týsdagur 27. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 vinnusíðurnar
Nr. 41 - 27. februar 2007
Snýttir í løn
Ein kanning í Noregi vísir, at triði hvør póllendingur, sum
er komin til Noregs at arbeiða, fær ikki ta løn, sum hann
ella hon av røttum eigur at fáa. Í 14 prosentum av førunum
vísti tað seg, at arbeiðsgevararnir brúktu falskar sáttmálar,
og sjey prosent av teimum spurdu póllendingunum høvdu
upplivað, at arbeiðsgevarin var farin á húsagang, og at teir
sótu eftir á berum. Langir arbeiðsdagar og vánalig íbúðar
viðurskifti eru eisini vanlig.
Rýma undan flyting
Fleiri týðandi starvsfólk í olju- og gassdeildini hjá Norsk
Hydro hava so ilt við at góðtaka avgerðina at leggja deild
ina saman við Statoil, at tey velja at fara í annað starv
heldur enn at halda fram í nýggja felagnum. Oljuprofessarin
Øystein Noreng sigur við Dagens Næringsliv, at starvs
fólkini í Norsk Hydro vænta at verða sett til viks í nýggja
felagnum, og tí rýma tey. Fleiri teirra vilja heldur hava ann
að starv í tí, sum verður eftir av gamla felagnum.
- Tað hevur ikki verið
so nógv at gjørt á
bedingini í seinastuni,
og vit hava heldur
ikki so nógv fólk at
taka av í løtuni, nú
nógvir maskinsmiðir
arbeiða upp á nýbygn
ingin í byggihøllini,
sigur bedingsmeist
arin, Kristoffur
Lützen
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í løtuni standa trý skip á
bedingini hjá Tórshavnar
Skipasmiðju, sum skulu
hava aksiltrekk. Skipini eru
línubáturin Helena, garna
skipið Thor og trolbáturin
Búgvin.
Bedingsmeistarin,
Kri
stoffur Lützen, sigur, at slík
arbeiðir vanliga ikki taka so
langa tíð.
- Aksiltrekk tekur vanliga
ikki langa tíð. Hetta eru
skip, sum koma upp og fara
síðan av aftur.
Á bedingini stendur eisini
ein annar bátur í løtuni.
- Hetta er fóðurbáturin
Nordic, sum vanliga liggur
fyri teym á Funningsfirði.
Báturin skal hava ymisk
sýn; hann verður málaður,
og haraftrat skulu vit gera
fóðurtangar í lastini, sigur
bedingsmeistarin.
Nordic hevur staðið á bed
ingini hjá Tórshavnar Skipa
smiðju síðan miðjan jan
uar.
Nýbygging
Kristoffur Lützen veit at
siga, at nógv virksemi er í
byggihøllini í løtuni, har
nýbygningur av sama slagi,
sum Hansa Maria og Skála
fossur, verður smíðaður.
Hetta eru snøggir trolbát
ar.
- Skrokkarnir eru smíðað
ir í Pólandi fyri Tórshavnar
Skipasmiðju, sum annars
eigur alt konseptið.
Bedingsmeistarin veit at
siga, at nógvir maskinsmiðir
eru í gongd í byggihøllini í
løtuni, nú nýbygningurin
skal verða liðugur 3. mai.
- Einir 8-10 mans arbeiða
soleiðis í tveimum vaktum.
Haraftrat kemur eitt nú el-
arbeiði og apeteringsarbeiði,
sum Byggiservice tekur sær
av.
Seinkaður
Kristoffur Lützen veit at
siga,
at
skrokkurin
til
nýbygningin ætlandi skuldi
koma úr Pólandi í november
í fjør, men kom ikki fyrr
enn í februar í ár.
- Hetta ger, at meira trýst
er á hesi bygging, enn tað
annars hevði verið, um
skrokkurin kom til tíðina,
leggur hann aftrat.
Bæði Hansa Maria og
Skálafossur eru longdir, síð
an teir vóru bygdir, men
nýbygningurin, sum er til
eitt felag í Havn, hevur upp
runaligu mátini, sum er
longdin, ið Hansa Maria og
Skálafossur hava í dag.
Á
Tórshavnar
Skipa
smiðju arbeiði eini 140 fólk
tilsamans, tá ið øll eru írokn
að..
Havsbrún í Fugla
firði tók ímóti væl
størri ráfiskanøgdum
í fjør enn nakað ann
að virki av sínum
slagi í Norður
-Evropa
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyska sildaverksmiðj
an, Havsbrún í Fuglafirði,
er tann verksmiðjan í Norð
ur-Evropa, sum tók ímóti
størstu ráfiskanøgdunum í
2006.
Hetta vísir eitt yvirlit,
sum norska fiskivinnublað
ið Fiskaren hevur prentað.
Í miðal tók hvør av teim
um tilsamans 14 sildaverk
smiðjunum
í
Íslandi
55.752 tons av ráfiski,
meðan tær sjey norsku
verksmiðjurnar tóku ímóti
90.532 tonsum í miðal.
Av
verksmiðjunum
í
Íslandi, Noregi og Føroy
um, liggur Havsbrún ovast
yvir innvigaða rávøru.
Nógv størst
Havsbrún tók nevniliga
ímóti 305.000 tonsum í
2006, meðan verksmiðjan
í Íslandi, sum tók ímóti
størstu
nøgdunum,
tók
ímóti 185.835 tonsum.
Verksmiðan í Noregi,
sum keypti mest, keypti til
samans 134.325 tons av
ráfiski í 2006.
Soleiðis lá Havsbrún
langt frammanfyri bæði
íslendsk og norsk virki.
Í yvirlitinum liggja tvær
verksmiðjur í Danmark
fremst í ráfiskanøgd, onnur
í Skagen við 380.000 tons
um og hin í Esbjerg/ Thy
borøn og Hvide Sande við
tilsamans 500.000 tons
um.
Í yvirlitinum verður Dan
mark ikki roknað sum part
ur av Norður-Evropu, og tí
liggur Havsbrún fremst
millum hesi lond.
Trý skip fáa
aksiltrekk á
Tórshavnar
Skipasmiðju
Havsbrún størst í Norður-Evropa
Í løtuni standa fýra skip á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Trý teirra skulu hava aksiltrekk
9Mynd: Vilmund Jacobsen
Trolbáturin Búgvin
og garnaskipið Thor. Í
byggihøllini smíða teir
nýbygning, sum skal verða
liðugur 3. mai
Mynd: Vilmund Jacobsen