Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 41 - 27. februar 2007 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo ítróttur Rósing Dam vann steypini Í Sosialinum í gjár varð ein villa komin í greinina um steypa­ kapp­ing­ina í amboðs­­fimleiki, sum var leygardagin RÆTTING Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@ sosialurin.fo Steypakappingin, sum var í amboðsfimleiki leyg­ar­ dagin, var í gjár umrødd her í blaðnum. Tíverri er ein villa kom­in í tekstin. Tað var ikki Fróði Mortensen, men Rósing Dam, sum vann báðar kappingarnar farna vikuskifti. Sum tað eisini sást á talvunum við úrslitunum, gjørdist Fróði Mortensen ávikavist numm­­ar trý og fýra í kapp­­ing­unum á gólvinum og í paralellu barrunum. Orsakið mistakið. Fyrrverandi FSV-venjari upp á tal í Skotlandi Skotskir miðlar vilja vera við, at Kestutis Latoza, sum í 2000 og í 2001 vandi FS Vágar, skal verða nýggjur venjari hjá Hearts í Edinburgh Kestutis hevði undan starvinum í Føroyum virkað sum litaviskur lands­ liðsvenjari, og iva­leyst eru tað hetta starv, sum nú setir hann í sam­band við skotska felagið. Hearts hevur nevnliga litaviskan eigara, og síðani hesin ko til, hava venjaraskiftini verið fleiri í tali. Onkur av hesum er enntá rýmdur, tí formaðurin sjálvur vildi sleppa at seta liðið. Enn er ikki alment vátt­ að, hvør verður nýggjur venjari hjá felagnum, men fleiri skotskir miðlar vilja vera við, at talan altso er um Kestutis. Litavin varð í síni tíð sagdur úr starvinum hjá FS Vágum, eftir at liðið tapti ikki minni enn 15- 0 fyri B36. Eitt tal, sum er met í føroyskum 1. deildarfótbólti. -mørk Seinasta Grand Prix umfar í borðtennis var á skránni um vikuskiftið, og her var stórur spenningurin stórur í fleiri av deildunum BORÐTENNIS Tíðindaskriv Um vikuskiftið var seinasta umfar í Grand Prix kapp­ ing­ini í ár avgreitt. Undan umfarinum var spenningurin stórur í fleiri deildum, um hvør skuldi fáa gull, og hvørjir leikarar fóru at tryggja sær luttøku í Brøndby Cup. Kappingin bleiv avgreidd í ítróttarhøllini í Trongisvági, har umleið 90 leikarar úr fýra feløgum kappaðust. Fyrsti Grand Prix sigur nakrantíð Hjá teimum yngstu gjørd­ ist eingin broyting eftir 6. umfar, har Anna Mikkjals­ dóttur aftur í ár megnaði at vinna kappingina hjá smá­ pinkunum, meðan Durita Jensen og Sofía Maria Ferjá kappaðust um annað plássið. Har dró Durita longra stráð­ið samanlagt og vann silvur, sjálvt um Sofía Maria endaði frammanfyri Duritu í kappingini um vikuskiftið. Bjørgvin Sveinbjørnsson úr Royn, sum bert hevur leikt borðtennis í eitt gótt ár, vann smápiltadeildina, og er hann eisini fyrsti hvalbingur nakrantíð, sum gerst Grand Prix vinnari í borðtennis. Nummar tvey og trý gjørdust ávikavist Petur Müller og Hávar Albinus úr TBF. Púra javnt Var spenningurin stórur und­an seinasta umfarinum í pinku- og piltadeildini, so gjørdist hann ikki minni, tá ið uppteljingin var á skránni. Hjá pinkunum kappaðust tvøra­genturnar Lív Øster og Vár Holm um 1. plássið og gjørdist endin tann, at báðar