Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Tíðindablaðið Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart Nr. 33 - 16. februar 2001 21 gult cyan magenta svart VIÐMERKING Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Fyri skjótt 3 árum síðani varð arbeiðsbólkur settur at fyrireika broytingar í lógini um dagpening vegna sjúku og barnsburð. Í bólkinum vóru 2 umboð fyri arbeiðs- marknaðin (Føroya Arbeið- arafelag og Føroya Ar- beiðsgevarafelag) og 2 umboð úr landsfyrisiting- ini. Fyri einum ári síðani var nevndin liðug og hand- aði landsstýrismanninum sítt álit við einum upp- skotið til nýggja dagpenga- lóg. Í einum føri vóru part- arnir ikki samdir, nevnliga um hvør skuldu gjalda teir tveir fyrstu karensdagarnar, sum annars semja var um at taka av. Tí vóru tvey al- ternativ sett opin at velja ímillum: Tey bæði umboð- ini fyri arbeiðsmarknaðin vóru samd um at lands- kassin skuldi gjalda, júst so sum hann gjaldar fyri tey alment fastløntu. Hini bæði sum umboðaðu landsfyri- sitingina hildu, at arbeiðs- gevararnir skuldu gjalda. Tímalønt framvegis áløgd 1 karensdag Nústani, næstan eitt heilt ár seinni, kemur so uppskotið, munandi broytt av fyrisit- ingini, til viðgerðar í tinginum. Ein høvuðsbroyt- ing er, at nú snýr tað seg bara um dagpening vegna sjúku, tí at barnsburðar- skipanin er tikin burturúr og verður gjørd til lóg fyri seg. Hinn høvuðsbroytingin er, at av teimum báðum karensdøgunum verður annar tikin burtur og settur til landskassan at gjalda. Tey sum eru fevnd av hesi lógini – tímaløntir løntak- arar, sjómenn, útróðrar- menn og sjálvstøðugt vinnurekandi sum ikki hava onnur í arbeiði – skulu so framvegis hava 1 karensdag eftir. Tvs hesi skulu eftir uppskotinum framvegis - sum tey einastu á arbeiðs- marknaðinum - sjálvi gjalda sín fyrsta sjúkadag. Fyri at sleppa undan at taka remsuna av hesum starvsbólkum uppísaman- aftur, verða tey øll í hesi grein nevnd ”tímalønt”. Løgtingið staðfesti mannamun á Ólavsøku 1999 Høvuðstrupulleikin í dag- pengalógini hevur verið teir tveir karensdagarnar, og hava vit frá andstøðuni fleiri ferðir roynt at fingið teir tiknar av. Seinast var á sumri 1999, tá eitt samt løgting setti karensdagar- nar hjá fastløntum úr gildi, men samgonguflokkarnir samstundis feldu uppskotið hjá andstøðuni, um eisini at seta karensdagarnar hjá tímaløntum úr gildi. Tvs. at samgongumeirilutin hevur við atkvøðugreiðslu í løg- tinginum ásett, at her á landi skal gerast manna- munur, og hetta hevur verið støðan nú síðani 1. juli 1999: meðan alment o.o. fastlønt starvsfólk hava rætt til fulla løn frá og við 1. sjúkadegi, so skulu tíma- lønt sjálvi bera alla mista inntøku tveir teir fyrstu sjúkadagarnar og har aftaná bara fáa eitt skert og av- markað endurgjald. Nú er so endiliga upp- skotið komið, og tingið fær hervið høvið til at rætta nakað upp av tí skaða, sum gjørdur er. Fáa vit bøtt um lógaruppskotið á fleiri økjum, men fyrst og fremst rættað tað ljótað brekið, at tímalønt skulu framvegis hava ein karensdag, so kann hetta blíva eitt stórt arbeiðsmarknaðarpolitiskt framstig. Løgtingið má ikki aftur lóggeva mannamun! Sjálvandi er tað frægari, at tímalønt nú ikki longur skulu hava 2 men bert 1 karensdag. Men tað skerst ikki burtur, at tað er ein vanærilig