Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2007 11 tíðindi Møguleiki er nú fyri, at almenni ar­beiðs­ markn­aðurin veruliga kann gerast frið­ar­lig­ ari. Tað er greitt, eftir at almennu ar­beiðs­ gev­ar­ar­nir og Starvs­ mann­a­felagið hava gjørt semju um ein fýra ára sáttmála við ein­um rímiligum løn­ar­karmi TÍÐINDASKRIV Um middagsleitið í dag sendu Fíggjarmálaráðið, Kommunala Ar­beiðs­ gevarafelag Føroya og Elfelagið SEV soljóðandi tíðindaskriv út: ”Samráðingar í knapp­liga 100 tímar hava nú giv­ið eina semju millum Fíggj­ar­mál­a­ ráðið, Kommunala Ar­beiðs­ gevarafelag Føroya og El­felagið SEV øðrumegin og Starvsmannafelagið hin­ u­megin. – Vit byrja nú veruliga at síggja myndina av einum frið­arligari føroyskum ar- beiðsmarknaði. Saman við fimm ára semjuni við sjúkra­ r­økt­ar­frøðingarnar er semjan við Starvsmannafelagið við til at skapa frið á ar­beiðs­ marknaðinum. Allir part­ ar fáa nú stundir og frið at arbeiða við øðrum týð­andi tættum enn júst løn­ar­spurningum. Eitt nú kunnu vit brúka orku til før­leikamenning og nýggja løn­ar­skipan, sigur Bárður Niel­sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið vegna Fíggjarmálaráðið und­ir­skriv­ aði semjuna við Starvs­mann­ a­felagið fyrrapartin í dag. Semjan ber í sær ein fýra ára sáttmála, ið fevnir um tíð­ ar­skeiðið frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010. Hetta er eitt munandi longri tíð­ar­ skeið enn í undanfarnum sátt­málum, ið hava fevnt um eitt ella tvey ár. Fyrsta árið er karmurin 1,7 prosent, og tey fylgjandi árini er hækkingin 3 prosent ár­liga. Arbeiðsgevararnir meta hækkingina vera rím­ i­liga, tí hon skuldi ikki nervað føroyska kapp­ing­ ar­førið. Harumframt eru um­flokk­ingar gjørdar. Somuleiðis eru broytingar gjørd­ar, soleiðis at ­praktikkvegleiðarar kunnu fáa eina viðbót fyri at veg­leiða praktikantum á al­mennum arbeiðsplássum. Eitt treytað protokollat er partur av semjuni við Starv­ s­mann­a­fel­agið. Í stuttum merkir protokollatið, at Fíggjarmálaráðið saman við fakfeløgunum vil finna fram til almennar reglur um, hvussu almenn størv skulu verða flokkað og lønt.” Útlit fyri arbeiðsfriði á almenna arbeiðsmarknaðinum Gunnleivur Dalsgarð, for­maður í ­S­ta­rvs­ mann­a­felagnum, fegn­ ast um sáttmálan, hann fyrr í dag und- ir­skrivaði á Hotel Før­ oyum. – Tað liggja nógv góð virðir í sátt­ mál­a­num, sum ikki end­ur­spegla prosent­ ini, vit hava fingið, sig­ ur hann VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Loksins eydnaðist tað at fáa semju í lag millum Starvs­ mannafelagið og almennu ar­beiðsgevararnar. Beint fyri evstamark okkara fingu vit orðið á Gunnleiv Dals­garð, formann í Starvs­manna­fel­ ag­num, og vit spurdu hann, um hann nú er ein glaður mað­ur. – Eg eri glaður á tann hátt, at vit nú fáa ein sáttmála fyri øll fýra økini, greiðir Gunn­ leivur Dalsgarð frá. Hvat er tú fegnast um við sáttmálanum? – Tað eru nógv ting, men fyrst og fremst at vit spældu út, at sáttmálin skuldi vera fyri øll økini og fingu tað, sigur Gunnleivur Dalsgarð og leggur so aftrat: – Men har eru nógv góð virð­ir í sáttmálanum, sum ikki endurspegla