týsdagur 27. februar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 vinnusíðurnar
Nr. 41 - 27. februar 2007
- Vit vistu 80 prosent
um, hvussu
sproyturnar til
máling virkaðu. Men
vit manglaðu tey
seinastu 20
prosentini.
- Hetta fingu vit uppá
pláss á skeiðnum í
Danmark, sigur
málarameistarin Uni
Zachariasen í Havn
Máling
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað vóru 11 spentir málara
meistarar sum 12. februar
settu hvørjum øðrum stevnu
á Randers Tekniske Høj
skole.
Endamálið var at fáa stør
ri kunnleika um, hvussu ein
kann nýta sproytur til mál
ing av húsum og bygningum,
bæði innan og uttan.
Fleiri teirra høvdu ikki
roynt at arbeiða við sproy
tum áður, meðan aðrir høv
du arbeitt við teimum í
mong ár. Her var tí talan
um ein rættiliga breiðan
skara av føroyskum málara
meistarum sum saman við
SRI Máling í Havn tóku
ímóti frálæruni á skeið
num.
- Hetta við sproytingini
gerst meiri og meiri vanligt.
Og tí ynsktu vit at geva
teimum møguleika at fáa
meiri at vita um hetta og
fyrimunirnar við tí, sigur
Sri S. Jacobsen, sum legði
ferðina til rættis.
Við sproyting ber til at
gera allar uppgávur innan
máling, bæði innanveggja
og uttanveggja. Tað serstaka
við hesum málingarhátti er,
at nú kann ein sproyta
tjúkka máling á ein vegg,
uttan at hon rennur av aft
ur.
Umframt sjálvt málaraar
beiðið eru teir farnir meiri
og meiri yvir til at spartla
við sproytum. Her er tí talan
um eina gongd, sum vit fara
at síggja nógv meiri til, eisi
ni her á landi.
Vistu 80 prosent
Lítil ivi er um, at teir 11
málarameistarnir,
sum
komu kring alt landið, vóru
væl nøgdir við skeiðið í
Randers.
Fleiri teirra høvdu á orði,
og søgdu seg beinleiðis vita
ov lítið um hesar sproytur
nar, og hvussu tær kundu
gera sítt til at lætta um
arbeiði teirra.
Aðrir høvdu hinvegin flei
ri ára royndir á hesum øki
num, men fingu kortini
nógv nýtt og nyttugt at
vita.
Tað er helst so sum fleiri
teirra tóku til:
- Á hesum væleydnaða
skeiðinum fingu vit tað
mesta uppá pláss við teim
møguleikum,
sum
tær
geva.
Spartla
Á teimum 11 málarameist
arunum skilir Sosialurin, at
teir serliga hava fingið eyg
uni upp fyri fyrimunum við
sproytingini, tá talan er um
til dømis sproyting av
rábrettum við gloppi ímill
um.
- Uttan sproytur tekur eitt
slíkt arbeiði langa tíð, og er
tí nærum ógjørligt. Men her
koma sproyturnar av álvara
til sín rætt, sigur Pole Mohr
Poulsen úr Havn.
Sjálvur hevur hann ikki
arbeitt við sproytum áður,
men tað ætlar hann sær hin
vegin at gera í framtíðini, tá
spartli-arbeiði er á skránni.
Hann er í løtuni í ferð við
eitt málaraarbeiði í bygning
um hjá Trygd. Ein onnur
rættiliga stór uppgáva, sum
liggur fyri framman er eitt
málaraarbeiði í bygningun
um hjá Kristin Johansen
undir Gráasteini í Havn.
- Eg haldi, at ov lítið hev
ur verið gjørt at arbeiða við
hesum sproytunum. Men
her hava tey hjá Sri verið
rættiliga framsíggin. Hetta
er framtíðin, slær Pole fast.
Skjótari og vakrari
Uni Zachariasen er ein
annar
kendur
málarameistari, og hann
fekk eisini nógv burtur úr
vitjanini í Randers.
Hann hevur arbeitt nógv
við sproytum, men fekk
kortini nógv burtur úr vitjan
ini.
- Eg visti 80 prosent um
arbeiðið við sproytunum,
men havi stríðst við tey sein
astu 20 prosentini. Hereftir
fari eg at arbeiða nógv mei
ri við sproytum. Eingin ivi
um tað, sigur hann.
Sjálvur hevur Uni seks
slíkar sproytur – fýra til
máling og tvær til spartl
ing.
Tommy Falkenberg hev
ur nógvar royndir við sproyt
um, og hann veit tí alt um
fyrimunirnar við hesum
arbeiðsháttinum - at tað
lættir um, og ger arbeiðið
bæði vakrari og skjótari.
- Hinvegin krevst meiri
avdekningur, men tað vigar
upp ímóti tí, at vit kunnu
arbeiða skjótari, staðfestir
Tommy.
Máling við sproytum er
Føroyska málaraliðið:
Vinstrumegin: Hans Sigvard
Hansen úr Kollafirði, Uni
Nielsen úr Hoyvík, Lars
Jacobsen Jensen frá Una
Zachariasen, Anskar Hansen
úr Klaksvík, Uni Zachariasen
úr Havn, Sri S. Jacobsen frá
Sri Máling í Havn, Benny
Madsen undirvísari hjá
Randers Tekniske Højskole,
Martin í Nesi úr Hvalba,
Jón við Neyst úr Havn
lærlingur hjá Pola Mohr
Poulsen, Pole Mohr Poulsen
úr Havn. Fremst v.m.: Ransin
N. Djurhuus, lærlingur hjá
málarameistara Falkenberg
og Tommy Falkenberg