framferð, um løgtingið nú aftur skal lóg- geva ein mannamun: kann løgtingið koma sær við lóg at diskriminera, at áseta mun millum tey rættindi, sum ymiskir starvsbólkar skulu hava á arbeiðsmarkn- aðinum ? Hetta kann undir ongum umstøðum góðtak- ast. Vit kunnu sjálvandi vísa til javnrættindi, mannarættindi og grund- lóg. Men okkum nýtist ikki at fara so langt. Tað er eis- ini sagt stutt og greitt í álitinum hjá arbeiðsbólk- inum, sum gjørdi uppruna- liga uppskotið, at manna- munur skuldi ikki gerast: ”Bólkurin er av tí fatan, at høvuðsendamálið við lógini er at veita endurgjald fyri mista inntøku, eisini 2 teir fyrstu dagarnar. Havast skal eisini í huga, at starvs- fólk á almenna arbeiðs- marknaðinum við lóg eru frítikin frá ”karensdøgun- um”, og tí er tað ógviliga órættvíst, at arbeiðsfólkini á privata arbeiðsmarkn- aðinum framvegis ikki skulu fáa endurgoldið fyri mista inntøku tveir teir fyrstu dagarnar”. Løgtingið skal eisini ansa sær í hesum málið. Føroya Arbeiðarafelag sigur í sínum ummæli av upp- skotinum, at ”vit meta tað eisini vera brot á vanliga galdandi regluna um líka viðgerð av borgarum land- sins”, um løgtingið sam- tykkir uppskotið hjá lands- stýrinum og lóggevir mis- mun á ymiskum starvs- bólkum. Og tað er álvars- ligt tá felagið sigur, at ”vit ætla at royna henda spurn- ingin í rættinum”. Arbeiðsgevarar mugu taka fyrsta sjúkadagin Lógaruppskotið er í løtuni í løgtingsins trivnaðarnevnd. Vónandi kann har fáast meiriluti fyri at gera eitt broytingaruppskot, sum áleggur arbeiðsgevarum at gjalda fyrsta sjúkadagin. Undir 1. viðgerð av málin- um vístu fleiri av flokk- unum hesum positivan áhuga. Í tí sambandi vísti landsstýriskonan í al- mannamálum, Helena D. á Neystabø, eisini á møgu- leikan fyri at gera eina inngjaldsskipan fyri pri- vatar arbeiðsgevarar, so teir við einum inngjaldið uppá 0,2% av útgoldnu lønini kunnu fíggja tær uml. 6 mió.kr. um árið, sum fyrsti sjúkadagur er mettur at kosta. Almannastovan kann framvegis umsita skipan- ina, so tað slepst undan óneyðugari eyka umsiting, tvs. Almannastovan útrokn- ar og leggur út fyri 1. sjúkadag, men krevur gjaldið innaftur frá arbeiðs- gevarunum. Dagpeningaupphæddin ger eisini mannamun Dagpeningaupphæddin skal útroknast eftir miðal- inntøkuni eitt undanfarið tíðarskeið. Men eftir upp- skotinum skal verða eitt loft yvir hesi upphædd: uttan mun til hvussu stór inntøkan hevur verið, so kann dagpengaupphæddin í mesta lagið verða 80% av eini ófaklærdari arbeiðara- løn, tvs. einar 11.600 kr. Hví hetta loftið skal vera, er ilt at skilja og enn verri at góðtaka. Tí táið nú øll fast- lønt starvsfólk og tænastu- menn – uttan at nakar setir spurnartekin við tað – eiga rætt til fulla og óskerda løn undir sjúku – uttan mun til hvussu høg løn teirra er – hví skal so ein tímaløntur arbeiðari, handverkari, sjó- maður ella útróðrararmaður hava eitt so lágt loft á tí endurgjaldi, sum hann kann fáa, svarandi til 4/5 av eini ófaklærdari arbeiðaraløn ? Hvat er argumentið fyri hesum mannamuni ? Held- ur nakar tað vera bíligari hjá einum tímaløntum for- syrgjara at vera sjúkur enn hjá einum fastløntum ? Hevur ein tímaløntur ikki sama tørv á fullum end- urgjaldi, sum tann fast- lønti? Henda ótrúliga smá- ligheit eigur ikki at góð- takast, og tí eigur loftið at lyftast munandi ella heilt takast burtur. Dagpeningatíðarskeiðið er ov stutt Táið lógaruppskotið ásetir, at tímalønt kunnu fáa dag- pening í upp til 20 vikur, so er ongin grundgeving fyri, hví skeiðið skal avmarkast til júst 20 vikur. Í øðrum londum er skeiðið munandi longri – t.d. er tað 1 ár í Danmark. Og í okkara komandi lóg um dagpening vegna barnsburð er skeiðið 26 vikur. Tað rætta eigur sjálvandi at verða, at sjúka- dagpening eigur tú so longi tú ert sjúkur. Ert tú blivin varandi sjúkur, eigur tú sjálvandi at koma undir aðrar skipanir, men tað eigur so at vera eftir læknaligari avgerð. Ella sum enn betri sagt av Før- oya Arbeiðarafelag í tess ummæli, at ”dagpeninga- veitingin eigur at latast so longi løntakarin er sjúkur ella til serlæknafrágreiðing staðfestur, at viðkomandi ikki verður arbeiðsførur aftur”. Tí eru hendan ætlaða avmarkingin til 20 vikur aftur eitt dømi um hesa ótrúligu smáligheitina og gírigheitina - eins og tann skerda endurgjaldsupp- hæddin og ætlanin at varð- veita ein karensdag – sum samfelagsins ovastu sýna, tá tað ræður um tey tíma- løntu. Tað er í hesum sambandi vert at minnast til, at júst tann parturin av arbeiðs- fólki, sum henda lógin fevnir um, oftast eru tey við teim vánaligastu arbeiðs- umstøðunum, tí strævnasta og ótýdligasta og ofta óstøðuga arbeiðinum, og við teim lægstu lønunum. Tí er tað skammiligt, at samfelagsins politisku myndugleikar harumframt skulu skipa lóggávuna so, at hon veitir júst hesum tær vánaligastu sømdirnar. Táið børn eru sjúk Eitt annað dømi um henda støðuga mismun, sum verður framdur, er tá tað snýr seg um dagpening í smb. við sjúku hjá børnum. Tann ásetingin, sum nú er komin inn í lógina, gevur arbeiðsfólki ein møguleika – men ein ómetaliga skerd- an møguleika – at fáa dag- pening at verða heima hjá sjúkum barni. Sum lands- stýrið sigur í viðmerking- unum: ”Ætlanin er ikki, at hetta skal vera ein generel skipan, har tú fært endur- gjald fyri at vera heima hjá sjúkum barni. Treytin er, at álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuna hjá tí sjúka, og at læknin metir, at tað er av alstórum týdningi, at persónurin er burtur frá arbeiði, fyri at vera um tann sjúka.” Tvs. at tað skal altso snúgva seg um lív ella deyða hjá barninum – bert tá kanst tú sum vanligt arbeiðsfólk allernådigst fáa dagpening at sleppa at vera heima hjá barninum. Her er sanniliga munur á monnum og kvinnum, tá hugsað verður um, at al- mennu starvsfólkini og flestu onnur fastløntu eiga rætt til at kunna verða heima hjá sjúkum barni við fullari løn í upp til 10 dagar um árið, og eru tað fleiri børn undir 10 ár, so upp til 20 dagar. Og hetta uttan byrokratiskt kontrol og læknaváttanir. Men tað vanliga arbeiðsfólkið ? – nei har eru kostirnir ikki so mjúkir! Tað er nú ein løgin hugburður samfelagsins ovastu hava til teirra, sum taka tey tyngstu tøkini og hava tær ringastu umstøð- urnar. Hetta vóru bert nøkur fá, men kanska tey grefligastu lýtini við uppskotinum til nýggja dagpengalóg. Sam- antikið er nógv at bøta um og rætta upp í hesum lógar- uppskoti. Møguleikin er har, men tað er í stóran mun upp til løgtingsins trivn- aðarnevnd, har uppskotið í løtuni er til viðgerðar. Skal løgtingið ikki aftur lóggeva mannamun, má uppskotið til nýggja dagpengalóg broytast Opið bræv til Anfinn Kalsberg, løgmann og Eyðun Eltør, lands- stýrismann Føroya Javnaðarflokkur 14. februar 2001 Rættiligt kjak hevur nú tikið seg upp í donskum bløðum, serliga Ekstrablað- num, um føroysku undirgrundina. Hví henda greinarøð nú stingur seg upp, kunnu vit sjálvsagt hava okkara tankar um, men tað er rætti- liga sannlíkt, at enda- málið er at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Líkt er til, at henda greinarøð hevur fing- ið danskar politikkar- ar at seta spurningar og krevja kanningar av avtaluni frá de- sember 1992 um rá- evni í føroysku undir- grundini. Men tað er sanni- liga eisini líkt til, at bæði ávísir politikk- arar og nú eisini em- bætisfólk her heima sáa iva um hesa av- talu og siga, at danskir myndugleik- ar kunnu taka máls- økið aftur, tí yvir- valdsrætturin er teirra. Tað er sera umráð- andi, at landsins myndugleikar nú staðiliga koma til orðanna og taka allan iva burtur um avtal- una frá 1992. Umráð- andi er at fáa sligið fast, at henda avtala undir ongum um- støðum verður við- gjørd av nýggjum. Hetta er eisini neyðugt, fyri at á- hugin hjá oljufeløg- um á Føroyaleiðini ikki verða fyri aftur- stigi. Heitt verður tí á løgmann og lands- stýrismannin í olju- málum at taka neyð- ugu stigini, sum rudda burtur allan iva um óskerda rætt før- oyinga til ráevnini í undirgrundini, og at hesin rættur ikki kann takast frá okk- um. Hósdagur 22. februar Basalt (e) Eitt øðrvísi rockstev Bólkurin Tyr er øðrvísi. Í teirra tónleiki hoyrist ein farri av farnari tíð handan guitarljóð og trummusláttur. Tað er stevið í føroyska dansinum, sum skipar tónleikin og gevur honum eitt serligt snið. Basalt fer aftur til røturnar og prátar við Tyr. Av Eiði til New York. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen var í desember mánaði við á framsyning í New York saman við 4 øðrum listafólkum. Hetta er fyrstu ferð hon hevur havt framsyning uttan fyri Norðanlond, og hon vónar at hetta ikki verður seinasti túrurin, tí hon heldur tað hava stóran tydning, at listafólk leita út og syna fram aðrastaðni. Einsamøll genta í mannfólkaverð "Eg haldi tað er ein avbjóðing at fáast við maskinur". Hetta sigur 18 ára gamla Sigursól Bjarnfríða Jensen, ið er fyrsta genta, sum er í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju. Bigfoot og Henderson familjan – Amerikanskur filmur frá 1987 Familjan Henderson er ein heilt vanlig familja, sum telur fýra fólk. Pápin George, mamman Nancy og teirra tvey børn, Sarah og Ernie. Meðan tey eru ein túr í skóginum, renna tey á eina stóra og stinkandi veru. Hon vísir seg at vera deyð, og tey hava ábyrgdina av henni, tí tey hava rent á hana. Familjan tekur veruna heima við sær, og tey gerast sera bilsin, tá tey varnast, at veran enn er á lívi. Síðan henda dagin hevur einki verið sum vant hjá familjuni Henderson. Hóskvøldið kl. 19.00 08:35 Garfield og venner 09:00 Alias Smith & Jones 10:00 Træneren 10:30 Horton-sagaen (G) 11:20 Horton-sagaen 12:10 Melrose Place - classic 13:05 Vild med dig 13:30 Panter-tanter 14:00 Mig og fremtiden 14:55 Baywatch 15:45 Min kære familie 16:10 Ricki Lake 17:10 Dagens Nyheder på TV3 17:30 Med på moden 18:00 Alle tiders barnepige 18:30 Baren 19:00 Torsdagsbio: Bigfoot