mikudagur 28. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 42 - 28. februar 2007
tíðindi
Vit søkja eftir M/K skjótast gjørligt til Babysam
Vit leita eftir starvsfólki, ið er ja-ligt, dámar væl
at selja og sum tað er lætt at samstarva við.
Talan er um antin tvey størv 15-20 tímar, ella eitt
starv umleið 30 tímar.
Meira um starvið fæst við at ringja til leiðaran á
telefon 31 51 01 ella senda umsókn til Babysam,
Miðlon.
Kunningin til
starvsfólkini á
Strandferðsluni hevur
verið somikið vánalig,
at vandi er fyri, at
stovnurin liggur í
skeljasori, áðrenn
hann flytur til
Tvøroyrar. Hetta siga
starvsfólk og álitisfólk
á stovninum.
Strandferðslan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Dagurin í gjár var ein
óeydnudagur
hjá
starvsfólkunum
í
umsitingini
hjá
Strandferðsluni. Fyrst fingu
tey ein skelk, tá tey lótu upp
fyri telduni um morgunin,
og á Portalinum lósu, at
stovnurin tey hava starvast
hjá í mong ár, skal flytast til
Tvøroyrar.
Síðani komu fundarboð frá
Niels Juel Arge, virkandi
stjóra,
har
Jacob
V e r s t e r g a a r d ,
landsstýrimaður
í
samferðslumálum greiddi
frá, at stovnurin verður
fluttur per 1. januar 2008,
og at tey 21 starvsfólkini
vóru vælkomin at fylgja við
suður.
Skelkað álitisfólk
Ikki minst vóru álitisfólkini
skelkað, tí hóast tað stendur
púra greitt í sáttmálanum
millum
stovnin
og
Starvsmannafelagið,
at
álitisfólkini skulu vera við í
tilgongdum,
sum
hava
kollveltandi broytingar við
sær, vórðu tey ikki kunnað
um málið.
Harumframt vóru fólk ikki
sørt
ørkymlaði
av,
at
landsstýrismaðurin
onki
boð hevði uppá, hvussu
framtíðin,
uppsagnartíðin
og skiftistíðin ítøkiliga fór
at verða skipað, nú tað var
greitt, at nógv teirra mistu
arbeiðið. Hetta skuldi nýggi
stjórin, sum søkt verður
eftir fyrsta dagin, skipa
fyri.
Sum skilst hevur onki av
teimum 21 starvsfólkunum
á Strandferðsluni ætlanir
um at flyta til Tvøroyrar.
Stórt inntriv
Regin
Vágadal,
rakstarleiðari á SSL, sigur
við Sosialin, at nógvir
spurningar vóru settir, sum
snúðu seg um viðurskifti
hjá
tí
einstaka
starvsfólkinum.
- Samanumtikið haldi eg, at
hetta
er
somikið
stórt
inntriv, at tann einstaki
hevur krav uppá at fáa innlit
í, hvat framtíðin bjóðar. Eg
hevði í øllum førum ikki
Kenna okkum sum valagn
Vit álitisfólk hava als onga kunning
fingið. Hetta er beinleiðis brot á allar
avtalur, og havi eg eisini vent mær til
Starvsmannafelagið um málið, sigur
Tórfríð Johannesen, álitisfólk.
Eg frykti, at fólk bara stinga í sekkin
longu nú. Og tað verður ein vanlagna
fyri stovnin, sigur Páll Heinesen,
starvsfólkaleiðari á Strandferðsluni.