Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 41 - 27. februar 2007 nøvn Í Sosialinum seinasta hósdag høvdu vit grein um elsta før­oy­ingin, eiðismannin Johannes Tauser, búsitandi í Helsingør, sum fylti 105 ár fríggjadagin 23. februar 2007. Í dag hava vit myndafrásøgn frá føðingardagshaldinum, sum var í heimi hansara sunnudagin 25. februar, har m.a. umboð fyri Eiðis kommunu: Tordur Niclasen og Jógvan K. Mørkøre, vóru til staðar fyri at heiðra hendan bygdamann teirra, sum kanska elsta mann í Føroyum - í hvussu so er í nýggjari søguligari tíð. Tordur Niclasen bar fram heilsu frá Eiðis kommunu og nevndi at móðir Johannesar, Marria hjá Jáku, kallað, var ættað úr Beiti í Sørvági. Hon varð fødd 6. september 1868 og at navn Johanneser og systir hansara, Kathrina hjá Jáku, var haðani. Jógvan K. Mørløre hevði nakað av neyvari søgu av Eiði, og so løgið tað ljóð­ ar, so var tað mesta um fað­ir Johannesar, sum hann mintist betri og visti meira um. Hann var vanliga kallaður Jáku hjá Kyrtini og varð føddur 18. februar 1874, flutti til Havnar til sonin Pól hjá Jáku, at vera í 1949. Pól var leingi motorpassari á doktarabátinum Reyða­ krossi. Døturnar Jenny og Aspa passa pápan, sum hevur verið frammi inntil nú nakað var áfatt við beininum. Hendan dagin borðreiddu tær við øllum góðum, har ímillum fransbreyði og knett­ um sum hin 105 ára gamli sjálvur hevði knoðað – alt meðan hin gamli hugagóður sat í seingini og át turran fisk og uttan brillur sá á skræðuni og kundi siga - hýsa. Johannes Tauser, Helsingør: 105 ár og fimm dag Frá borðhaldinum. Fremst Jenny við sangi hon yrkti til høvið Børnini Jenny, Aspa, Jóhan saman við pápanum Frá borðhaldinum. Ættarfólk og vinir úr Danmark og Føroyum. Eisini vitjaðu grannar Rørdur sigur hann frá, tá hann á Hafnafirði frætti, at nú 80 ára gamli sonurin Jóhan, var føddur Sungið varð bæði á føroyskum og donskum Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson