fríggjadagur 16. februar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
24
Nr. 33 - 16. februar 2001
gult cyan magenta svart
VIÐMERKING
Um bygdamenning,
økismenning og
oljuvinnu
Niels Midjord
Í eini viðtalu við formannin
í Útoyggjanevndini í eini
morgunrás herfyri byrjaði
Hilmar Jan við eini hug-
leiðing um bygdamenning
og økismenning. Hann helt,
at nú hoyrdist ikki so nógv
til orðið bygdamenning
longur, og tað var kanska
líka gott, tí har vóru ikki
tey stóru úrslitini at síggja,
og tað lá líkasum í luftini,
at hann var bangin fyri, at
økismenningin fór at fáa
somu lagnu. Lítið er at ivast
í, at eru vit ikki høvdið
framman fyri menningini
og stýra henni, so fær
Hilmar Jan rætt í sínum
spádómum.
Onki kom tó ikki burtur
úr
bygdamenningarhug-
sjónini. Ein liður í hesi
stremban var at útbyggja
samferðslunetið, so koyr-
andi var til allar bygdir, har
til bar at gera veg. Í mong
ár fór Landsverkfrøðingur-
in við helminginum av
fíggjarlógini, og nú er kom-
ið so langt áleiðis, at til ber
at síggja burtur frá teimum
einstøku bygdunum og tosa
um økismenning í staðin.
Hetta hvur m.a. broytt
fortreytirnar fyri komm-
unupolitikki almikið, sjálvt
um kanska ikki allir komm-
unupolitikarar hava varnast
tað enn. Meðan tað fyrr var
høvuðsmálið hjá komm-
unupolitikarum at fáa ar-
beiðspláss til bygdina, er
hetta ikki nóg mikið longur.
Tey, sum nú seta búgv,
munnu fyrst og fremst
spyrja, hvussu útlitini eru
fyri at húskið kann trívast á
tí staði, tey hava valt at bú-
seta seg í: Um trygt er at
búgva har, um ampar eru av
vinnuni ella av ferðsluni á
staðnum, um tey ekkaleys
kunnu lova børnunum út at
spæla, um ansingar- og út-
búgvingarmøguleikar, um
frítíðar- og felagsvirksemi,
um útboðið av handlum
osfr. Í hesum sambandi
vigar tað minni, um tú
kanst fáa arbeiði á stað-
num, bara arbeiði er at fáa í
økinum, tí tú fert kortini til
arbeiðis í bili, og um tú
koyrir 20 minuttir meira
ella minni hevur ongan
týdning.
Tað skerst ikki burtur, at
tess størri búsetingin er,
tess størri og fjølbroyttari
og
meira
professionelt
verður útboðið, og tess
meira lokkandi kann tað
tykjast at búseta seg har;
men tað er eisini ein and-
søgn í hesum. Ætlar tú t.d.
at finna siðbundna heim-
liga mentan, so skalt tú ikki
fara til stórbýirnar at leita,
tí teir eru allir líka.
Hevði
einaferð
ein
danskan gestalærara, sum
lýsti føroysku mentanina
við orðinum »usamtidig-
hed«. Samstundis sum vit
liva í telduøldini við øllum
nútímans hentleikum og
rákum, so røkta vit seyðin,
røkja bjørgini, fara á flot,
kvøða osfr. á nakað sama
hátt, sum vit hava gjørt í
øldir. Hetta, helt hann, gav
føroysku mentanini eitt
kjølfesti og eitt fjølbroytni
og eina kraft, sum hann
ikki hevði sæð aðra staðni.
Tað er kanska nakað av
hesum, sum arkitektarnir
aftan fyri bygdamenning-
ina í síni tíð hildu vera vert
at varðveita. Harafturat
kemur, at tær smærru bygd-
irnar eru betur førar fyri at
standa ímóti eini kreppu,
millum annað tí innløgu-
møguleikarnir eru betri har.
Og so kann eg ikki lata vera
við at nevna eini viðurskifti
afturat, sum skulu standa
fyri egna rokning.