prosentini, vit hava fingið, sigur hann. Formaðurin í Starvs­mann­ a­fel­agnum vísir á, longdin á sáttmálanum ger, at tey nú fáa høvi til røkja fleiri onn­ ur forsømd øki, sum hann málber seg. – Øll orka er brúkt til sátt­ málarnar, men sum fakfelag meta vit eisini vit hava aðrar uppgávur at røkja, sigur Gunn­leiv­ur Dalsgarð. Kent Christensen sig­ur, at við keyp­i­ num av eini fyr­i­ tøku fylgja vanliga tær skyldur við, sum felagið hevur. - Flog­felag Føroya er ein væl rikin fyri­ tøka, og starvs­fólk­ ini halda øll fram sum higartil Flogfelag Føroya Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sølu-og marknaðarstjórin hjá Atlantsflogi sein­astu sjey árini, Kent Christ­ en­sen, hevur sam­an við øðrum í­leggj­arum í Vestmanna keypt meginpartin av part­a­ brøvunum í P/F Flogfelag Før­oya og Sp/F Flogfelag Før­oya. Teir, sum eru við í keyp­ i­num saman við hon­um, eru Tummas Christ­o­ phersen, reiðari og Dánjál J. Andreasen, sum er stjóri í Kollafjord Pelagic. Kent er sjálvur høv­uðs­ part­aeigari í keypinum av part­abrøvunum í nevndu feløgum. Sáttmálin verður end- a­liga undirskrivaður fyrsta dagin, og keypið fevn­ir um meginpartin av virkseminum hjá Flog­ felag Føroya. Nógv virksemi Kent Christensen sigur við Sosialin, at virksemið hjá feløgunum fevnir um Hot­el Vágar, kafeteria- og handilsfelagið á flogvøllinum, ferð­a­skriv­ stov­una í Havn og helvt­ ina av Rio Bravo eins og helvt­ina av fyritøkuni, Hertz, sum leigar út bil­ ar. Høvuðseigarin verður sjálv­ur stjóri í samlaðu fyr­ itøkuni og fer at hava sæti á høvuðsskrtivstovuni í Gundadali. - Eg havi sagt meg úr starvi hjá Atlantsflog, men und­ir slíkum umstøðum avger felagið, um eg kann fara beinanvegin – ella verða tíðina út. Í hesum føri hevur Atlantsflog gjørt av, at eg skal verða verandi í starvinum fram til endan av apríl mánaða, sigur hann. Góður møguleiki Sjálvur heldur Kent Christ­ en­sen, at starvið sum sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi er eitt tað besta starvið, tú kanst hugsa tær. - Men her hevði eg ein møguleika, eg ikki kundi lata fara aftur við borð­ inum. Tað ber ikki til at ríða á tveimum “hestum” samstundis, og tí havi eg sagt meg úr starvinum hjá Atlantsflogi. Kent sigur, at við keyp­ i­num av eini fyritøku fylgja vanliga tær skyldur við, sum felagið hevur og spurd­ur, hvussu verður við teimum umleið 40- 50 dagsverkunum, sum í løt­uni starvast undir fel­øg­u­num hjá Flogfelag Føroya, sigur hann: - Flogfelag Føroya er ein væl rikin fyritøka, og starvsfólkini halda øll fram sum higartil. Ein avbjóðing Kent Christensen sigur, at hann er sera fegin um avtaluna, sum gjørd er mill­um partarnar, og hann tek­ur við fullum huga í­móti avbjóðingini, sum bíð­ar fyri framman. - Hetta var ein møg­u­ leiki, ið eg sum sagt ikki kundi lata fara aftur við, sig­ur Kent Christensen við Sosialin. Kent Christensen: - Ein møguleiki eg ikki kundi lata fara Gevur høvi at røkja aðrar uppgávur Gunnleivur Dalsgarð fegnast serliga um, at tað eydnaðist at fáa sáttmála í lag um øll fýra økini Mynd: Jens Kr. Vang Sáttmálin verður hugdur ígjøgnum á Hotel Føroyum í dag Mynd: Jens Kr. Vang