mikudagur 28. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 42 - 28. februar 2007
Kristin sendistova vitjar kring oyggjarnar
Hesar komandi dagarnar koma tvey umboð fyri Altjóða Kristnu Sendistovuna í Jerúsalem til Føroyar at vitja.
Talan er um samskiparan, Jørgen Leenders og formannin í donsku deildini av hesi kristnu sendistovuni, Stig
Christensen.
Á ferðini vitja teir kirkjur og samkomur kring landið, og fara at greiða frá arbeiðinum hjá sendistovuni í Jerúsalem.
Fyrsti fundurin verður hóskvøldið í missiónshúsinum í Vestmanna og kvøldið eftir verður møti í samkomuni Oasuni
í Hoyvík.
Leygardagin verða tvey møtir hildin í missiónshúsinum í Skopun, og sunnudagin verður serstøk hátíðargudstænasta
í Tjørnuvíkar kirkju. Við hesa gudstænastuna fer Kingo-kórið at syngja og Stig Christensen at prædika.
Um kvøldið verður møti í Lívsins Orði í Runavík og mánadagin fara teir báðir donsku gestirnir avstað aftur.
Endamálið hjá Altjóða Kristnu Sendistovuna í Jerúsalem er m.a. at fáa kristin fólk kring allan heimin at biðja fyri
Ísrael, og at kunna um landið og fara undir verkætlanir her. Arbeitt verður eisini við at skapa forsóning millum arabarar
og jødar. sb.
ABC barnahjálp er í
løtuni í ferð við at
skipa arbeiðið sítt í
Føroyum.
Hesin hjálparfelags
skapurin vil stuðla
børnum í tilafturs
komnum londum.
Fyrsta verkætlanin
verður í afrikanska
landinum Liberia
Barnahjálp
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Hóast felagið enn ikki
er farið av álvara til verka,
hevur nevndin í felagnum
kortini sett sær nøkur mál
fyri.
Gjøgnum felagið verður
møguligt at stuðla einum
ella fleiri børnum við per
sónligum gjaldi til skúla
gongd og lækna.
- Hesin stuðulin fer óskerd
ur til tað einstaka barnið.
Eisini kunnu einstaklingar,
virkir og fyritøkur tekna
fast gjald til raksturin, sigur
Rúna Sivertsen, forkvinna í
føroysku deildini.
Hóast hetta er longu
klárt at fara undir fyrstu
verkætlanina í Liberia. 19
mars fær felagið haraftrat
vitjan úr hesum landinum.
Forvitnislig vitjan
19. mars fær ABC barnahjálp
nevniliga vitjan av Matthew
Sakeuh úr Liberia, sum
felagið kemur at samstarva
við í sambandi við arbeiðið
í landinum.
Matthew steðgar her
nakrar dagar og er ætlanin at
skipa fyri fundum, har hann
fer at greiða frá arbeiðinum
og viðurskiftunum í heim
landinum.
Men tað er kortini ikki
bert í útlondum at ABC
ætlar at arbeiða. Við slagorði
sínum “Gud er faðir teirra
móður- og faðirleysu – og
vit mugu sýna tað í verki”
fer felagið eisini at arbeiða
her á landi.
Fyrsta serstaka føroyska
verkætlanin verður “Børn
hjálpa børnum”. Hetta er eitt
árligt afturvendandi tiltak,
sum tey hava góðar royndir
av í Íslandi.
Her er arbeiðið skipað
á tann hátt, at næmingar í
fólkaskúlanum hjálpa til
við innsavning av peningi
til keyp av grundøki og
bygging av skúlum og
barnaheimum.
– Vit miða eftir at hava
fyrstu innsavningina longu
í hesum skúlaárinum, sigur
Rúna Sivertsen.
Enn vantar at fáa tey
seinastu formligu viðurskift
ini í rættlag, áðrenn arbeiðið
veruliga kann fara í gongd.
Hinvegin ber longu til at
stuðla rakstrinum av ABC
barnahjálp, sum hevur konto
í øllum peningastovnunum
6000 børn
Virksemið hjá ABC barna
hjálp byrjaði í 1988 og
hevur sín hevur uppruna í
Íslandi. Higartil hevur felags
skapurin bert virkað har á
landi.
Umframt at stuðla børnum
við persónligum gjaldi til
skúlagongd og lækna, byggir
ABC barnahjálp eisini skúlar
og skúlaheim.
Higartil hevur felags
skapurin bygt skúlar og heim
í India, Uganda, Filipsoyggj
unum, Pakistan og Kenya.
Í løtuni verða meira
enn 6000 børn undirvíst í
skúlunum í skipanini hjá
ABC barnahjálp í Íslandi.
Nú hava føroyingar eisini
fingið møguleika at stuðla
slíkum verkætlanum.