og familien Henderson 21:05 TV Razzia 21:35 Action 22:05 Baren (G) 22:45 Ti tommelfingre 23:15 Vore værste år 23:45 Strømer i L.A. 00:15 Kojak 01:15 Drøm videre 01:45 Simpsons 02:10 Vore værste år (G) 02:40 Ricki Lake (G) 03:40 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur Jaspur Olsen í Vestmanna lesur 07.15 Barnaløtan Katrin Nolsøe Joensen og Kári Sólstein stíla fyri 07.30 Tíðindi 07.35 Morguntónleikur 08.00 Tíðindi 08.03 Morgunrásin 09.00 Tíðindi 09.03 Morgunrásin 09.50 Morgunlestur (e) Jaspur Olsen í Vestmanna lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fyrrapartsløg Kim Hansen stílar fyri 11.00 Tíðindi 11.03 Hjá dvørgum í Níðafjøllum (e) Hans Tórgarð lesur 7. part av framhaldssøgu eftir Annfinni í Skála 11.30 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Heimurin í dag (e) Suni Merkistein leggur til rættis 13.30 Tónleikur 14.00 Fimmarin (e) Sigmar Bláberg leggur til rættis 15.00 Tíðindi 15.03 Frívaktin Sending við tónleiki og práti um sjómanslív. Elis Poulsen skipar fyri 16.00 Tíðindi 16.03 Vangamynd Annlis Bjarkhamar og Jóhannes Miðskarð leggja til rættis 17.00 Tíðindini 17.05 Í Víngarðinum Alexander Samuelsen leggur til rættis 18.05 Barnaløtan (e) Katrin Nolsøe Joensen og Kári Sólstein stíla fyri 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Tilvera - hon svaraði ja Armgarð Arge leggur til rættis 19.30 Harmonikutónar Flóvin Jacobsen skipar fyri 20.30 Á sanganna veingjum Gunnvør Poulsen stílar fyri 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur Ginna Midjord skipar fyri 22.00 Rák Anita Ottosen stílar fyri 23.00 Tíðindi 10:45 Orðið Bíbliulestur v/ Anju Hansen 11:00 Birgir Beinleiðis Birgir Sondum við gesti 12:00 Tíðindi & Lýsingar 13:00 Leysaløtan Innsløg, prát og tónleikur 14:00 Ynskiløtan Heilsur frá lurtarunum 15:00 Tíðindi og lýsingar 15:15 Ynskiløtan (framhald) 16:00 Laila Beinleiðis Country, Laila Jacobsen leggur til rættis 17:00 Norðlysið! Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík. 18:00 Tíðindi og lýsingar 18:15 Lættur tónleikur 19:00 Orð á leiðini "Rættur hugburður um kristindómin" EVR-sending Jógvan Zachariassen leggur til rættis 19:40 Tónleikur 21:00 Tíðindi og lýsingar 21:15 Orðið (e) Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21:30 Girlzone Undirhaldssending fyri ung, Súsanna Clementsen og Ruth Reinert skipa fyri. Telefon: 35 99 93 Fax: 35 99 90 E-mail: girlzone@ras2.fo 13.00 Byrjan – Dagsskrá 13.15 Okkara dagliga breyð 13.30 Sjómanssendingin Vitin (e) 14.30 Tónleikur fyri børn 15.00 Tónleikur 17.00 Ungdómssendingin Get Ready v/ Rigmor og Rebekku 18.00 Dagsins Orð 18.05 The Finishing Touch ensk sending við tónleiki og práti. Vertur er Alex O’Campo 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 19.15 The Finishing Touch heldur fram 20.00 Tónleikur fyri børn 20.30 Okkara dagliga breyð 20.55 Dagsins Orð 21.00 Bønarlinjan við gesti. Bønarevnu kunnu ringjast inn frá 20.00. Tlf. 321377 og til ber at senda fax á nr. 321379 Vertur tykkara hesarferð: Jenis av Rana. Vit gevast uml. middnátt 18.30 Jumanji 4 19.00 Urið hjá Bernardi 4:6 19.15 Basalt (e) 19.45 Tann kinesiski múrurin 20.00 Dagur og Vika við Grannum okkara 20.50 Rættar kvinnur 2:4 – ensk dramarøð 21.40 Starvsnæmingurin – tilflytarin í starvsvenjing