Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2007 7 tíðindi - Hetta er forfylging, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins, sum snøgt sagt er fratørur um viðferðina av starvsfólkunum á Strandferðsluni Strandferðslan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Síðsta orðið er neyvan sagt um starvsfólkini í um­sit­ing­ ini á Strandferðsluni. - Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum hevur sitið til samráðingar í fleiri dagar, og tí ikki hevur havt tíð til so nógv annað. - Jacob Vestergaard prógvar enn einaferð, at Innlendismálaráðið ber av, tá umræður ófantaliga viðferð av almennum starvsfólkum, sigur hann, og vísir á, at ráðið júst hevur verið gjøgnum eitt sera tyngjandi ár í sambandi við Matrikulstovuna. - Tað verður bara alt meira greitt, at tað almenna skítur á starvsfólkini, og at her er talan um forfylging. Tað stendur klokkuklárt í sáttmálanum, at tá talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkini, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum eisini hevur kært sína neyð til Jacob Vestergaard, landsstýrimann og við Jóannes Eidesgaard, løgmann. - Innlendismálaráðið er totalt óbrúkiligt á starvsfólkaøkinum, og tað tykist ikki sum at tey hava skilt endamálið við at hava sáttmálar, sum skulu verja starvsfólkini, sigur formaðurin í fakfelagnum hjá teimum alment settu starvsfólkunum. Hann fýlist eisini á, at landsstýrismaðurin ikki hevur megnað at halda málið burtur frá miðlunum. - Í prinsippinum eru starvsfólkini uppsøgd, og tað lesa tey um á Portalinum. Hetta er sera álvarsligt, og síðsta orðið er ikki sagt í hesum málinum enn, tað er so heilt sikkurt, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Jacob Vestergaard, lands­stýr­is­mað­ur, held­ur ikki, at til­gong­ din hevur verið ó­hepp­in. - Nú verður upp til nýgg­ja stjóran at flyta stovnin suður, og verð­ ur tað sjálvsagt í sam­ star­vi við álitisfólkini, sig­ur hann Strandferðslan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Jacob Vestergaard, lands­ stýri­s­mað­ur í inn­lend­is­mál­ um, sigur seg harmast um, at tíðindini um Strand­ferðs­ lu­na lóku út til Portalin kvøld­ið fyri, at starvsfólkini vór­ðu kunnað. Men hann skil­ur als ikki atfinningarnar um, at álitisfólkini áttu at ver­ið tikin við í fyri­reik­ing­ ar­nar. - Tað eru 10 mánaðir til stovn­­ur­­in flytur. Tí er góð tíð til at fyrireika alt, og æt­lan­in er sjálvsagt, at starvs­fólk­ini og álitisfólkini ei­si­ni vera við í hesum, sig­ ur hann við Sosialin. Í sáttmálanum við Starvs­ man­na­fel­ag­ið stendur, at tá talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á av­varð­andi deild? Hvat sig­ ur landsstýrismaðurin til hetta? - Eg dugi ikki at síggja, at vit hava gjørt nakað skeivt. Nýggi stjórin fer, saman við álitisfólkunum, at fáa alt tað praktiska uppá pláss, og góð tíð er til tað, sigur hann. Í mun til úttalilsini frá eitt nú starvsfólkaleiðaranum, Páll Heinesen, um at stovn­ ur­in verður í skeljasori, tí fólk­ini fara at flýggja, áð­renn hann flytur, sigur lands­stýris­maðurin: - Um so verður, so má tað vera upp til nýggja stjóran at samla stumparnar. Og hann sigur víðari, at her er talan um eina pol­i­ti­ ska avgerð, og tað er natúrligt, at politiska viðgerðin er avgreidd, áðrenn starvsfólkini verða kunnað. - Vit gjørdu eisini av at flyta Matrikulstovuna úr Havn og út á Argir, og tað var eingin trupulleiki. Spurdur, um tað ikki er stórur munur á tí, og so at fáa boð um at flyta til Tvøroyrar, sigur landsstýrismaðurin, at jú, tað er tað fyri summi. gjørt tað á hendan hátt, um eg ráddi, sigur Regin Vágadal. Sum partur av leiðsluni á stovninum fekk hann boðini um flytingina longu fríggjadagin. - Vit fingu boð um ikki at siga nakað við nakran. Tað var sera óbehagiligt at ganga við, sigur hann. Onki tilboð Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari, sum hevur 40 ára starvsdag hjá Strandfaraskipum Landsins í summar, heldur at handfaringin av málinum hevur verið út av