Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 41 - 27. februar 2007 Norsk Hydro hevur funnið eina stóra olju- og gassleið við Nordkapp. Oljuleiting Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Hvørki Norsk Hydro ella olju­mál­a­ráð­ið í Oslo vildu gera viðmerkingar til­tíð­ind­ ini í norskum fjølmiðlum í gjár um, at Norsk Hydro hev­ur funnið eina stóra olju- og gassleið á Nucula- leiðini við Nordkapp. Tað hevur ljóðað í seinastuni, at Norsk Hydro hevði funnið eina nýggja leið við Nordkapp, og í síðs­ tu viku vildi tíðarritið Up­stream vera við, at talan var um eitt stórt fund. -Vit koma við einari frágreiðing aftan á 1. mars, segði talsmaðu rin fyri leit­ ing­ini hjá oljufelagnum, Chris­ter Af Gejerstam, við Aften­post­en. Arvid Jensen, nevn­dar­for­ mað­ur í vinnufelagnum Pet­ ro Arctic, segði við Dagens Nær­ings­liv, at tað nýggja fund­ið kann vera tað, sum skul­ di til fyri at fáa ferð á olju­vinn­una í Bar­ents­hav­in­ um. Norskir fjølmiðlar vilja vera við, at millum 300 og 500 mió. tunnur av olju eru í nýggja brunninum. Til sam­­an­­ber­ing­ar kann nevn­ ast, at Goliat-leiðin er mett til umleið 250 mió. tunnur. Tað eru bara 25 fjórðingar ímill­um tær báðar leiðirnar, sum kortini eru í hvør sín­ um jarðfrøðiliga øki. Um­hvør­vis­vern­dar­fel­ags­ skap­ir eru alt annað enn fegn­ir um eina komandi olju­vin­nu í Barentshavinum, og útbyggingarnar á Snø­ hvit­leið­ini og Goliatleiðini ha­va møtt harðari mótstøðu . Sam­bært Aftenposten fær Nu­­cu­la­leið­in neyvan betri undir­tøku, tí hon er so nær lan­di, at møguligir pallar har kunnu síggjast frá Nord­ kapp, har ferðafólk í stórum tali vitja á hvørjum ári. Og tað eru ikki júst olju­ pall­ar, tey koma at hyggja at. Kavarar, sum fingu varandi mein av kavingini í sambandi við tær fyrstu norsku oljuleitingarnar, eru nú í rættinum og krevja endurgjald. Rættarmál Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Fakfelagið Industri Energi hevur vegna fýra av sínum limum stevnt norska stat­ inum eftir endurgjaldi fyri va­ra­n­di mein, sum teir fýra fin­gu av at kava í sambandi við tær fyrstu olju­leit­ing­ar­ nar á norska landgrunninum í árunum frá 1967 til 1990. -Kavararnir vórðu sendir at loysa uppgávur, sum gó­vu teimum varandi mein, seg­ði sakførarin hjá teimum fý­ra, tá rættarmálið byrjaði í tingrættinum í Oslo fyrra­ partin í gjár. Umleið 20 að­rir fyrrverandi kavarar vó­ru komnir at lurta, tí úr­skurð­ur­ in hjá rættinum kann fáa týdning fyri teir. Kravið hjá teimum fýra er, at Statoil skal dømast at áta­ka sær ábyrgdina av, at teir mistu heilsuna av kav­ ing­ini, og tá tað er tað al­men­na, sum eigur olju­fel­ ag­ið, er kravið vent ímóti tí al­men­na. Teir halda uppá, at Statoil var vitandi um, hvør­jum vanda teir vóru í, og fáa teir viðhald í hesum, fær úrskurðu rin týdning fyri fleiri tíggjutals aðrar fyrr­ver­an­di kavarar. Enn eru eingi beinleiðis end­ur­gjaldskrøv sett fram, tí tey skulu setast upp eftir við­ur­ skiftunum hjá hvørjum ein­støk­um. Kortini er greitt, at talan verðu r um stór tøl. T. d. verðu r mett, at ein kav­ a­ri, sum í dag er um 50 ára ald­ur, og sum fekk varandi mein av at kava fyri Statoil fyrst í áttatiárunum, kann krev­ja millum 13 og 15 mió. norskar krónur í end­ur­ gjaldi. Oljukavarar krevja stórt endurgjald Seinastu 27 árini eru 70 brunnar boraðir í Barnstshavinum, men bara tveir, Snøhvit og Goliat, hava víst seg at hava so mikið av olju, at tað kann løna seg at taka hana upp. Nú er tann triði funnin. Nýtt oljufund kann seta ferð á í Ba­rents­hav­in­um framtíðin Martin í Nesi úr Hvalba hevur arbeitt við sproytum í nógv ár. Men ikki fyrrenn nú hevur hann til fulnar skilt, hvussu hent hetta amboðið í roynd og veru er. - Eg havi brúkt tær í nógv ár, uttan rættiliga at vita, hvussu tær virkaðu . Men tað veit eg nú, sigur hann. Hann hevur fyri tað mesta brúkt sproyturnar til grovt arbeiði, sum til dømis máling av húsatekjum. Hetta ætlar hann sær sjálvandi at halda fram við, men nú fer hann eisini at kunna átaka sær at mála til dømis hurðar og annað innanveggja við sproytu. Hetta sama sigur Anskar Hansen úr Klaksvík, sum er sera fegin um hetta áhugaverda skeiðið. - Eg havi arbeitt við sproytum í mong ár, og eg helt, satt at siga, at eg hevði einki eftir at læra. Men eg bleiv so grundiga settur uppá pláss á skeiðnum, greiðir hann frá. Við kønum undirvísarum fingu teir at vita um fleiri tekniskar finessur og møguleikar við sproytunum. Samstundis fingu teir eisini at vita, hvussu vandamiklar tær kunnu vera, um ein ikki ansar nóg væl eftir. - Ja, vit fingu at vita, at ein slík sproyta er eins vandamikil og ein lødd byrsa. Tað gav okkum øllum nakað av hugsa um, sigur Anskar. Tekniskur ráðgevi frá Sigma-máling Thomas Ryger, undirvísarin Benny Madsen og Sri S. Jacobsen frá SRI Málinig Hent men vandamikið Ransin N. Djurhuus, sum lærir hjá málarameistaranum Tommy Falkenberg roynir sproytuna Lars Jacobsen Jensen, lærlingur hjá Una Zachariasen