endaðu á 426 stigum, men av tí at Vár endaði framm­anfyri Lív í seinasta umfarinum, so gjørdist Vár Grand Prix vinnari 2007. Nr. 3 gjørdist Eva Wilhelm, eisini úr TBF. Hjá piltunum hevur kapp­ ing­in eins og hjá pinkunum verið sera tøtt, og undan sein­ asta umfarið var enn einki avgreitt. Eyðfinnur Jensen úr Royn hevur ligið á odda í alt ár, men seinstu trý umførini hevur tað gingið framúr væl hjá liðfelaga hansara, Eyðuni Ellendersen. Undan dagsins umfarið førdi Eyðfinnur við 24 stigum, men hann megnaði bert at fáa 90 stig í dag, meðan Eyðun fekk heili 180. Hetta førdi við sær, at Eyðun streyk avstað við gullinum. Eyðfinnur megnaði tó at fáa annað plássið 12 stig frammanfyri Hans Jón Jacobsen úr TBF. Alt avgreitt Í smádreingjadeildini kundi einki broytast eftir 6. umfar, har Jákup Thomasen hevur ligðið ovastur í alt ár. Silvur fekk Jónhard Ferjá og bronsu Páll Heri Nolsøe - allir tríggir úr TBF. Sama skili var hjá smágentunum, har Rakul Mikkjalsdóttur hevur verið eitt støði frammanfyri allar hinar. Hon vann deildina klárt við 1790 stigum næstan tvífalt so nógv sum Birita Mortensen á øðrum plássið og Marin Sofía Brattalíð á triðja. Í gentu- og dreingjadeildini var eisini alt avgjørt undan seinasta umfarinum og tí var ikki tann stóri spenningurin har. Hjá Gentunum endaði tvøragentan Susie Midjord annað árið á rað nr. 1, og hon var 170 stig frammanfyri Sheilu Strøm úr TBF og 490 stig frammanfyri Joan Thomasen úr TBF, sum endaðu á ávikavist øðrum og triðja plássi. Vinnarin vann Við at vinna A bólkin fyri fyrstu ferð nakrantíð setti havn­ardrongurin, Hallur Thor­steinsson, punktum fyri einum sera góðum úrsliti í Grand Prix kappingini í ár. Hann vann eisini dreingja­ deildina trygt við 140 stig­ um, eftir at hava ligið aftan­ fyri liðfelag sín Róa Agnars­ son trý tey fyrstu umførini. Nummar trý og bronsu fekk Fróði Jensen, TBF. Hjá mansunglingunum gjørd­ist Tór leikarin Pætur Albinus gullvinnari, og Sjúrð­ur Ferjá úr TBF bleiv nummar tvey. Altjóða møguleikar Eftir kappingina var borðhald fyri leikarum og foreldrum, har steyp vóru latin nr. 1, 2 og 3, og vóru hesi eisini boðin til Danmarkar at lut­ taka í Brøndby Cup, sum verð­ur í døgunum 17. og 18. mars. BTSF hevur gjørt av á hvørjum ári at senda trý tey fremstu í Grand Prix kappingini at luttaka í altjóða kapping uttanlands. Hetta við vón um at fleiri leikarar velja borðtennis sum sína ítróttargrein, sam­stundis sum tað eisini mennir okkara leikarar sera nógv at taka lut í kappingum uttanlands við tað, at teir spæla ímóti øðrum leikarum enn í heimligu kappingini. Næsta kappingin, ið BTSF skipar fyri, er FM fyri yngri deildir, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági 24. og 25. mars. Borðtennis: Grand Prix vinnararnir 2007 funnir Anna Mikkjalsdóttir vann kappingina hjá smápinkunum frammanfyri Duritu Jensen og Sofíu Mariu Ferjá, sum endaða á ávikavist øðrum og triðja plássi Hjá smápiltunum vann Bjørgvin Sveinbjørnsson, meðan Petur Müller gjørdist nummar tvey og Hávar Albinus nummar trý