týsdagur 27. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 41 - 27. februar 2007 ]
Óalment FM í inni
róðri var í auluni í
Eysturskúlanum um
vikuskiftið, og her
eydnaðist hjá fleiri av
føroysku rógvarunum
at seta nýggj føroysk
met
INNIRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið saman
í auluni í Eysturskúlanum
um vikuskiftið, tá óalment
FM í inniróðri var á skránni.
Tá ið henda kappingin var
á skránni í fjør, møttu 114
ymiskir rógvarar til kapping
ina, men hesaferð vónaðu
fyriskipararnir at fáa enn
fleiri luttakarar.
Luttakaratalið bleiv eisini
metstórt til kappingina um
vikuskiftið. Omanfyri 200
rógvarar høvdu leitað sær
niðan í Eysturskúlan leyg
ardagin, og Magni Brøðra
berg, formaður í Havnar
Róðrafelag, var sera væl
nøgdur við kappingina.
Einstaklingakappingin
gekk væl
Ávísar broytingar vóru í
aldursbólkunum í kappingini
í ár í mun til kappingina í
fjør. Í kappingini í fjør vóru
ikki so nógvir aldursbólkar
við, og tí gjørdist munurin
í onkrum førum ov stórur
millum yngstu og elstu
luttakararnar í nøkrum av
bólkunum.
Í ár høvdu fyriskipararnir
tó valt at gera fleiri aldurs
bólkar, soleiðis at bert tveir
árgangir vóru í hvørjum
bólki. Hetta vísti seg at rigga
stak væl, tí nú sluppu rógv
ararnir at royna seg ímóti
javnaldrum á sama føti.
Annars var kappingin
skipað á tann hátt, at ein
staklingarnir róðu fyrra
partin, meðan stafettirnar
vóru seinnapartin. Magni
Brøðraberg
sigur,
at
kappingin hjá einstaklingun
um eydnaðist sera væl.
– Kappingin eydnaðist
sum heild avbera væl, men
serliga kappingarnar hjá
einstaklingunum gingu væl.
Alt riggaði, sum tað skuldi,
og kappingin bleiv ikki
longri enn væntað.
– Í liðkappingunum, sum
vóru á skránni seinni um
dagin, gekk ikki eins væl.
Her høvdu vit ávísar teldu
trupulleikar, tá vit skuldu
rokna okkum fram til handi
captíðirnar í liðkappingini,
og hetta gjørdi, at kappingin
bleiv eitt sindur seinkað,
sigur Magni Brøðraberg.
Tvey føroysk met
Heili 16 ymiskar kapping
ar vóru á skránni í Eystur
skúlanum
leygardagin.
Tvær liðkappingar vóru á
skránni seinnapartin, 13
einstaklingarkappingar
vóru fyrrapartin, meðan ein
kapping í sprinti eisini var á
skránni, har allir rógvararnir
kundu taka lut.
Av teimum 13 einstaklinga
kappingunum, sum vóru á
skránni henda dagin, blivu
tvey føroysk met sett.
Í opna bólkinum hjá monn
um í lættvekt eydnaðist
Lars
Abrahamsen
frá
róðrarfelagnum, NSÍ, at
seta nýtt met á 2000 m
teininum. Tíðin hjá honum
6:23.5, og var hann heili 11
sekund frammanfyri Beinir
Danielsen á øðrum plássi.
Í opna bólkinum hjá kvinn
um í lættvekt bleiv eisini
sett eitt nýtt føroyskt met.
Kappingin millum tveir teir
fremstu rógvararnar í hesum
bólkinum var sera hørð, og
báðar kvinnurnar megnaðu
at rógva seg til eina tíð, sum
var undir gamla metið. Her
eydnaðist hjá Katrin Olsen
at vinna í tíðini 7:13.5, og
beint í hølunum á henni kom
Súsanna Skylv Sørensen í
tíðini 7:14.7.
