týsdagur 27. februar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnusíðurnar
Nr. 41 - 27. februar 2007
Semco til Singapore
Ein av teimum stóru donsku frálandafyritøkunum, Semco
Maritime, fer nú at fáa sær deild í Singapore. Semco
Maritime, sum hevur høvuðsstøð í Esbjerg, er veitari hjá
teimum, sum byggja oljupallar, og tá Singapore er miðstøð
fyri pallbygging, er tað náttúrligt, at felagið sær sær skriv
stovu har, skrivar JydskeVestkysten. Í løtuni eru umleið 40
pallar í gerð í Singapore, og Semco Maritime er veitari til
umleið 20 teirra, skrivar blaðið.
Gott ár hjá Havila
Stóra norska frálandareiðaríið Havila ASA hevði eitt gott
ár í fjør. Roknskapurin er ikki liðugur enn, men fyribilstøl
benda á, at felagið hevði 348 mió. norskar krónur í avlopi
í 2006, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum í 2005.
Serliga seinasti ársfjórðingur í fjør royndist væl. Havila
ASA seldi átta skip í fjør, men hevur bílagt ellivu nútímans
veitingarskip. Byggikostnaðurin fyri tey er 3,5 mia. norskar
krónur.
- Hetta er eitt ordiligt
far, og eg eri sera
glaður fyri, at tað
eydnaðist mær at
ogna mær henda
bátin, sigur skopun
ingurin, Eyðfinn
Poulsen, sum herfyri
keypti sær stóra og
snotuliga útróðrar
bátin Hvessing av
Sandi
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein uppilagstur fiskimaður
hevur sum oftast hug at
gera okkurt, sum hevur við
fisk ella fiskavirking at
gera. Í slíkum førum kann
tað vera kærkomið, um
fiskavirki er í bygdini, ella
um bygdin í minsta lagi
hevur eitt gott havnalag, so
til ber at reka útróður – utt
an at hava ampa av báti
num.
Áður
vóru,
sum
vit
plagdu at taka til, fiskavirkir
á “hvørjum tanga”, men
soleiðis er ikki longur.
Og tó.
Á flestu virkjum kring
landið, sum vóru opin í sín
ari tíð, tá føroyingar næstan
bara virkaðu flak og blokk,
er eitthvørt virksemi eisini í
dag. Millum tey fáu virkir,
sum eru afturlatin burtur av,
er Norðurfisk í Árnafirði
og Klivar í Nólsoy.
Onnur virki eru umbygd
til saltfiskaarbeiði, kryvjing
av laksi, virking av gulllaksi
í vertíð ella til servirking av
ávísum fiskasløgum og vør
um.
Valdi útróðurin
Eins og nógvir uppilagstir
fiskimenn undan honum,
valdi skopuningurin, Eyð
finn Poulsen, at leggja seg
heima at rógva út, tá hann
legðist uppi. Men meðan
hann var sjómaður, var
hann altíð av og á í báti, og
tí var útróður ikki eitt ókent
fyribrigdi í hansara verð.
Haraftrat kemur, at Skop
un er gomul útróðrarbygd.
Í nøkur ár høvdu Eyðfinn
og bróðurin, Eyðun Poulsen,
íslendska Gáski-bátin, Bárð
arenni,
sum
føroyingar
kenna.
Nú hevur Eyðfinn so
keypt sær ein av teimum
stóru, rúmligu og sera væl
umtóktu kanadisku útróð
rarbátunum, sum eisini eru
vorðnir kendir um landið.
Eyðun rekur nú Bárðar
enni, og Eyfinn fer at reka
Hvessing, sum báturin kall
ast.
- Hesin báturin er 42 føt
ur langur, rúmligur og
hevur ómetaliga gott deks
pláss. 18 kør, sum taka eini
500-600 pund hvørt, kunnu
standa á dekkinum, men
lastarúm er so gott sum
einki. Fiskurin verður kruvd
ur, vaskaður og koyrdur í
kørini við ískrapa, soleiðis
at dygdin á fiskinum verður
hin besta.
Tveir á báti
Hvessingur hevur seks sjálv
virkandi Vága-snellur, og
plássið millum snellurnar á
dekkinum er gott. Maðurin,
sum stendur við snellurnar,
stendur væl á einum træ
platti, sum gongur allan
vegin aftur við bátssíðuni.
- Vit ætla okkum at fara
fyrsta túrin í nátt. Saman
við mær verður skopuning
urin, Bjørn Mittelstein, sum
annars siglir við skipinum,
Ran. Hann er sjómaður og
hevur ikki gjørt so nógv við
útróður. Eg vænti, at hann
verður “bitin” av hesum,
um fiskur verður at fáa, sig
ur Eyðfinn við einum
smíli.
