týsdagur 27. februar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2007
17
tíðindi
Navnframi danski politikarin,
Naser Khader, og kona hansara,
Bente Dalsbæk, koma til Føroya
fyrst í apríl mánaði. Á ferðini fara
tey at halda fyrilestur í
Miðlahúsinum.
Tíðindaskriv
Miðlahúsið
Miðlahúsið í Vágsbotni fær forkunnuga
vitjan fyrst í apríl mánaði, tá nógv umrøddi
danski politikarin, Naser Khader og konan,
Bente Dalsbæk, koma til Føroya.
Mikukvøldið 4.apríl fer Naser Khader at
greiða nærri frá sínum sjónarmiðum um,
hvar markið gongur millum átrúnað og
fólkaræði: Hvussu nógv eigur átrúnaður at
fylla í tí nýmótans samfelagnum? Er tað í
lagi at bjóða átrúnaðinum av? Hví eru tær
átrúnaðarligu kenslurnar viðkvæmari enn
tær demokratisku?
Eftir framløguna fara fólk við pallborðið
at seta honum spurningar, og eisini verður
møguleiki hjá gestunum at spyrja.
Skírisdag 5. apríl verður Bente Dalsbæk
í Miðlahúsinum. Hennara fyrilestur fer at
snúgva seg um, hvussu tað er sum donsk
kvinna at gerast partur av einari muslimskari
familju. Vermóðurin er ein eldri trúgvandi
muslimur. Hon fer at greiða frá, hvussu tað
er at liva í einum tvørkulturellum
hjúnarbandi. Eftir framløguna verður kjak
um leiklutin hjá kvinnunum og javnstøðu.
Bente Dalsbæk er 40 ár, útbúgvin
løgfrøðingur, og hon starvaðist 10 ár í
Fólkatinginum. Í heyst skrivaði hon bókina
”Med underkop - livet med min muslimske
svigermor”.
Naser Khader er 43 ár og útbúgvin
búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið á
Fólkatinginum síðan 2001 fyri Radikala
flokkin, og hann hevur skrivað fleiri bøkur,
har hann millum annað viðger islam og
fólkaræði.
Khader-hjúnini
til Føroya