Hetta vóru tó ikki einastu
føroysku rógvararnir, sum
komu á mál í eini tíð undir
gamla metinum á 2000
m teininum. Anny Maria
Davidsen, sum róði í bólk
inum 17-18 ár hjá kvinnum,
kom eisini undir gamla
føroyska metið á 2000 m
teininum. Hon kom á mál í
tíðini 7:18.7, og var hennara
tíð sostatt eitt sekund betri
enn gamla metið.
Magni Brøðraberg sigur,
at hetta var ein sera góð tíð
av ungu gentuni, sum rør
fyri SÍF.
– Anny Maria svimur
í eini tíð, sum er undir
gamla metið, og hon er
bert fimm sekund aftanfyri
tíðina hjá Katrin Olsen í
opna lættvektsbólkinum
hjá kvinnum. Hetta er eitt
fram úr gott úrslit av eini so
ungari kvinnu.
Kundi vunnið DM
Í bólkinum hjá dreingjum
13 til 14 ár var bert ein
luttakari við í kappingini,
men hetta vísti seg tó ikki
at ávirka úrslitið hjá unga
Oyvindi Lützen úr Havnar
Róðrarfelag. Hann kom á
mál í tíðini 3:30.01, sum
verður mett sum ein sera
góð tíð.
– Oyvind hevur ikki verið
við til hesar kappingar áður.
Hann ger nógvan annan
ítrótt eisini, men tíðin, sum
hann setti í Eysturskúlanum
leygardagin, er fram úr góð.
Hevði hann fingið hesa tíðina
í danmarksmeistaraheitinum
í inniróðro, so hevði hann róð
seg til eitt gullheiðursmerki,
sigur Magni Brøðraberg.
Góðar vónir fyri
føroyska rógving
Luttakaratalið var næstan
tvífaldað í mun til seinasta
ár, tá FM í inniróðri var á
skránni. Magni Brøðraberg
sigur eisini, at hetta er
eitt gott rák fyri føroyska
rógving.
– Hetta var sera gott, at
fáa so nógvar luttakarar
til kappingina. Eg haldi,
at økta bólkatalið hevur
gjørt, at fleiri luttakarar eru
komnir við til kappingini, tí
nú høvdu teir møguleika at
kappast við onnur á sama
støði. Eg haldi eisini, at hetta
er eitt tekin um, at føroysk
rógving er í menning, segði
Magni Brøðraberg at enda.
Tvey nýggj met í inniróðri
Taptu fyri finska Turku
Leygardagin fór føroyska landsliðið í fótbólti til La Manga í
Spania, har árliga venjingarlegan verður í ár. Fyrsti dysturin
á túrinum var ímóti finska felagnum, TSP Turku, og sum
skilst, so spældi Føroyar ein góðan dyst. Okkara menn høvdu
fleiri góðar møguleikar í dystinum, og tann størsta av teimum
fekk Christian Høgni Jacobsen, tá hann sendi eitt skot á
tvørtræið. Í staðin fyri eitt ma´til Føroyar, so eydnaðist finska
felagnum at vinna dystin, tá teir fingu eitt mál í ensta løtu.
Sostatt tapti Føroyar sín fyrsta dyst 1-0.
Inniróður í Runavík 14.apríl
Um vikuskiftið var óalment FM í inniróðri á skránni í
Eysturskúlanum í Havn, og henda kappingin eydnaðist
sera væl. Kappingin um vikuskiftið verður tó ikki seinasta
kapping í inniróðri á hesum sinni, tí kappróðrarfelagið NSÍ
hevur nú boðað frá, at teir skipað fyri eini almennari kapping
í inniróðri leygardagin 14. apríl. Kappróðrarfelagið NSÍ
boðar eisini frá, at øll eru vælkomin til hesa kappingina.
Fleiri enn 200 rógvarar vóru við til óalmennu FM-kappingina í inniróðri leygardagin. Tvey føroysk met blivu sett í kappingini