Hjá okkum verður lívið
hjá tí einstaka skipað og
lagt til rættis av ansingar-
og útbúgvingarstovnum frá
vøgguni og langt upp í
vaksnan aldur. Hetta er
neyðugt, soleiðis sum sam-
felagið nú sær út, men tað
er ikki vist, at hetta er tað
besta fyri børnini, og ikki
er tað hetta, sum ger tey
best før fyri sjálvstøðugt og
við persónligum kjølfesti at
møta teimum alsamt skift-
andi krøvunum, sum tekn-
iska menningin setir. Nógv
betri og meira mennandi
fyri sjálvsmenskuna hevði
tað verið, um umhvørvið
har børnini vuksu upp, var
so trygt, at tey sjálv í størri
mun fríð og ekkaleys
kundu farið út og gjørt
sínar egnu royndir og nýtt
sítt egna hugflog, uttan at
vaksin blandaðu seg uppí.
Eitt sovorðið umhvørvi er
lættari at fáa fram á bygd,
og tí eri eg ivaleysur í, at
bygdarbørn alt annað líka
eru betur brynjað til at
møta tíðarinnar innbjóðing-
um, enn býarbørn eru tað.
Fáur man ivast í, eftir tað
sum longu er skrivað, at
undirritaði hellir til økis-
menning heldur enn til
miðsavnan. Spurningurin
er so, hvussu økismenn-
ingin kann fremjast í verki.
Ein møguleiki er at syndra
almennar stovnar og spjaða
teir út um landið; men hetta
er kanska ikki so heppið, tí
í flestu førum man tað
ganga út yvir dygdina og
effektivitetin. Ein annar
møguleiki er at býta tey
ymisku virkisøkini upp, so
at miðstaðarøkið í høvuðs-
heitum tekur sær av mið-
fyrisitingini og teirri hægri
útbúgving og gransking og
menning, sum hoyrir henni
til, eitt annað økið tekur
sær í høvuðsheitum av
fiskivinnuni og teirri hægri
útbúgving og gransking og
menning, sum hoyrir henni
til, og eitt triðja øki tekur
sær av oljuvinnuni og teirri
hægri útbúgving og gransk-
ing og menning, sum hoyrir
henni til. Á henda hátt
hevði tað borið til at spjatt
atdráttarmegina frá teimum
ymisku vinnugreinunum og
gjørt tað møguligt, at tær
kundu liva síð um síð, so-
leiðis at føroyska samfe-
lagið, tá ið oljuævintýrið
var av, kundi hildið áfram
toluliga snikkaleyst.
Sum nú er, er tað mið-
staðarøkið, sum hevur ta
størstu
atdráttarmegina.
Tað er har, tey flestu av
teimum, sum kreppan í 90-
unum rak av landinum og
sum nú eru heimafturkom-
in, velja at seta búgv. Um
nú oljuvinnan verður løgd í
sama øki, er vandi fyri at
atdráttarmegin at miðstað-
arøkinum verður so sterk,
at hon kollrennur øll hini
økini og allar hinar vinnu-
greinarnar við. Her verða
teir stóru pengarnir at
vinna, og her verða eisini
teir bestu og mest fjøltátt-
aðu møguleikarnir fyri at
brúka pengarnar. Tað er tí
væl hugsandi, um oljuvinn-
an verður løgd í miðstaðar-
økinum, sama um tað verð-
ur í Havn ella í Runavík, at
allir føroyingar, tá ið olju-
ævintýrið er av, fara at
búgva í einum og sama býi
við ongari siðbundnari
heimligari mentan, og har
arbeiðsloysi og mistreysti
ræður. Í mínum hugaheimi
verður hetta byrjanin til
endan.
Møguliga havi eg mis-
skilt okkurt, men avgerðin
um hvar í landinum olju-
vinnan skal leggjast, er eitt
politiskt stórmál, um nakað
er tað. Vit hava valt politik-
ararnar til at stýra landinum
og at seta út í kortið,
hvussu landið skal síggja út
í framtíðini. At lata olju-
vinnuna sjálva avgera hetta
er at skáka sær undan
ábyrgd, og tað kann fáa
óbótaligar
fylgjur
fyri
samfelagið.
2/2-2001
Føroyar
Noreg
Ísland
Danmark
DKK/litur
Oljufelag
2,48
3,21
2,99
2,58
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Alm. avgj.
