Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 41 - 27. februar 2007 tíðindi Stórur áhugi er fyri skeiðunum, sum Læraraskúlin og Landsmiðstøðin við norskum skeiðs­ haldara í hesi vikuni skipa fyri í læri­strategium FÓLKASKÚLIN Jan Müller jan@sosialurin.fo Í gjáramorgunin settust øll tey hundrað læraralesandi í skúlahøllini á Lærara­skúl­ an­um. Í gjár og í dag hava tey verið á skeiði. Miku­dag­ in og hósdagin verður eisini nógv fólk í auluni á Fræls­ inum. Tá vera tað umleið seksti lærarar í fólka­skúl­ anum, sum skulu á sama skeiðið. Hugaligir og arbeiðssamir næmingar og væl nøgdir lærarar. Hetta ljóðar mest sum ov góður dreymur. Men í Noregi siga tey seg tey seinastu árini hava upp­ livað, at tað hevur gingið henda vegin. Eitt nú á Hafrs­ fjord skúlanum í Stavanger. Ein av lærarunum á hes­ um skúlanum, Inger Ellen Fjermestad, er í hesi vikuni í Føroyum og greiðir frá og undirvísir. Tað eru Lands­ miðstøðin og Læraraskúlin, sum hava boðið henni henda vegin at halda skeið fyri læraralesandi og lærar­ um. - Fyrstu Pisaúrslitini í Noregi vóru einki serlig. Tá ið tey vórðu almenn, varð nógv tosað um norska fólka­ skúlan. Eitt av ítøkililgu úr­slitunum var, at tá ið norski skúlin í 2006 fekk nýggja læriætlan, so var í læriætlanini Kund­skabs­ løftet lesing tengd at øllum læri­greinum. Eisini verður undirstrikað, at næmingarnir skulu hava møguleika at velja góðar lesistrategiir, og at teir skulu stimbrast til at velja sínar egnu læru­strategi­ ir. Um hetta skal gerast veru­leiki, so er fyritreytin, at næmingarnir hava vitan um, hvussu teir kunnu nýta ymsar strategiir, tá ið teir skulu lesa og læra. Soleiðis greiðir Inger Ell­ en Fjermestad frá. Í lærara­ yrkinum hevur hon ábyrgd fyri verkætlan um læristra­ tegiir. - Lesingin er grundarlagið undir allari læru. Í lesi­stra­ tegiunum fokusera vit á, at næmingurin verður tilvit­að­ ur um, hví hann skal lesa. Granskingin vísir, at tað er lættari at goyma vitan í lang­ tíðarminninum, sum er skip­ að, enn tað er at goyma vit­ an, sum ikki er skipað. Tí hava vit síðstu árini arbeitt nógv og miðvíst við at læra og menna skipanir at læra eftir ella uppá. Ein máti at fáa góða úrtøku uppá, er at fáa næmingarnar at seta ym­isk sløg av spurningum til ymisk sløg av tekstum, sigur Inger Ellen Fjerme­ stad, og hon sigur víðari: - Úrslitini hjá okkum hava verið góð, og vit hava ofta vitjanir úr øðrum komm­unum og skúlum, sum vilja frætta meiri um tað, sum vit gera. Nú eri eg bjóða henda vegin, og tað er hugaligt at luta okkara skipanir og royndir við lær­ ara­lesandi og lærarar í Før­ oyum, sigur Inger Ellen Fjerme­stad, sum arbeiðir tætt saman við Gerd Fred­ heim, ið er tann, sum hevur gjørt henda mátan at læra uppá kendan í Noregi. Upp­ runaliga stavar hann úr USA. Men er hetta so besti mát­ in at læra uppá? - Fleirfaldni er lyklaorðið, tá ið tað ræður um at læra og undirvísa. Hetta er ein av mongum góðum mátum at læra uppá. Tað er sera týdningarmikið, at næming­ arnir uppliva undirvísingina fjøltáttaða. Læristrategi­ir­ nar eru nógvar, og tær skulu ikki nýtast alla tíðina. Tað ræður um at finna røtta javn­ vágina. Hvar hon er, er upp til einstaka læraran at gera av. Lærarin eigur at taka støði í næmingunum, og hann kennir tað ivaleyst ym­iskt í ymsu flokkunum, sigur Inger Ellen Fjerme­ stad. Starvslæran var brúgvin Ein av teimum lesandi í 4. læraraflokki á Føroya Lær­ ara­skúla, Sanna Akselsen úr Sandavági, hevur verið í starvslæru ella praktikk í Stavanger. Tá lærdi hon um læristrategiir, og í vetur hevur hon saman við einum øðrum læraralesandi skriv­ að serlestrauppgávu um læri­strategiir. - Talan er um metodur ella mátar, sum tað tekur tíð at læra næmingarnar at ar­beiða eftir. Tá ið vit eftir ársskiftið vóru í starvslæru á Venjingarskúlanum, royndu vit hesa metoduna. Í fyrstuni er fakliga úrtøkan ikki so stór, sum tú veitst, at hon kann verða. Men tá ið næmingarnir eru kendir við mátarnar, so gongur tað skjót­ari, og hóast starvs­ læru­skeiðið hjá okkum var bara tríggjar vikur, so eru vit vís í, at hesin hátturin eisini kann nýtast í Føroyum við góðum úrslitum. Og hví skuldi hann ikki tað, tá ið hann er royndur og kendur í eitt nú Noregi, Danmark og øðrum europeiskum lond­ um umframt í USA, sigur Sanna Akselsen. Tá ið Landsmiðstøðin lýsti við skeiðnum í læri­stra­ tegium, teknaðu 57 lærarar seg til skeiðið, og onkrir eru komnir afturat. So stór­ ur áhugi hevur sjáldan verið fyri nøkrum skeiði, og hetta boðar frá, at í føroyska fólka­skúlanum er áhugin stórur fyri at kunna seg um nýggjar mátar at læra og undir­vísa uppá. Próvtøkurnar hjá teimum læraralesandi í 4. flokki í serlestri vóru í næstsíðstu viku. Síðsta týsdag fóru tey læraralesandi undir framløg­ ur av verkætlanunum fyri hvørjum øðrum og eitt nú umboðum fyri Skúlabóka­ grunnin, Mentamálaráðið og Landsmiðstøðina, sum var umboðað av fleiri fak­ ráð­gevum. Fyrsta fram­løgu­ dagin varð eitt nú uppgávan, sum snúði seg um læri­ strategiir, løgd fram. - Tey lesandi hava gjørt fínar uppgávur, sum heilt víst kunnu vera íblástur í fólkaskúlanum. Tí hava vit boðið fólkum uttanfyri hús­ ið at vera við til fram­løg­ur­ nar, og vit vóna seinni í ár at bjóða uppaftur fleiri at koma á Læraraskúlan at vitja okkum. Skeiðið, sum verður hildið í hesi vikuni, kunnu vit siga er ein av­leið­ ing av einari av hes­um upp­ gávunum, sigur Jóannes Hansen, rektari á Lærara­ skúlanum. Hugaligir næmingar og væl nøgdir lærarar