týsdagur 27. februar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 41 - 27. februar 2007
vinnusíðurnar
Norska Útflutnings
ráðið setir stórar
vónir til eitt slíkt
tiltak og heldur, at tær
umleið 5 miljónir
krónurnar, sum
luttøkan í Brasilia
kostar, er ein góð
íløga í marknaðar
føringina av norskum
fiskavørum
Marknaðarføring
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Norska
fiskivinnublaðið
Fiskaren hevur gjørt rætti
liga fitt burtur úr norskum
átaki í Brasiliu í sambandi
við árliga karnevalin, ið er
eitt stórt føstulávintstiltak.
Blaðið kallar greinina,
sum fyllir tað mesta av
tveimum síðum við mynd
um, fyri »I sambatakt for
klipfisken«.
Stóri karnevalurin í Copa
cabana, sum liggur nær við
Rio de Janeiro, byrjar 40
dagar fyri páskir, og er
soleiðis eitt stórt og aftur
vendandi tiltak undan føst
uni.
Tiltakið varar í einar fýra
dagar, og við endan av
tiltakinum er stór framførsla
við
kappingum
millum
dansiskúlar, sum verður
víst í sjónvarpi.
Marknaðarføring
Brasilia keypir stórar nøgdir
av norskum klippfiski, og
norðmenn halda, at tað
hevur stóran týdning at vera
við og gera vart við seg við
eitt slíkt høvi, sum brasili
anski karnevalurin er.
Ikki færri enn 40 norskir
útflytarar vóru soleiðis við
til karneval-tiltakið í Copa
cabana, og millum hesi
vóru fleiri umboð fyri klipp
fiskaframleiðsluna í Åle
sund.
- Tað er hugaliga og
áhugavert at sleppa at
umboða Ålesund undir slík
um umstøðum. Klippfisk
urin hevur havt ómetaliga
stóran týdning fyri býin
síðan 1870. Brasilia hevur
soleiðis verið við til at sett
Ålesund í ein miðdepil,
sigur
borgarstjórin
í
Ålesund, Arve Tonning,
sum eisini var við í norska
ferðalagnum.
Tað var norska Útflutn
ingsráðið, sum stóð á odda
fyri norsku luttøkuni.
Nógvir hyggjarar
Fiskaren metir, at umleið
2,3 miljardir fólk kring um
heimin síggja upptøkurnar
av endaligu framførsluni, tá
samba-skúlar
í
Brasiliu
kappast um at enda í
fremstu røð. Væntandi er
eisini, at eini 85 av 180
miljónum fólkum í Brasiliu
síggja hesa framførslu á
sjónvarpsskíggja.
Norska Útflutningsráðið
setir tí stórar vónir til eitt
slíkt marknaðarføringstil
tak og heldur, at tær umleið
5 miljónir krónurnar, sum
tiltakið kostar, eru ein góð
íløga í marknaðarføringini
av norskum fiskavørum í
Brasiliu.
Norðmenn eru úti um seg:
Dansa samba
og selja fisk í
Rio de Janeiro
Nógv skip til Íslands
Talið á ferðamannaskipum, sum leggja at í Íslandi, verður
so stórt í ár sum ongantíð fyrr. Sambært Morgunblaðnum
fara minst 75 skip at leggja at í ymsum íslendskum havnum
í 2007, og mett verður, at ferðafólkatalið verður oman fyri
60.000. Í fjør løgdu 74 útlendsk ferðamannaskip at í
Íslandi, og higartil hava 75 boðað frá, at tey koma í ár. Tað
fyrsta verður nýggja norska skipið Fram, sum leggur at í
Reykjavík tann 26. mai á veg til Grønlands.
Ósemja um skatt
Danska stórfelagið A.P. Møller-Mærsk er sera misnøgt við
eina broyting í donsku skattalógini, tí felagið vil vera við,
at broytingin fer at kosta oljuframleiðslu felagsins í
Norðsjónum óríniliga nógvar pengar. Stjórnin sigur í
sínum lagi, at sum heild kostar broytingin ikki A.P. Møller-
Mærsk nakað, men hesum er felagið ikki samt við stjórnini
í. Leiðslan í A.P. Møller-Mærsk vil tó ikki siga, hvussu
stóran miss hon hevur roknað seg fram til.
“Norske tørrfiskeeksportører ta helt ut på karnevalet!” er høvuðsyvirskriftin í norska
fiskivinnublaðnum Fiskaren 19. februar.
»I sambatakt for klippfisken«
er yvirskriftin inni í blaðnum.
Norðmenn síggja karnevalin
í Brasiliu sum eitt gott høvi
at marknaðarføra sínar
fiskavørur