ABC fer undir fyrstu verkætlanina
Fyrsta fríggjadag í
mars mánaði verður
altjóða kvinnubønar
dagurin hildin.
Soleiðis hevur verið
í samfull 120 ár, og
árið 2007 er einki
undantak í so máta.
Bønardagur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvørt ár verður eitt ávíst land
útvalt til at verða biðið fyri.
Í ár er suðuramerikanska
landið Paraguay evnið.
Ein bólkur av kvinnum frá
ymsum kristnum samkomum
í Paraguay hava í eina tíð
arbeitt við at gera skránna til
Altjóða kvinnubønardagin í
ár.
Í hesi skránni lýsa tær
suðuramerikansku kvinnur
nar tørvin og neyðina í land
inum, og verður henda skráin
síðani send til kvinnur í 180
londum. Hvørt land umsetir
so skránna til teirra mál, og
tað sigst, at hesa ferð verður
skráin umsett til fleiri enn
1000 mál.
Her hjá okkum verður
altjóða kvinnubønardagurin
hildin nú fríggjadagin á
trimum støðum: Í KFUM í
Havn, í kirkjukjallaranum í
Christianskirkjuni í Klaksvík
og í missiónshúsinum í
Vági. Í øllum støðum verður
byrjað kl. 19:30.
Eingin veit við vissu, nær
fyrsti Altjóða kvinnubønar
dagurin var í Føroyum, men
í 1964 varð lýst í bløðunum,
at dagurin var í KFUK.
Í dag eru kvinnur úr sjey
samkomum í Føroyum við til
at skipa fyri Altjóða kvinnu
bønardegnum.
Vegna
tíðarmunin
í
heiminum biðja ikki allar
kvinnurnar um somu tíð.
Dagurin byrjar við sólarrisi
á Tongaoyggjunum í Kyrra
havinum og heldur fram
runt heimin til seinasta møt
ið á Samoa-oynni í Kyrra
havinum.
Deila ótta og gleði
Gjøgnum Altjóða kvinnu
bønardagin eru kvinnur um
allan heimin við til í fyrstu
syftu, at játta sína trúgv á
Jesus Kristus og at deila vón
og ótta, gleði og sorg, møgu
leikar og tørvir hjá hvørji
aðrari.
Gjøgnum Altjóða kvinnu
bønardagin verða kvinnurnar
samstundis eggjaðar til
at liva ikki bert í sínum
nærumhvørvi, men at fylgja
við runt í heiminum, og at
ríka seg av royndunum hjá
trúgvandi í øðrum londum
og við aðrari mentan.
Tær ynskja eisini, at deila
byrðarnar hjá øðrum og at
biðja við og fyri teimum
og síggja møguleikarnar at
tæna í samfelagnum.
Kvinnurnar vátta somu
leiðis, at bøn og handling
hoyra saman og eru av sera
stórum týdningi fyri heimin,
út frá tí sum Jesus sjálvur
bað: “At tey øll skulu verða
eitt”.
Júst hetta kann hesin fel
agsskapur vera tekin um.
Stuðla peningaliga
Peningainnsavnan
er
hvørt ár, tá altjóða kvinnu
bønardagurin verður hildin.
Í ár verður peningurin
latin til tríggjar ymiskar
verkætlanir:
Eina bønardagsvekrætlan
fyri Brasilia: Innbúgv til eitt
mammuheim í Brasilia
Dansk Missionsforbunds
Kvinder: Stuðul til barna
heim í Ghana og Verkstað til
ung í Illulissat í Grønlandi
Stuðul til okkara biði
dagssamskiparar í Litava,
Ukraina og Malawi.
Evnisdagur um kristna
felagsskapin
Leygardagin 17. mars skipa felagið »Agape« og Kirkjuliga
Heimamissiónin fyri evnisdegi í Missiónshúsinum í Hvalvík
við evninum ”Kristni felagsskapurin”.
Umrødd verða m.a. hvat ein meinigheit er, hvørjir dynamikkir
eru til staðar, hvat byggir upp og hvat brýtur niður, og hvussu
ein kann fáa øll at virka sum eitt toymi og hvussu ein loysir
ósemjur.
Undirvísari verður Steen Palmqvist, psyko- og familjuterapeutur
Dagurin byrjar við morgundrekka kl. 9.30 og heldur fram til kl. 17.00.
Kostnaðurin er 200 krónur, og tá er døgurði íroknaður. sb.
Kvinnur kring allan heimin í bøn
Nevndin í ABC Barnahjálp:
Karsten Hansen peningarøkil
Hilda Viderø, Margreth
Olsen skrivari, Rúna
Sivertsen forkvinna, Beinta
Háberg Jacobsen, Maibritt
Fredriksberg og Rúni Hentze
næstformaður
Mynd:Sámal Samuelsen
Arbeiðið hjá ABC vendir sær millum annað til faðirloysingar og
móðurloysingar í afrikanska landinum Liberia