Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2007 21 Fáa nógvan svartkjaft Fleiri skip landa svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði í hes­ um døgum. Fyrrakvøldið kom Christian í Grótinum umleið 2.000 tonsum, og í gjárkvøldið kom Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð við umleið 2.800 tonsum. Írska skipið Brendan skal landa umleið 1.400 tons, og Jupiter hevur umleið 2.000 tons. Eitt skip, sum eitur Anders, og sum íslendska felagið Samherji rekur, skal eisini landa svartkjaft í Fugla­ firði. Skipið siglir undir polskum flaggi. 380.000 í part Norski prnsjónsgrunnurin, sum fyrr æt oljugrunnurin, hevði eitt gott ár í fjør. 40 prosent av grunninum standa í partabrøvum, og burtur úr teimum fekk grunnurin eitt avkast upp á átta prosent. Hini 60 prosentini standa í virðisbrøvum, og her var avkastið heili 14 prosent. Hetta hevði við sær, at grunnurin kom upp á 1.784 mia. norskar krónur um ársskiftið, og tað svarar til 380.000 krónur í part til hvønn norðmann, stór sum smá. Filip Hansen, sum býr í Leirvík og Árni Fossdalsá, sum er ættaður av Sandi, men býr í Rio, eru við sama skipi. Nú stóri samba-festivalurin var í Brasiliu, var skipið hjá teimum í dokk og tí kundu teir uppliva hetta stóra tiltak Festivalur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyingurin, Filip Hansen, sum býr í Leirvík, hevur seinastu trý árini siglt í off­ shore-vinnuni í Brasiliu. Hann siglir við einum um­bygd­um supply-skipi, sum nú hevur til uppgávu at reinsa oljubrunnar og rør. Felagið, sum eigur skipið, er franskt, og tað eru norð­ menn, sum eiga felagið sam­an við fransmonnum. Skipið er umleið 95 metr­ ar langt, og umborð eru mill­um 28 og 30 mans til­ samans. Tveir føroyingar Umframt Filip Hansen, siglir eisini sandoyingurin, Árni Fossdalsá, við skip­in­ um. Árni er trúlovaður kvinnu úr Brasiliu og býr har yvir. Nú skipið hevur verið í dokk, nærendis Rio de Janeiro, hava Filip og hans­ ara menn ligið inni í einar seks vikur. Í morgun høvdu vit hann í telefonini, og tá høvdu teir loyst aftur og vóru á veg til Victoria, ið liggur einar 36 tímar norðanfyri Rio. Filip sigur, at nú teir vóru inni, meðan stóri festivalurin var í Brasiliu, fingu teir eisini høvi at verða við og fylgja tiltøkunum. – Teir fyrstu dagarnar eru tiltøkini ókeypis, men tá ið tann stóra og formella framførslan er á einum stadion-øki, er neyðugt at gjalda fyri at verða við. Einki er at ivast í, at tað er eitt stórt upplivilsi at vera við til ein so stóran festival, sum er ein rættilig tjóðarhátíð. – Eg havi tikið nógvar myndir av samba-dansi og stóru framførsluni. Filip sigur, at hetta var eitt stórt upplivilsi. Norðmenn nr. 9 – Festivalurin varar í nakrar dagar, og teir fyrstu dag­ arnar eru tað børnini, sum sýna fram dansir. Seinnu dagarnar verður kappast ímillum dansiskúlar, sum verða býttir upp í deildir, og at enda verður ein vinn­ ari funnin í elitu­bólkinum, har eitt ávíst tal av skúlum sleppur at kappast. Filip sigur, at norðmenn hava sponsorerað tann eina av skúlunum, sum soleiðis eisini hevur til uppgávu at marknaðarføra eitt tema fyri norskar fiskavørur. – Dansiskúlin, sum norð­ menn sponsoreraðu, gjørd­ ist nummar 9 í samlaðu kappingini, sigur hann og leggur aftrat, at norskur saltfiskur og klippfiskur er væl umtóktur í Brasiliu. Filip Hansen kemur nú heim aftur til Føroya og kann halda frí komandi seks vikurnar í Leirvík. – Eg vænti at verða heima í Føroyum aftur hósdagin í hesi vikuni, sigur hann. Føroyingur við í samba-tiltaki í Rio Veðurlagsbroytingar kunnu á ymiskan hátt ávirka lívið á jørðini, bæði hjá menniskjum og dýrum – uppi á landi, í luftini og í havinum Náttúra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Onkur fer kanska at hava tað betri, men sum heild eru broytingarnar í veður­ lagn­um negativar. Tá veðurlagsbroytingar í størstan mun stava frá dálk­ ing av umhvørvinum – av menniskjaávum, sigur tað seg sjálvt, at vit heldur ikki kunnu fegnast um okkurt, sum kanska í fyrstu syfti kann tykjast betri. Náttúran broytist Granskarar meta, at vit fara at síggja lítlan kava um okkara leiðir um eini 20-25 ár. Onkustaðni fer turkur at gera uppaftur meira um seg, og aðrastaðni verður meira vátveður. Í báðum før­um órógvar hetta grøð­ ina, sum er grundarlagið undir føð og lívi, bæði hjá menniskjum og dýrum. Gýta á vetri Í Svøríki siga tey, at sílini í onkrum av teimum stóru innsjógvunum eru munandi fækkaði. Sjógvurin er vorðin heit­ ari, og sílini eru tískil farin at gýta á hávetri, tá ið eingin føði er at heinta. Tí minkar stovnurin av sílum »dras­ tiskt«, sum sviar taka til. Menniskjan dálkar, og vit føroyingar eru ikki aftarliga í røðini. Veðurlagsbroytingar evskepla náttúruna Síl í svenskum innsjógvum eru farin at gýta um veturin, tí vatnið er vorðið heitari. Avkomið doyr, tí um veturin er eingin føði at heinta vinnusíðurnar