Hann heldur, at tríggjar
snellur í part er so passaligt
á einum slíkum báti.
- Áðrenn vit ætlandi fara
norður um at royna eftir vár
fiski einaferð í komandi
mánaði, fara vit fyrst nakrar
túrar eftir upsa. Eg havi
skilt, at teir hava fingið væl
av snellufiski norður av
Sandoyarbankanum, einar
30 fjórðingar úr landi. Tað
hevur verið góður upsi, sum
bátarnir hava fingið, sigur
Eyðfinn Poulsen.
Liggja ikki úti
Hann heldur, at nú náttin
framvegis er so long, fara
teir ikki at liggja úti á nátt
og bíða eftir ljósinum, men
fara at sigla til lands ímill
um túrarnar.
- Øðrvísi verður seinni,
tá dagurin verður longri og
náttin styttri, leggur hann
aftrat.
Eyðfinn vísir á, at Hvess
ingur kann sigla einar 22-
23 sjómíl um tíman.
- Báturin hevur eina 430
HK Cummins maskinu,
sum er frá 2004 og bara hev
ur koyrt í umleið 3000 tím
ar.
Hann sigur, at sjálvandi
fer hann ikki at sigla við
22-23 míla ferð í vanligari
sigling, men tað kann vera
gott at eiga hesa ferðina –
antin tú skalt skulda tær út
á fiskileið, ella hann sigur
øtlandi veður, og tú vilt
verða aftur at landi í góðari
tíð.
- Eg vænti, at við vanligari
sigling verður ferðin einar
9-10 sjómíl, og tá líður væl
eftir, sum hann tekur til.
Higartil hevur Eyðfinn
bert verið tann eina túrin
við Hvessingi, og tað var, tá
hann herfyri var í Vágum
eftir einari snellu aftrat.
- So, eg eri ógvuliga
spentur at royna hendan bát
in, ið eg avgjørt vænti fer at
roynast væl, leggur hann
aftrat.
Avreiða í Havn
Eyðfinn sigur, at báturin
verður rikin úr Skopun, har
teir báðir búgva, men hann
ætlar sær av avreiða veiðina
til virkið hjá Føroya Fiska
virking í Havn.
- Prísurin á góðum upsa
er við rognunum umleið 7
krónur fyri kilo, og tað held
ur hann er góður upsaprís
ur.
Hetta er ein so mikið góð
ur prísur, at Eyðfinn sum
nevnt ikki ætlar sær norður
um at royna eftir várfiski,
fyrr enn seinni í komandi
mánaði – væl at merkja, um
fiskur tá verður at fáa á vár
leiðunum.
Nú er ymiskt ár undan
ári, hvussu norðhavsróðurin
roynist, og higartil sigur
Eyðfinn seg ikki hava frætt
um, at menn hava fingið
nakrar munandi nøgdir av
várfiski.
- Nei, tað havi eg einki
hoyrt um sum er.
Eitt gott keyp
Útróðrarmaðurin í Skopun
sigur seg vera sera væl
nøgdan við keypið av Hvess
ingi.
- Eg og fyrrverandi eig
arin av bátinum, Niels Ják
up Hentze á Sandi, sonur
Demmus Hentze, kennast
væl, og eg eri sera væl nøgd
ur við tann prís, vit komu
ásamt um.
Eyðfinn Poulsen vil ikki
heilt avdúka keypsprísin,
men vísti á, tá vit hittu hann
í Vágsbotni seinnapartin
mánadagin, at prísurin ligg
ur rundan um miljónina.
- Ein annar bátur liggur
her í dag, sum er 39 føtur,
og sum eg havi skilt, stendur
tann báturin í 2,3 miljónum
krónum, leggur væl nøgdi
útróðrarmaðurin aftrat.
Útróðrarmaður
hevur keypt sær
sín dreymabát
Ein sera vælnøgdur útróðrarmaður, Eyðfinn Poulsen, sum júst hevur ognað sær ein kanadiskan
útróðrarbát – ein bát, sum er dreymurin hjá mongum útróðrarmanni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hvessingur er ein sera snotuligur og rúmligur útróðrarbátur. Báturin er 42 føtur langur og kann
sigla 22-23 sjómíl um tíman. Her fer hann yvir á vestaru bryggju at taka ís – og síðan verður lagt
út á norðara enda á Sandoyarbankanum at fiska upsa
Mynd: Vilmund Jacobsen