lagi vánalig. - Jacob Vestergaard hevði als onki ítøkiligt uppskot til, hvat vit skulu bjóða fólki, sum ikki velja at flyta við til Suðuroyar, sigur hann. Starvsfólkaleiðarin heldur, at nú er vandi fyri, at fólk siga upp í óðum verki, tí tey eru ótrygg um framtíðina. - Landsstýrismaðurin segði, at hann vildi lata tað upp í hendurnar á nýggja stjóranum, at skipa viðurskiftini hjá starvsfólkunum, sum ikki ætla sær at fylgja við til Tvøroyrar. Men tað kunnu ganga nógvir mánaðir áðrenn nýggi stjórin tekur við. So eg frykti at fólk bara stinga í sekkin longu nú. Og tað verður ein vanlagna fyri stovnin, sigur Páll Heinesen. Hann heldur, at fólk áttu at fingið tilboð um eitt hálvt ára uppsagnartíð, so tey kunnu vera við til at stongja niður í Havn, og læra nýtt fólk upp. Vistu av ongum Sambært Tórfríð Johannesen, sum er álitisfólk á Farstøðini og Samfelaðsludeildini, er hetta ómetaliga illa frágingið. - Vit álitisfólk hava als onga kunning fingið. Hetta er beinleiðis brot á allar avtalur, og havi eg eisini vent mær til Starvsmannafelagið um málið, sigur hon. - Tað er langt úti, at tílíkt lekur út til miðlarnar, áðrenn starvsfólkini eru kunnað. Hetta sigur eisini nógv um handfaringina av málinum, sigur hon. Annað, sum undrar Tórfríð er, at ætlanin eisini er flyta Bygdaleiðir til Suðuroyar. - Tað fer ongantíð at ganga. Flestu bussarnir koyra av farstøðini í Havn, so tað verður eitt øgiligt rennarí við billetmaskinum, avrokningum og mánaðarkortum, um alt skal avgreiðast á Tvøroyri. Tí hevði eg mælt til, at umsitingin av skipunum kom at liggja har suðuri, men at Bygdaleiðir verða verandi í Havn. Bæði Páll og Tórfríð siga, at tey helst tosað fyri øll starvsfólkini, tá tey siga: - Vit kenna okkum øll sum valagn. Tí ongin ivi er um, at endamálið við hesum er, at landsstýrismaðurin skal standa seg betur í sínum øki. Grein 3, stk 7 í sáttmálanum við Starvsmannafelagið Tá ið talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarðandi deild. Verða partarnir ikki samdir, skal álitisfólkið leggja málið fyri felagið. FAKTA Tað almenna skítur á starvsfólkini Tað stendur klokkuklárt í sáttmálanum, at tá talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkini, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hetta er ein politisk avgerð Um Jacob Vestergaard fær kreditt afturfyri, at hann hevur flutt 21 almenn størv úr Havn til Suðuroyar, so klárar hann kanska at vinna tingsessin frá Hergeir Nielsen á næsta løgtingsvali, sum verður tríggjar vikur eftir, at Starndferðslan er flutt til Tvøroyrar Suðuroyggin hevur altíð verið trygg javnaðaroyggj, og hevur flokkurin næstan altíð tveir av teimum fýra umdømisvaldu tingsessunum. Viðhvørt hevur hann havt tríggjar. Á seinasta løgtingsvali var býtið millum flokkarnar soleiðis: Fólkaflokkurin var á fimta plássi við Jacob Vestergaard á odda (282 atkvøður) – men bara 65 atkvøður frá Tjóðveldisflokkinum. T. v. s., at um 33 av teimum, sum atkvøddu fyri Tjóðveldisflokkinum ístaðin atkvøddu fyri Fólkaflokkinum, so æt fjórði tingmaðurin úr Suðuroy Jacob Vestergaard og ikki Hergeir Nielsen. Hergeir Nielsen hevur fyrr havt uppskot frammi um at flyta partar av umsitingini hjá Strandferðsluni til Suðuroyar, men tað eydnaðist honum ikki. Jacob Vestergaard hevur so so tikið avgerðina sjálvur. Starvsfólk á Strandferðsluni siga seg verða misbrúkt sum valagn. Sambært Jóannesi Eidesgaard verður valdagurin 20. januar – tríggjar vikur eftir flytingina. el. Vestergaard 65 atkvøður frá løgtingssessi Fólkaflokkurin 516 14,7% Sambandsflokkurin 818 23,3% Javnaðarflokkurin 1471 41,9% Sjálvstýrisflokkurin 20 0,6% Tjóðveldisflokkurin 581 16,6% Miðflokkurin 74 2,1% Hin Stuttligi Flokkurin 29 0,8% Hetta gav Javnaðarflokkinum fyrst valda mannin (Jóannes Eidesgaard, 403 atkvøður) Sambandsflokkurin fekk næst valda mannin (Johan Dahl, 245 atkvøður) Javnaðarflokkurin fekk trið valda mannin (Sverre Midjord, 295 atkøvður) Tjóðveldisflokkurin fekk fjórða mannin (Hergeir Nielsen, 218 atkvøður)