Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 41 - 27. februar 2007 Marknaðarrák Hóast seinasti ársfjórðingur í 2006 hjá Petroleum Geo Service (PGS) gjørdist verri enn Kaupthing metti, so eru nógv góð tekin í roknskapar­ kunngerðini. Eftir­spurn­ing­urin eftir seismikki sær fram­vegis sterkur út og eingi tek­in eru um, at nakað hædd­ar­punkt í prísinum er rokkið. Orsakað av stóra eftir­spurn­inginum eru ordrabøkurnar hjá flestu kapp­ ingarneyt­un­um hjá PGS fullar langt fram í tíðina. PGS hevur havt dirvið til ikki at bundið seg  ov nógv. Tey kunnu tí gera sær dælt av støðuni og fáa hægri prís fyri tænastuna. Kaup­ thing metir tí at PGS kann fara at hækkað í virði komandi tíðina. Um parta­brøv fara at lækka eitt sind­ur, kunnu íleggjarar nýta lækkingina sum eitt høvi at keypa PGS. Norska krónan hækkar við oljuprísinum Norska krónan er styrknað 4% seinasta mánaðin, og hon kostar nú um 0,926 dansk­ar krónur. Tað eru tvey áhugaverd viðurskifti, sum kunnu elva til, at hon fer at styrkna enn meir komandi tíðina. Eitt er, at hon fylgir rættiliga neyvt gongdini olju­­prísinum. Um støðan í Iran gerst enn spentari, kann olju­prísurin hækka enn meir. Haraftrat er tað langt síðan, norska krónan hevur megn­að at komið upp um 0,92, og hetta kann fáa íleggj­arar at gerast meiri positiv­ar um norsku krón­una. Lánsbrævarentur farnar at lækka Hesa farnu vikuna er danska 10-ára rentan lækkað 0,10%-stig til 3,97%. Hetta hendir eftir ein mánaða við stórt sæð óbroyttum rentum. Hervið hava lánsbræva­eig­arar fingið kurs­ vinn­ing, og útlit eru fyri, at langa rent­­an fer at lækka nakað aftrat. Hesa vikuna Hendan vikan verður vænt­andi hend­ ingarík á markn­aðunum. Spenta støð­an í Iran ger sítt til at flyta markn­að­irnar. Iran er í ferð við at byggja sín fyrsta kjarnorku­reaktor, og hevur sett pening av til at byggja fleiri aftrat. Um atfinngingarnar úr USA gerast harðari, kann hetta fáa partabrøv og rentur at lækka. Elektrikkarar Vit sóknast eftir elektrikkarum til arbeiði í Føroyum, sum kunnu byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: • el-innleggingar umborð á skipum • el-innleggingar í bygningar á landi • talvur • stýringar • o.a. Vit vænta at tú hevur: • úbúgvin sum elektrikkari • evni at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Tú kann rokna við at skula arbeiða uttanlands í styttri tíðarskeið. Løn sambært avtalu. Áhugaði kunnu venda seg til El-Service á telefon 47 19 00. Á El-Service arbeiða uml. 40 fólk, tey flestu hava el- og maskinútbúgving. Vit arbeiða við fram- leiðslu, innstallatión, eldsløkkiútgerð og offshore. Størsti parturin av okkara veitanum og framleiðslu fer til útflutnings. Vit leggja stóran dent á góðsku og eru ISO-9001 góðkent. FO-480 Skála · Faroe Islands · www.el-service.fo Tlf. 47 19 00 · Fax. 47 19 01 · el-service@el-service.fo PGS áhugavert                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.                Vika 9, 2007 Kvik Køkssentrið Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Tlf. 31 24 80 Far. 51 24 80 Skræddaraseyma tygara baðirúm Øll hava rætt til eitt feitt baðirúm