mikudagur 28. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 42 - 28. februar 2007
– Gudskelov!, segði
Gurli Restorff, tá hon
fekk boðini um, at
Vár í Gong verður
nýggj forkvinna hjá
sjúkrasystrunum.
– Vár verður ein góð
forkvinna. Hon er
arbeiðssom, og er ikki
bangin fyri at møta
mótgongd, sigur 87
ára gamla kvinnan,
sum alt sítt lív hevur
arbeitt sum
sjúkrasystir
Sjúkrasystrar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tjarnagarður: Leygardagin
17. mars hittast sjúkra systr
arnar til aðalfund í Havn.
Á fundinum fer Vár í Gong
at taka við starvinum sum
forkvinna í felagnum.
Dagliga starvast hon sum
sjúkrasystir á Tjarnargarði.
Her hevur hon verið so
heppin at hava eina aðra
sjúkra systir at røkta – ta 87
ára gomlu Gurli Restorff úr
Havn.
Tær hava havt mangar góð
ar samrøður, og ikki minst
nú, tað gjørdist greitt at Vár
verður nýggj forkvinna.
– Eg má siga, at eg gjørdist
ógvuliga glað, tá eg hoyrdi
tað. Hon er ung og frísk
og hugsar “nutidigt”. Hon
verður ein góð forkvinna,
slær Gurli fast.
Seinnapartin í dag skuldi
Vár í kvøldvakt á Tjarnar
garði. Men fyrra partin var
hon og vitjaði á arbeiðsplássi
sínum – einum góðum
arbeiðsplássi, sum nú missir
ein góðan starvsfelaga.
Ikki bangin
Gurli Restorff var 18 ára
gomul, tá hon byrjaði at læra
til sjúkrasystir. Hetta gjørdist
eisini lívsstarv hennara.
Sum ein part av arbeiði
sínum var hon eisini eitt skifti
forkvinna í felagnum hjá
føroysku sjúkrasystrunum,
sum tá var undir Dansk
Sygeplejeråd Føroya Deild.
Hon veit tí, hvat krevst av
einari forkvinnu hjá sjúkra
systrunum. Og hon hevur tí
eisini gjørt sær sína hugsan
um, hvussu Vár fer at klára
seg í hesum starvinum tey
komandi trý árini.
– Eg eri onga løtu í iva um,
at felagið hevur fingið eina
unga og fríska forkvinnu,
sum fer at verða til gagns
fyri okkum.
– Vár er ikki bangin fyri
at gera ein innsats, slær fyrr
verandi sjúkrasysturin fast.
Góð ráð
Hjá eini nýggjari forkvinnu
er altíð hent at fáa góð ráð.
Og tey hevur Vár longu
fingið frá Gurli.
– Eg havi sagt henni, at
hon skal leggja stóran dent á,
at limirnir tryggja seg ímóti
arbeiðsskaðum.
– Og so skal hon eisini
gera alt fyri at fáa limunum
eina ordiliga pensjón. Ein
veit jú ongatíð hvat kann
henda, og tí er gott at hava
eina góða skipan aftanfyri
seg, sigur hon.
Sjálv ivast hon onga løtu
í, at Vár veit hvat hon vil við
starvi sínum, og at hon bæði
er arbeiðssom, uttan tó at
hon fer at leypa framav.
– Ein forkvinna hevur
altíð brúk fyri at tosa við
starvsfelagar sínar. Soleiðis
kann ein sleppa undan
misskiljingum.
– Hetta dugir Vár eisini,
- tað havi eg sjálv lagt merki
til. Tí hevur felagið fingið
eina forkvinnu, sum fer at
ofra seg fyri arbeiðið hjá
sjúkra systrunum, slær Gurli
fast.
Kann ikki fáa alt
Tíðindini um at Vár ætlaði
at bjóða verandi forkvinnuni
av, bórust um vikuskiftið. Og
í gjár hevði Dimmalætting
samrøðu við Vár um ætlanir
hennara.
Tá Gurli frætti, at Vár stóð
í blaðnum, skundaði hon sær
eftir tí, og fór inn á kamar
sítt at lesa samrøðuna í friði
og náðum.
– Eg læt kamarshurðina
aftur, fyri at eingin skuldi
órógva meg. Og jú, - tað var
alt sera gott, sum hon segði í
samrøðuni við blaðið, sigur
Gurli við einum brosi.
Hinvegin so má hon tíverr i
staðfesta, at tey á deildini
missa ein góðan starvsfelaga.
Forkvinnustarvið er fulltíðar
starv, og tí fer Vár ikki
at kunna røkja arbeiðið á
deildini samstundis.
– Jú, tað er tíverr i so. Men
ein kann jú ikki fáa alt her á
jørðini!, sigur Gurli.
– Vár fer at ofra seg fyri felagið
Nýggja forkvinnan
í Felagnum
fyri føroyskar
Sjúkrarøktarfrøðingar
Navn: Vár í Gong – 30 ár
Gift við Johann Behrens.
Eigur trý børn
Útbúgvin
sjúkrarøktarfrøðingur
í 2002. Hevur fyri tað
mesta starvast innan
eldraøkið. Arbeiðir í
løtuni á Tjarnargarði.
Tók í 2005 prógv sum
kliniskur vegleiðari og í
2006 í Grundleggjandi
Leiðaraútbúgving. Í
løtuni tekur hon fakið búskaparstýring, sum er ein
liður í akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla.
FAKTA
Tveir starvsfelagar hittast til prát – 87 ára gamla Gurli Restorff og 30 ára gamla Vár í Gong. – Tá eg varð útlærd, fingu vit bert 84 krónur um mánaðin í løn, sigur
Gurli
Mynd: Jens Kr. Vang
Sunnudagin 4. mars kl. 16 verður árliga várkonsertin hjá Aldubáruni í Listasavni
Føroya.
Til hesa konsertina verða tað teir tríggir Aldubárulimirnir Páll Sólstein, Jóhannes
Andreasen og Sámal Petersen, ið fara at framføra nýggjan føroyskan og eldri klassiskan
tónleik fyri klaver, violin og horn.
Á skránni hjá teimum er fyrst trioin “Sprongd strongd”, ið Atli K. Petersen skrivaði fyri
nøkrum árum síðan. Síðan frumframføra teir tvey nýskrivað verk. Eitt trísatsað verk við
grønlendskum íblástri eftir Kristian Blak og verkið “Vetrarkvøld” eftir Andras Olsen.
Eftir ein steðg fara teir at spæla ta kendu horntrioina, opus 40, eftir Johannes Brahms,
sum livdi frá 1833 til 1897.
Sum ungur hevði Brahms av og á spælt horn. Hetta kann væl hava verið orsøkin til
at Brahms valdi at skriva eitt verk fyri ta sersøku manningina klaver, violin og horn
eftir at móðir hansara var deyð. Verkið er skrivað í 1865, um sama mundið sum Ein
deutsches Requiem.
Horntrioin eftir Brahms er tann fyrsta av sínum slag í tónlistarsøguni. Men eftir at
ungverska tónaskaldið Gyorgy Ligeti (1923-2006) skrivaði eina víðagitna horntrio í
1982, hava fleiri nútíðartónaskald skrivað verk fyri hesa manning. Teirr a millum sum
nevnt Atli K Petersen, Kristian Blak og Andras Olsen.
Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, ið skipar fyri konsertini.
Aldubáran konsert í Listasavni Føroya