Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 16. februar 2001 23 gult cyan magenta svart 22 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart Cadillac til Busch Amerikanski forset- in, George W. Busch, hevur fingið ein nýggjan Cadillac De Ville Limosine árg. 2001, við skottrygg- um rútum og ka- rossaríi, innbygdari skrivstovu og Night Vision skipan, við infra-reyðum ljósum, ið síggja alt sum rørir seg nærhendis bilin- um. Kelda: Motor Magasinet Toyota Matrix Toyota Matrix, sum var á bilaframsýning- ini í Detroit, verður gjørdur í samstarvi við GM. Bilurin er bygdur yvir ein Corolla plattform, eins og Pontiac Vibe, ið báðir koma á marknaðin næsta ár. Kelda: FDM / Motor Chrysler uppsagnir Vegna stórar sparing- ar hjá Chrysler Group í USA, hava DaimlerChr ysler ætlanir um at lata 6 verksmiðjur aftur í 2002, og siga 26.000 starvsfólkum upp tey næstu trý árini. Hetta eru 20 prosent av samlaðu arbeiðsmeg- ini. Kelda: Motor Magasinet ÚT AT KOYRA Hóast Renault og Volvo persónbilarnir um okkara leiðir verða seldir av sama søluumboði, er tað Renault og Nissan, ið hava meiri samstarv enn tey flestu geva sær far um. Um nøkur ár koma Renault og Nissan at hava felags platt- formar, men á marknaðinum skulu teir kappast ímóti hvørjum øðrum BILAR Magnus Gunnarsson Uppsagnir í Japan Tá franska Renault bil- verksmiðjan í 1999 keypti 37 prosent av japansku Nissan bilverksmiðjuni, settu teir sín mann, Carlos Ghosn, til at stýra japansku Nissan fyritøkuni. Hetta bleiv ein sonn kolvelting á elstu bilverksmiðjuni í Japan, har ikki færri enn 21.000 starvsfólk fingu at vita, at tey máttu finna sær annað arbeiði. Nissan hevði tá í fleiri ár givið stórt undirskot og Carlos Ghosn lovaði, at longu í 2001 skuldi hann venda gongdini til eitt yvirskot. Tey, sum kendu mannin, ivaðust ikki í at hann fór at klára tað, men yvirskotið kom eitt ár fyrr enn tey mest bjart- skygdu høvdu væntað. Felags plattformar Enn er ikki talan um nakra samanlegging, men um tvær sjálvstøðugar fyritøk- ur, har Renault stjórnar Nissan. Sum frá líður verð- ur roknað við, at fyritøkur- nar verða lagdar saman, tó verða Renault og Nissan tvey sjálvstøðug bilmerkir, sum koma at kappast á sama hátt sum tey gera í dag. Sambært tíðindum sum Carlos Ghosn er kom- in við til fronsku fjølmiðl- arnar, er ætlanin at teir í 2010 skulu hava felags plattformar, so vit kunnu rokna við at Nissan verða gjørdir á Renault verk- smiðjum og Renault á Niss- an verksmiðjum. Kelda: Motor Magasinet Tær stóru altjóða bilaframsýningarnar eru ofta staðið, har nýggir konseptbilar verða sýndir fram fyri at vita, hvussu teir verða móttiknir av øðrum designarum, tíðindafólkum og hvat fólk annars halda um bilarnar BILAR Magnus Gunnarsson Møguliga framleiddur Volkswagen hava ofta okk- urt spennandi nýtt á árligu bilaframsýningunum, sum eru í Detroit í januar mán- aða. Hesaferð møttu teir upp við “VW Mikrobus”, sum er ein nútímans útgáva av gamla “Rugbreyðinum” sum kom fram í 1950. Innrættingin er rættuliga liðilig, soleiðis at stóla- rekkjurnar í miðjuni kunnu snarast 180 stig, so tey ferðandi kunnu venda ímóti hvørjum øðrum undir koyr- ing. Um nýggja “Rug- breyðið” verður sett í fram- leiðslu, er ov