hjá løgregluni 22.10 Krimitímin: Dalziel og Pascoe – ensk røð 22.50 DR-Dokumentar: Søgur av einari politistøð 23.50 Liðugt 07:30 Cross-country skiing 08:30 Ski jumping 10:00 Live futsal 11:30 Luge 12:00 Live cross-country skiing 13:45 All sports 14:00 Live futsal 15:30 Tennis 16:30 Live futsal 17:45 News 18:00 Xtreme sports 18:30 Olympic games 19:00 Live tennis 22:00 News 22:15 Football 00:15 News 00:30 Close 00.00 TLZ: »American Visions – The Wilderness and the West« 01.00 TLZ: »The Limit – Trickiest Tunnel« 01.30 TLZ: »The Limit – Largest Plane« 02.00 TLZ: »What have the 70s ever done for us?« 02.10 TLZ: »Background Brief - Time Travel for Beginners« 02.30 TLZ: »A Life of Time« 03.00 TLZ: »Healing the Whole« 03.30 TLZ: »Therapies on Trial« 04.00 TLZ: »Italianissimo – Lo Scambio di Culture« 04.15 TLZ: »Italianissimo – Punti Di Vista« 04.30 TLZ: »English Time – Get the Meaning - Gut the Gameshow« 04.50 TLZ: »Trouble at the Top – The Receivers Are Coming« 05.30 TLZ: »Starting Business English« 06.00 Bodger and Badger: »Water Laugh 06.15 Playdays: »The PlaygroundStop« 06.35 Run the Risk 07.00 The Really Wild Show 07.30 Ready, Steady, Cook 08.00 Style Challenge: »Myrtle and Clifford« 08.25 Change That 08.50 Going for a Song 09.30 Top of the Pops Plus 10.00 Antiques Roadshow 10.30 TLZ: »Horizon – Dinosaurs in Your Garden« 11.30 Looking Good 12.00 Ready, Steady, Cook 12.30 Style Challenge 13.00 Doctors: »Control« 13.30 EastEnders 14.00 Change That 14.25 Going for a Song 15.00 Bodger and Badger: »Water Laugh« 15.15 Playdays: »The Playground Stop« 15.35 Run the Risk 16.00 The Really Wild Show 16.30 Top of the Pops Global 17.00 Changing Rooms 17.30 Doctors: »Second Chance« 18.00 EastEnders 18.30 Animal Hospital 19.00 Yes, Minister: »Open Government« 19.30 Keeping Up Appearances 20.00 Casualty: »Chinese Whispers« 21.00 Absolutely Fabulous: »Death« 21.30 Top of the Pops Global 22.00 Pat and Margaret 23.30 Dr. Who: »Arc of Infinity« 00.00 BBC News 00.30 World Business Report 00.45 Asia Today 01.00 BBC News 01.30 HARDtalk 02.00 BBC News 02.30 Holiday 03.00 BBC News 03.30 Reporters 04.00 BBC News 04.30 Asia Today 04.45 World Business Report 05.00 BBC News 05.30 HARDtalk 06.00 BBC News 06.30 Waterworld 07.00 BBC News 07.30 Reporters 08.00 BBC News 08.30 HARDtalk 09.00 BBC News 09.30 Simpsons World 10.00 BBC News 10.30 HARDtalk 11.00 BBC News 11.30 Holiday 12.00 BBC News 12.30 Simpsons World 13.00 BBC News 13.30 HARDtalk 14.00 BBC News 14.15 World Business Report 14.30 Waterworld 15.00 BBC News 15.30 Simpsons World 16.00 BBC News 16.30 Asia Today 17.00 BBC News 17.30 HARDtalk 18.00 BBC News 18.15 World Business Report 18.30 Talking Movies 19.00 BBC News 19.30 World Business Report 19.45 World Sport 20.00 BBC News 20.30 HARDtalk 21.00 BBC News 21.30 Click Online 22.00 BBC News 22.30 World Business Report 23.00 BBC News 23.30 Panorama 05:00 Børne-hjørnet med Disney 07:05 TV-shop Tilvera - hon svaraði ja Á føðingardegnum hjá Hitler 20. apríl 1999 fóru tveir næmingar inn á studentaskúlan í Colorado og drópu fyri hond. Teir sóu floksfelagan, 17 ára gomlu Cassie, teir hóttu hana og spurdu, um hon trúði á Guð. Tá hon svaraði ja, flentu teir og skutu hana. Hóskvøldið kl. 19.00 Hóskvøldið kl. 19.15