1,42
1,74
0,48
3,14
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Brúkari
3,90
4,95
3,47
5,72
Oljufelag
3,75
3,06
2,76
2,69
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Alm. avgj.
4,75
6,11
6,44
5,64
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Brúkari
8,50
9,17
9,20
8,33
Oljufelag
3,35
3,32
2,76
2,88
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Alm. avgj.
1,64
4,76
1,49
3,93
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Brúkari
4,99
8,08
4,25
6,81
6/3-2000
Føroyar
Noreg
Ísland
Danmark
DKK/litur
Oljufelag
2,24
2,80
2,86
2,53
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Alm. avgj.
1,26
1,39
0,71
3,13
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Brúkari
3,50
4,19
3,57
5,66
Oljufelag
3,66
3,28
3,87
2,95
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Alm. avgj.
4,73
6,75
6,04
5,58
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Brúkari
8,39
10,03
9,91
8,53
Oljufelag
2,96
3,15
3,24
2,93
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Alm. avgjald
1,44
5,78
0,81
3,95
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Brúkari
4,40
8,93
4,05
6,88
Diesel
Bensin
Gassolja
Diesel
Bensin
Gassolja
Hákun Djurhuus,
stjóri
P/F Føroya Shell
Nú hava fleiri persónar og
stovnar viðgjørt bensin- og
oljuprísir, men tað eru
fægstu teirra, sum veruliga
hava gjørt sær ómak í hes-
um sambandi. Tí haldi eg
tað vera hóskandi at koma
við nøkrum faktuellum
upplýsingum á hesum øk-
inum.
Prísir hjá Føroya Shell
verða settir í mun til okkara
innkeyp og hvussu prís-
støðan annars er í Føroy-
um. Innkeypt verður í doll-
arum og vit fáa ikki fastan
prís frá okkara veitara, men
hesin broytist samsvarandi
Rotterdam noteringunum
fyri tær ymsu oljuvørurnar.
Eru oljuprísirnir í
Føroyum
kappingarførir?
Í øllum
vesturheiminum
hava landsins stjórnin lagt
munandi avgjøld á hesar
vørur og ikki nóg mikið við
tað, tað verður sjálvandi
eisini lagt MVG oman á
prísin á vørunum. Skal ein
sammeta prísir hjá oljufe-
løgum millum lond, so er
neyðugt at reinsa prísirnar
fyri avgjøldini.
Við at taka avgjøldini úr
prísinum rokna allar prísir
um til føroyskar krónur við
kursinum pr. 1/2-2001, so
kunnu prísirnir beinleiðis
samanberast við teir før-
oysku prísirnar.
Tá ið hetta verður gjørt,
so sæst at føroysku olju-
prísirnir eru fult kappingar-
førir við prísirnar í granna-
londum
okkara.
Besta
prógvið fyri hesi útsøgn
fæst við at hyggja at niðan
fyri uppsettu talvur, sum eg
havi gjørt nú tvær ferðir
bæði tann 6/3-2000 og í
dag tann 2/2-2001. Spurt er
í Danmark, Noregi og Ís-
landi um vegleiðandi prísir
hjá oljufeløgum fyri Gass-
olju, Bensin blýfrítt 98 og
Diesel.
Eisini er uppsett, hvussu
nógv avgjøldini eru, og
hvørjir brúkaraprísirnir er,
alt hetta í føroyskum krón-
um.
Fyri gassoljuna er gald-
andi, at vit skulu keypa
vøru, flyta hana til Føroya
við tilhoyrandi gjøldum,
hava hana í goymslutang-
um, útlevera hana við
tangabilum og umsita alt
hetta.
Fyri bensin og diesel er
sama galdandi. Har um-
framt skulu vit eisini útle-
vera vøruna av góðkendum
sølustað. Við tað at Føroyar
eru eitt oyggjasamfelag, so
er brúk fyri forholdsvís
nógvum sølustøðum. Hetta
viðførir, at um tú sammetir
við
sølutølini
hjá
út-
lenmdskum støðum, so
hava útlendsku støðirnar í
miðal nógv fleiri seldar
litrar pr. ár enn ein føroysk
støð, og tí ber eisini til hjá
útlendskum støðum at taka
minni fyri hesar vørur.