tíðliga at siga nakað um enn. Eftir at VW Beetle fyrstu ferð varð sýndur fram í Detroit sum konseptbilur, gekk ikki long tíð til hann kom á marknaðin, so vit fáa at síggja. Kelda: FDM / Motor Renault keypt meira enn triðingin av Nissan Nissan stjórin, Carlos Ghosn, hevur gjørt bilídnaðin í heiminum ovfarnan við at vísa, at hann fekk Nissan at geva yvirskot meira enn eitt ár skjótari enn væntað VW »Rugbreyðið« spøkir aftur Bilurin minnir ikki sørt um gamla »Rugbreyðið«, sum fyrstu ferð kom á marknaðin 8. mars í 1950 Renault og Nissan fara at hava nógv samstarv í framtíðini ÚT AT KOYRA Daewoo, sum er eitt lutfalsvís nýtt bil- merki um okkara leiðir, verða gjørdir í Suðurkorea. Tacuma er tann nýggjasti bilurin á skránni hjá Daewoo fyri Europa, har hann kemur at kappast við eitt nú Renault Scenic, sum teir eisini hava brúkt sum fyrimynd BILAR Magnus Gunnarsson Gott brúksvirði Tacuma er ein væl innrætt- aður 5 persóna bilur, sum er gjørdur til nógv ymisk endamál. Innan virkar Ta- cuma sum ein stórur bilur við góðum brúksvirði, har man situr væl og høgt í setrunum, bæði framman og aftan. Framsetrini hava fleiri møguleikar til inn- stilling, og instrumentbrett- ið er væl skipað, lætt at av- lesa og at handfara. Tey trý baksetrini kunnu møblerast um eftir ynski, ella takast úr bilinum, um tørvur skuldi verið á tí. Í CDX út- gávuni kunnu bæði fram- setrini snarast 180 stig, um tey, sum sita framman, í einum steðgi hava hug at venda sær á og práta við onnur í bilinum. Á stóla- ryggjunum á framsetrunum eru flúgvarasetur til tey ferðandi á baksetrunum. SX og CDX Hóast Tacuma er ein lut- falsliga høgur bilur, eru koyrieginleikarnir góðir, og bilurin livir upp til tað man kann vænta av einum nú- tímans bili í hesum klass- anum, bæði hvat viðvíkur koyring í svingum, og í aðrar mátar. Tacuma fæst við tveimum motorstødd- um, einum 1,8 litur við 98 hk, og einum 2,0 litur við 121 hk. Prísmunurin mill- um báðar útgávurnar er einans kr. 10.000,-. Lítil munur er á útgerðini á SX og CDX útgávunum. Væl útgjørdur Av standard útgerð kunnu vit m.a. nevna ABS brems- ur við EBD, dupultar air- bag, tokulyktir framman og aftan, el-rútar, el-spegl við varma, takstativ, sentrallás við fjarstýring, startsperru og el-frátøkustøð til eitt nú kuldaskáp. Daewoo geva 3 ár ella 100.000 km. mekan- iskt garanti, 3 ára lakk- garanti og 6 ára garanti móti gjøgnumtering. Daewoo er á veg fram- eftir við risalopum, og tá hugsað verður um hvussu nógv teir eru broyttir tey seinastu 10 árini, er her talan um eitt bilmerki, sum kappingarneytarnir mugu taka í fullum álvara. Serliga nú General Motors kemur at hava stóra ávirkan á Dae- woo verksmiðjuna. Daewoo Tacuma 2.0 CDX Motorurin 2,0 litur 16V 121 hk 0-100 km/t 10,5 sek. Bensinnýtsla 11,1 km/l Dekkstødd 195/60-15 Stødd og vekt Longd 435,0 cm Breidd 175,5 cm Hædd 158,0 cm Eginvekt 1467 kg Totalvekt 1862 kg Viðførisrúm 455 litrar Prísur kr. 179.700,- Søluumboð P/F Esmar Simonsen Kambsdalur FO-530 Fuglafjørður Tlf. 444405 Daewoo Tacuma – ein rúmligur 5 persóna MPV Tacuma er ein snøggur 5 persóna bilur fyri kappingarførar prísir Framman sær Tacuma út sum ein eyðkendur Daewoo Í CDX útgávuni kunnu bæði framsetrini snarast 180 stig