðum, og hevði altíð stóra umsorgan fyri okkum og øllum okkara. Hann gjørdi ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum, var stillur, tolin og sera lítillátin, júst sum tað stendur í Orðatøkunum 17,27: ”Tann, sum er sparin í orðum er klókur, og róligur í sinni er hin vitugi maður”. Hann segði ikki tey nógvu orðini, men vitugur var hann, og tað man mangur hava sannað, ið leitaði sær ráð frá honum. Hóast babba ikki tosaði so nógv um trúgv sína, so vaks hann upp í einum gudsóttandi heimi, har familjan enn sum áður hevur sína dagligu gongd í Meinigheitshúsið í Sandavági. Hann var ein søkjandi persónur, ið grundaði nógv yvir sannleikarnar í Guds orði, og sum var avkláraður um støðu sína, nú fjørðurin var rógvin og ævinleikin dagaði undan sýnini. Mamma kom til trúgv á Jesus sum ung genta, og var Betesda hennara andaliga heim øll árini, til hon varð borin út í fjør. Vit eru tykkum æviga takksom fyri alt tit vóru fyri okkum, fyri heimið á Biskupstøð, og fyri tey mongu ár, vit fingu saman við tykkum. Hvílið í friði! Børnini Til minnis um foreldur okkara Annu & Dánjal P. Nielsen, Klaksvík Tíðindaskriv Vikuskiftið 3.- 4. mars verð­ ur skipað fyri motor­súkklu­ framsýning í Multihúsinum á Hjalla. Framsýningin verð­ ur opin frá kl. 14-18 báðar hesar dagarnar. Atgongumerki er ókeypis, og er harafturat ein lutaseðil til nakrar vinningar, sum vera drignir sunnukvøldið kl. 17.30. Á framsýningini verða hesir framsýnarar: MC-Sølan - AD- Import – Autoshine - HD.fo – Norðbil - Føroya-Shell. Umframt hesar fram­sýn­ ar­ar er ætlanin at fáa eitt breitt úrvæl av ymiskum áhuga­verdum súkklum við á fram­sýningina. Talan verð­ur bæði um nýggjari og eldri motorsúkklur, ið privat­ persónar eiga. Á framsýningini verður eisini møguleiki at keypa kaffi og okkurt afturvið; borð og stólar verða sett upp, og eisini verður okkurt forvitnisligt á pallinum. Ætlanin við tiltakinum er fyrst og fremst at motor­ súkklu-handlarnir kunnu vísa fram, hvat ið verður at fáa av motorsúkklum í 2007. Hugskotið við at savna eitt breitt úrvæl at motorsúkklum hjá privatfólkum, er bæði at vísa ymiskar súkklur fram, men eisini at geva fólki, sum hugsa um at keypa eina motorsúkklu, møguleikan at síggja og kanska tosa við ein, sum eigur eina líknandi súkklu, sum tey kundu hugs­ að sær. Motorsúkklu­framsýningin 2007 Í vikuskiftinum 3.- 4. mars verður skipað fyri motorsúkkluframsýning í Multihúsinum á Hjalla