Niðurstøðan
av
hesi
kanning er sostatt, at før-
oysku oljuprísirnir eru
fult kappingarførir við
prísirnar í grannalondum
okkara.
Tað ber heldur ikki til at
tosa um vinning á bensin-
og dieselprísum, samstund-
is sum sammetingar blíva
gjørdar við úrslitið hjá Før-
oya Shell, tí virksemi okk-
ara er nógv annað enn at
selja bensin og diesel til
bilar í Føroyum. Av saml-
aðu seldu nøgd okkara í
2000, standa bensin og
diesel bert fyri 5% av seldu
nøgdini.
Vónandi kann hendan
frágreiðing vera við til at
beina farna orðaskifti inn
aftur á rætta kós og lata tað
byggja á faktuellar upplýs-
ingar, heldur enn á pástand-
ir og illgitingar.
Tíðindaskriv:
Oljuprísir í Føroyum sammett
við hini Norðurlondini
Fyri tann prísin, sum eitt oljufelag tekur fyri oman fyri nevndu vørur, skal ein hefta seg
við, at prísurin, umframt at geva av sær vinning, eisini skal dekka nógvar útreiðslur.
H71–StÍF 22–31 (7–17)
H71 gav onga mótstøðu
Timburmenninir
vóru burtur, men
talan var sjáldan um
sjampanjuhondbólt,
tá StÍF vitjaði H71.
Strandingar høvdu tó
ongar trupulleikar av
at vinna ein tryggan
sigur á einum sera
tomum H71 liði
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er ikki undur í, um
strandingar vóru nakað
moyrir, tá teir mikukvøldið
fóru til Havnar, har dystur
móti H71 stóð á skránni.
Steypasigurin hevur iva-
leyst verið hátíðarhildin
inni á Skálafirðinum, og tí
kundi kanska hugsast, at
H71 fór at hava ein veru-
ligan møguleika í dystin-
um. Ikki minst tí tað ofta er
trupult hjá einum liði at
seta seg upp, beint eftir at
hava spælt ein somikið
týdningarmiklan dyst, sum
ein steypafinala er.
Eingin mótstøða
Tað var tó skjótt greitt, at
hoyvíkingar so avgjørt ikki
skuldu rokna við nakrari
lættari
uppgávu
miku-
kvøldið, tí strandingar lupu
beinan vegin frá vertunum.
Verjuspælið hekk alt fyri
eitt hampuliga væl saman,
og í øllum førum megnaði
seint gangandi uppspælið
hjá H71 ikki at spæla seg
fram við verjuni. Í álopin-
um koyrdu strandingar ikki
heilt so skjótt, sum vit sóu
teir gera í finaludystinum,
og millum annað hevði
venjarin sett seg sjálvan á
beinkin, men alt hetta sá tó
ikki út til at nerva teir á
nakran hátt.
Heimaliðið fekk vall
fótin til jørðina hendan
fyrra hálva tíman, og hálv-
leiksstøðan
sigur
helst
eisini alt um, hvussu leikur
fór.
Lítil stirðil í
Tá liðini fóru á vøllin í
seinna hálvleiki, var so at
siga longu greitt, hvør
skuldi hava sigurin, og
seinni hálvi tímin var so
avgjørt eisini merktur av
hesum. Hoyvíkingar sluppu
nú eisini at pynta nakað um
úrslitið, men í longum løt-
um var dysturin mest átøk-
ur eini parodi upp á hond-
bóltsspæl.
Høvdu leikarar brent,
tímdu teir nóg illa at renna
aftur, og soleiðis var tað als
ikki nøkur óvanlig sjón, at
síggja
leikarar
standa
spjaddar
kring
vøllin.
Kanska tí teir ikki tímdu at
renna, ella eisini vónaðu
teir at fáa eina langa send-
ing fram, so teir aftur
kundu gerast leysir við
málverjanum.
Tá dysturin so at enda var
liðugur, hevði H71 megnað
at fylgt við í málskjótingini
í seinna hálvleiki, men
orsøkin til hetta var einføld.
Tað fingu teir loyvi til frá
gestunum, sum høvdu nýtt
fyrra hálva tíman til at
avgera alt.
