Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2007 27 Stutt sagt Avmarka útlát Guvernørarnir í fýra ameri­­­konskum statum taka nú stig til at avmarkað CO2-útlátið. Talan er um statirnar Arizona, Kali­ fornia, New Mexico og Ore­gon, og guvernørarnir hava í fyrstu atløgu av­­tal­ að, hvussu nógv teir skulu skerja útlátið tað næsta hálva árið. Har­afturat eru teir samdir um at gera eina skipan, so teir kunnu hava eftirlit við, at allir fýra statirnir halda avtal­ una. Guvernørurin í Kali­ fornia, Arnold Schwarzen­ egger, sigur við AP, at av­talan er ætlað at vísa stjórnini í Washington, at teir einstøku statirnir eru til reiðar at laga seg eftir Kyoto-sáttmálanum, sjálvt um stjórnin ikki er sinn­að at gera tað. Settu eld á bók Í Týsklandi eru sjey ungir høgrasinnaðir menn ákærd­ir fyri at hava sett eld á eitt eintak av bókini ”Dagbókin hjá Onnu Frank”, ið lýsir umstøður­ nar hjá teimum jagstraðu jødunum undir seinna heims­bardaga. Tilburð­ urin við bókabrenningini var í fjør og vakti stóran ans í Týsklandi, tí mong mettu hana vera niðrandi ímóti teimum mongu, sum lótu lív undir nazist­ isku jødatýningini. Sam­ bært týskari lóg kunnu fólk fáa upp til fimm ára fongsul fyri at avnokta jøda­týningina, men tað er ikki vist, at teir sjey menn­ inir kunnu dømast eftir teirri lógargreinini. Dýrt flogfar Ein av teimum ríku arab­ isku ríkisleiðarunum hev­ ur nú bílagt sær eitt flogfar av slagnum A380, sum er 73 metrar langt, og sum vig­ar 280 tons. Sjálvt flog­ farið kostar 1,7 mia. krón­ ur, men keyparin hevur sam­stundis biðið flog­verk­ smiðjuna broyta og um­byggja flogfarið innan fyri aðrar 850 mió. krónur. Millum annað vil hann hava einar 600 fermetrar til matstovu og skrivstovur, og alt skal gerast við ein­ um serligum oyðimarkar­ dámi. Franski flogsnið­ gevin Edésse Doret sigur, at arbeiðið fer at taka hálvtannað ár. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Vesturheimurin má sleppa tí eyðmýkjandi, nýhjálandapolitiska hugsunarháttinum (Hans Blix) útlond – Øll fólk, eisini iranar, hava sín stoltleika, sama um okkum dámar hann ella ikki, sigur fyrr­ verandi ST-vápna­ eftirlitsmaðurin Hans Blix USA og fleiri lond í Evropa eyðmýkja Iran við at krevja, at landið skal gevast við sín­ ari kjarnorkuverkætlan, áðr­ enn talan kann verða um sam­ráðingar, heldur Hans Blix, sum kemur til Føroya í mai. Hans Blix vísir á, at tá USA og fleiri evropeisk lond løgdu eitt uppskot fyri iransku stjórnina í fjør, var einki í uppskotinum, sum veitti Iran nakra trygd. Í upp­skotinum stóð heldur einki um, at USA kanska var sinnað til at endurnýggja tað diplomatiska sambandið við Iran, um landið gavst við at ríka uran. – Tann rætta manna­gongd­ in er at seta seg við sam­ ráðingarborðið heldur enn at siga, at hin parturin skal gera hetta og hatta, áðrenn samráðingar kunnu byrja, og at hin parturin síðani kann fáa at vita, hvat hann kann fáa burturúr, sigur fyrr­­verandi vápnaeftirlits­ mað­urin. - Tá fáa vit eitt vanligt orðaskifti heldur enn ta nýggju, eyðmýkjandi og hjá­­landapolitisku fram­ferð­ ina. Øll fólk hava sín stolt­ leika, sama um okkum dám­ ar hann ella ikki, sigur Hans Blix við AP. Reiðaríið Royal Caribbean hevur gjørt av at seta heimsins størsta cruise-skip í sigling í Evropa Tað er viknandi eftirspurn­ ingur á amerikanska markn­ að­inum, sum hevur fingið leiðsl­una í Royal Caribbean at seta ”Independence of the Seas” í sigling í Evropa, tá skipið verður liðugt á finsku skipasmiðjuni í mai næsta ár. ”Independence of the Seas” er systurskip til ”Free­ dom of the Seas”. Tað fer at taka umleið 4.400 ferða­ fólk, og byggikostnaðurin fyri skipið er næstan fimm mia. norskar krónur. Royal Caribbean sigur, at felagið fer at leggja seg eft­ ir at fáa ferðafólk úr Bret­ landi, Týsklandi, Italia, Frak­landi og úr teimum skandinavisku londunum. Tað ræður um at fáa fólk umborð, tí royndirnar vísa, at hvørt ferðafólk brúkar upp ímóti 400 krónum um dagin. ”Independence of the Seas” verður systurskip til ”Freedom of the Seas”, sum her sæst við bryggju í Oslo í fjør. Vesturheimurin eyðmýkir Iran Heimsins størsta skal sigla við evropearum - Øll fólk, eisini iranar, hava sín stoltleika, sama um okkum daámar hann ella ikki, sigur Hans Blix.