Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 42 - 28. februar 2007 Landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum umsitur Strandferðsluna, hevur gjørt av, at flyta umsitingina av Strandferðsluni til Suðuroyar. Sjálvt hugskotið um at flyta umstingina er ikki nýtt. Tað hevur verið borið fram áður og hevur eisini fingið politiska og almenna umrøðu fyrr. Men nú hevur Jákup Vestergård so skorið ígjøgnum og hevur so at siga í eini handavending tikið hesa avgerð. Hetta er á mangan hátt ein trupul avgerð. Hon er trupul, tí hon nemur við so nógvar mannalagnur, og ásannast má, at avgerðin er eitt sera stórt og ógvusligt inntriv í dagliga lívið hjá starvsfólkunum í umsitingini. Synd er at siga, at málið er professionelt handfarið av umsiting landsstýrismansins. Tað kann als ikki góðtakast, at almenn stravsfólk frætta um so ógvusligar broytingar í starvsviðurskiftunum gjøgnum fjølmiðlarnar. So er tað sjálv avgerðin. Tað er væl skiljandi, at ein landsstýrismaður, ið hevur politisku ábyrgdina av útjaðaramálum, leitar eftir tiltøkum, sum veruliga gera mun í gerandisdegnum í útjaðaranum. Eitt vælkent tiltak er at flyta stovnar og hetta er eisini millum tilmælini í teimum útoyggjaálitum, sum eru til taks. Hugsað verður sum so: útjaðaranum trýtur arbeiðspláss. Høvuðstaðurin hevur ov mikið av arbeiðsplássum, vit flyta nøkur av hesum út úr Havnini. Vit taka frá teimum, ið hava nógv og geva teimum, ið minni hava. Í og fyri seg ein vakur tanki, sum flestøll ivaleyst kunnu stuðla, men hann er ikki vandaleysur at seta í verk, og hetta er tí ein trupul avgerð. Hetta at nýta útflyting sum menningarhjálp til útjaðarin er ikki nakað ein ger við einum títlingabresti. Skal ein nýta hetta amboð, so eigur hetta at fyrireikast sera væl, so allir partar í skipanini fáa høvi, umstøður og tíð til at fyrireika seg. Soleiðis er eftir øllum at døma ikki farið fram í hesum máli, og tí er nú alt á gosi. Ein kann tí siga sum so: ein vælskipað og vælplanløgd útflyting kann gagna øllum pørtum, meðan ein óskipað ”ups” ella ”hovsa” loysn kann gera meira skaða enn gagn. Hetta mál tykist ikki væl umhugsað av einum landsstýrismanni, sum annars ikki er kendur fyri at loypa framav, men tvørturímóti oftast tykist at hugsa seg væl um og taka strangt sakligar avgerðir. At hetta eisini eftir øllum at døma verður gjørt sum valagn í einum valári og hevur við sær daprar mannalagnur er eftir okkara tykki langt úti. Sosialurin Óskipað hovsaloysn Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Poul Mohr, íslendskur kons­ ul í mong ár og ein tann dugna­ligasti og mest kendi nú­livandi vinnulívsmaðurin í Føroyum við hollum roynd­ um at samstarva við ís­­lend­ ing­ar, hevur nú vegleitt løg­ manni viðvíkjandi málinum um føroyska sendistovu í Ís­landi. Um løgmaður ikki lurt­ar eftir góðum ráðum frá teimum sum kenna til tey serligu viðurskiftini mill­um føroyingar og ís­lend­ ingar og tekur alt málið um sendi­stovuna í Íslandi upp aft­ur til nýggja viðgerð, so røk­ir Løgmaður ikki sítt em­bæti at umboða Føroyar og føroya fólk til fulnar. Løg­maður hevur fjalt tær ver­u­ligu orsøkirnar fyri av­ gerð­­ini undir tí fína orð­i­ num tign. Nú tá serfrøðin hev­­ur úttalað seg, at ein før­ oysk sendistova í Íslandi und­­ir Dannebrog hevur ikki nakra tign, so skuldi tað ver­ ið nemt hjá løgmanni at tik­ ið avgerð hareftir. At siga, at tað ikki ber til at hava eina føroyska sendistovu í Ís­­landi uttan Dannebrog á stong er lygn. Sofus Poulsen mynd­­aði eina føroyska send­ i­­stovu í Aberdeen í eitt mann­­­a­minni við Merkinum sum erpið veitraði uttan fyri King Street í Aberdeen, utt­­an Dannebrog í eygsjón. Gott nokk kom sendistovan ikki undir altjóða dipl­o­mat­ isk­ar reglur og fekk Sofus einki diplomat pass at vísa fram, hann var kanska held­ ur ikki boðin til teir allar fín­astu døgurðrarnar hjá drotn­ing og fínum diplomat­ um, men við sínum heiti, Far­o­ese commercial att­a­ ché, kundi Sofus opna mang­ar dyr, og tað gjørdi hann so sanniliga eisini, við Merk­i­num í húnar hátt. Ein før­oy­ingur í Íslandi við donsk­um mandati, fær neyv­ an tað íslendsku vælvildina sum føroyingar longu nú fáa í Íslandi, kanska er ein Sof­us Poulsen tann rætta loys­n­in? Løgmaður, lurta nú eftir manninum við royndunum Heðin D. Poulsen Nú hevur nógv verið tosað um stóru íbúðarbyggingina á hamrinum á Argjum. Borgarstjórin tosar um at broyta verandi reglugerð um útlutan av íbúðum í kommununi. Tá reglugerðin er broytt, kann farast at luta íbúðirnar á Argjum út, men tað sær út sum Borgarstjórin ikki er komin nakran veg við hesi nógv umtalaðu reglugerð. Reglugerðin skal fyrst viðgerast í fíggjarnevndini og síðani skal Býráðið taka støðu til hana. Á fíggjarnevndarfundi tann 16. februar fingu vit at vita, at eykafundur fór at verða vikuni eftir, har hon skuldi viðgerast. Í dag 27. februar, havi eg sum limir í fíggjarnevndini enn ikki fingið fundarboð. Og sambært miðlinum, so kostar hetta kr. 100.000,- um vikuna fyri byggiharran, og enn kann eingi við vissu siga, at reglugerðin verður samtykt í Býránum, og skuldi tað hent, at hon ikki verður samtykt, so kann ein bara ímynda sær tað búskaparligu fylgjunar fyri byggiharran, umframt at tað góngur óneyðuga long tíð til fólk sleppa inn í íbúðirnar – og tað kann ikki vera rætt! Sum ikki einferð, so var borgarstjórin fremsti maður tá myndir skuldi takast í sambandi við at byggiætlanin fór í gongd, men tíðan verri er hann alt anna enn fremsti maður, nú tað strandar á hjá teimum sum ætla at ogna sær ein íbúð, og ikki minst fyri byggiharran eisini. Tað er undir alt lágmark, at hava ein borgarstjóra sum ikki hevur tíð at arbeiða fyri borgaran, men bert fyri seg sjálvan. Sum býðráðslimir eri eg sera harmur um hesa støðu sum borgarstjórin hevur sett tykkum í, og vóni eg bara at hann skjótt kallar fíggjarnevndina saman til at viðgerða reglugerðina. Eg vil tí heita á borgarstjóran um at vísa borgarnum í Tórsahavnar Kommunu størri virðing, og arbeiði fyri tað sum hann er settur til. Íbúðarbyggingin á Hamrinum á Argjum Høgni mikkelsen