Halgir og hini
Umframt at dysturin gav
eina týðilig ímynd av styrk-
ismuninum millum liðini
bæði, so sýndi hann eisini,
hvussu smalur hópurin hjá
hoyvíkingum er í løtuni.
Liðið er eisini merkt av, at
spælarar, sum hava spælt
við í vetur, nú eru farnir
undir fótbóltsvenjingina,
og tí ikki longur eru tøkir til
hondbóltin. Ein teirra, sum
tó framvegis er at síggja, er
Hallur Danielsen, men eis-
ini hann má spæla við
skerdari megi.
Sostatt fekk hann ikki
byrjanina av dystinum við,
tí hann fyrst skuldi vera
liðugur við fótbóltsvenj-
ingina, og tað er sjálvsagt,
at avrik hansara varð merkt
av, at hann júst hevði vant í
góðan tíma, áðrenn hann
fór at spæla hondbólt.
Halgir Dahl Olesen er í
løtuni einasti landsliðsspæl-
arin hjá hoyvíkingum, og
hóast tapið, so varð dysturin
eisini ein undirstrikan av,
hvussu stóran týdning hann
hevur fyri liðið.
Í fyrra hálvleiki fekk H71
sjey mál, og á hvørjum tí
einasta av hesum stóð
navnið á liðskiparanum við
átta-talinum á rygginum.
Einki er at ivast í, at Halgir
er ein fínur spælari, og at
hann hevði havt stóran
týdning á flestu førosku
hondbóltsliðum, men tað
kann ikki vera rætt, at liðið
í so stóran mun skal líta á
evnini hjá einum einstøkum
leikara. Verður hetta ikki
rættað til komandi uppgáv-
urnar, er vandin helst stórur
fyri, at H71 má síggja
Tjaldri fara fram um seg á
stigatalvuni.
Neyvan gullmerki
Við sigrinum hildu strand-
ingar fyri sín part fast í lítla
møguleikanum, sum teir
enn hava fyri FM-heitinum.
Hvussu realistiskur hesin
møguleiki er, kann altíð
trætast um, men so leingi
hann er til staðar, so er
hann har.
At teir eru førir fyri at
koppa vestmenningum sóu
vit um vikuskiftið, men
skulu gullmerkini koma til
høldar, er hetta neyðugt
tvær ferðir afturat, umframt
at
vestmenningar
helst
skulu snáva aðra staðni við,
so alt í alt krevur hetta eitt
sindur av hvørjum.
Hinvegin er eingin ivi
um, at talan verður um
heiðursmerki hjá teimum,
og so verður spurningurin
bara, hvat slag hesi verða
gjørd av.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen
11(4), Annfinn N. Debes 3,
Johnny Durhuus 2, Rolf
Mouritsen 2, Olaf Vest-
ergaard 2, Hallur Danielsen
1, Rene Dahl Olesen 1
StÍF: John Petersen 9, Jón
Rasmussen 6, Bent Djur-
huus 3, Artur Johansen
3(1), Marius Joensen 3,
Andre Danielsen 3, Krist-
ian Petursson 2, Leivur
Justinussen 1, Alexandur
Johansen 1
Brotskøst: H71 5, StÍF 3
Útvísingar: H71 6, StÍF 1
Dómarar úr Kyndli: Hanus
Kúrberg og Hans Thom-
assen. Høvdu eina hampu-
liga lætta uppgávu, sum teir
tó stýrdu við harðari hond,
og millum fingu leikarar
greið boð, tá teir høvdu hug
at brúka seg ov nógv.
Nr. 33 • fríggjadagur • 16. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
H71 megnaði als ikki at geva
nýkosnu steypavinnarunum
mótstøðu, tá liðini hittust
mikukvøldið
Mynd:Álvur Haraldsen
Støðan 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j -
t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
2
2 - 0 -
0
453
329
124
16
2 StÍF
2
2 - 0 -
0
413
358
55
12
3 Kyndil
2
1 - 1 -
0
389
349
40
11
4 Neistin
2
1 - 0 -
1
332
355
-23
8
5 KÍF
3
1 - 1 -
1
337
387
-50
6
6 H71
3
0 - 0 -
3
384
432
-48
4
7 Tjaldur
2
0 - 0 -
2
319
417
-98
3