mikudagur 28. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 42 - 28. februar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í gjár, 27.februar, fylti Karl Jákup
Sigvardsen frá Gjógv 102 ár. Hetta er
ein kempualdur. Hóast nokk so nógv
fólk gerast 100 ár nú á døgum, eru tey
fá, sum røkka upp um hendan aldurin.
Men Karl Jákup er so ein. Tað sama
gjørdi mamma hansara Drikka á Fløtti,
sum gjørdist ikki minni enn 105 ár.
Pápi Karl Jákup var Petur Jákup á
Fløtti. Hann var giftur tvær ferðir, og
Karl Jákup er sonur í tí seinni giftu.
Karl Jákup kom tíðliga at gera nakað
til nyttu. Undir 1. heimsbardaga var
nógvur fiskur at fáa, og tá var brúk fyri
hvørjari hond. Tískil fór Karl Jákup
longu sum 11 ára gamal at arbeiða fisk
hjá Sofus Debes. Hann fekk her góðar
royndir at hagreiða fisk, og kom hetta
honum til góðar, tá hann seinni fór til
skips.
Fyrsta skipið, Karl Jákup var við, var
”Star of Hope”, sum var deyðsiglari, og
sum Kristian á Fløtti við Gjógv førdi.
Her var hann við í 1921 og 1922. Í 1923-
25 var hann við ”William Stephansson”,
og her var hann saman við Hans Jacob
Højgaard, sum seinni gjørdist kendur
tónasmiður. Karl Jákup hevði eitt drúgt
lív á sjónum, og hann sigldi heilt fram
til 1958. Tá fór hann at arbeiða veg,
fyrst á vegnum millum Funning og
Gjógv og síðan á Oyggjarvegnum,
til hann náddi pensjónsaldur. Aftaná
róði hann út, tá tað lá fyri, og hann var
annars virkin upp í ellisár.
Karl Jákup hevur upplivað so nógv,
sum kann upplivast í einum lívi. Stórt
sæð alla menning hevur hann sæð. Men
ikki minst hevur hann upplivað lívsins
álvara, og hvussu nógv tilveran er broytt
hjá fiskimonnum og fólki yvirhøvur.
Soleiðis vildi lagnan tað, at stóð
tað til hann sjálvan hevði hann gingið
burtur 15 ára gamal. Í desember 1919
hevði hálvbeiggi Karl Jákup saman
við Kjølbro keypt sluppina ”Kristinu”.
Teir fóru avstað á vári 1920, og við
vóru pápi, beiggi og hálvbeiggi Karl
Jákups. Sjálvur var hann eisini altráður
at sleppa við, men pápin fekk tosað
hann frá tí. Skipið hvarv við mann og
mús og eftir sat mamman sjálv sjeynda
í húsi.
Tað, sum nú ráddi um, var at halda
húsinum uppi, og her kom álitið at
liggja á Karl Jákupi, sum nú gjørdist
maðurin í húsinum og mátti gera alt
tað arbeiðið, sum annars hevði ligið á
pápanum. Hetta er alt umstøður, sum
tað er ringt at ímynda sær í dag.
Í 1928 fór Karl Jákup at læra til
motorpassara. Hetta hevði pápin mælt
honum til, áðrenn hann fór sín seinasta
túr, og hesum vildi hann fylgja.
Karl Jákup giftist í 1931 við Elisabeth,
dóttir Poul Johannes í Bø. Tey fingu
tríggjar dreingir, ið allir gjørdust
lærarar. Í næstu ættarliðunum er væl
komið burtur úr. Í 2004 gjørdist hann
innan 3 vikur langabbi at 5 børnum,
tvíburðum og trýburðum.
Karl Jákup búði heima til hann
var 99 ár. Síðan tá hevur hann búð á
røktarheiminum í Runavík, har Malfrid
og Andrias í Tarti nú eisini búgva.
Karl Jákup hevur sítt fulla skil, og
tað hevur verið undirritaða ein fragd
at hitta henda fróðarmann.
Tað ber til at lesa meira um Karl Jákup
á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.
fo, blað nr. 336.
Ynskt verður hjartaliga tillukku við
teimum 102 árunum!
ó.
Karl Jákup Sigvardsen 102 ár
Karl Jacob Sigvardsen
Karl Jacob Sigvardsen millum tveir 100 ára gamlar búfelagar á ellisheiminum í Runa
vík, Jacob V. Hansen av Glyvrum (v.m.), og Andreas Andreasen í Tarti, úr Oyndarfirði
Mynd: Palli Højgaard
Tryggingarfelagið Føroyar
hevur sett tveir nýggjar
deildarstjórar í starv. Helgi
L. Petersen tók seinast í
novembur 2006 við starv
inum sum deildarstjóri fyri
alt privatøkið og Kristina
Háfoss tók um ársskiftið
við sum deildarstjóri
fyri menning og markn
aðarføring hjá Trygg
ingarfelagnum Føroyar.
Helgi L. Petersen, sum
hevur starvast í Trygg
ingarfelagnum Føroyar
síðani august 1999, tók
síðst í november við
sum deildarstjóri fyri alt
privatøkið, sum er størsta
virkisøkið hjá Trygg
ingarfelagnum Føroyar við
50 starvsfólkum.
Helgi L. Petersen er
28 ára gamal, ættaður úr
Rituvík og búsitandi í Havn.
Hann tók í 2001 útbúgving
innan trygging og hevur
Helgi í fleiri umførum
útbúgvið seg víðari á trygg
ingarakademiinum í Keyp
mannahavn, og er í løtuni í
holt við at taka HD. Helgi
hevur arbeitt innan fleiri
økir í felagnum og kom nú
frá starvinum, sum leiðari
fyri Kundatænstuni.
Menning og Marknaðar
føring savnast í eitt økið í
felagnum
Nýggjur deildarstjóri
fyri menning og marknaðar
føring er, sum kemur at hava
ábyrgdina av økinum frá 1.
januar 2007. Kristina er 31
ára gomul, ættað av Argjum
og búsitandi í Tórshavn,
og hon er útbúgvin cand.
polit og cand.jur, og
hevur somuleiðis tikið
leiðsluútbúgvingina CBA
(Certificate of Business
Administration).
Kristina
kemur
úr
starvi í Føroya Banka,
har hon hevur starvast
sum verkætlanarleiðari
innan íløgu- og trygg
ingarøkið
á
deildini
Menning og Samskifti,
og sum íløguráðgevi á
Fíggjardeildini. Áðrenn hon
fór í Føroya Banka, starvaðist
hon í Landsbanka Føroya
og á Virðisbrævamarknaði
Føroya, har hon m.a. tók
sær av, at samskipa menn
ingarverkætlanir
innan
virðisbræva- og samskiftis
økið.
– Vit eru sera fegin um at
hava fingið tveir dugnaligar
deildarstjórar aftrat upp í
leiðslubólkin, og ivast onga
løtu í, at bæði Kristina
og Helgi fara at geva sítt
íkast til framhaldandi
menning og framburð í
felagnum, til gangs fyri
kundar okkara, sigur
Edvard Heen, varastjóri í
Tryggingarfelagnum Før
oyar.
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur styrkt
um leiðsluna
Helgi L. Petersen
Kristina Háfoss
Síðsta freist at boða frá
luttøku til ættarstevnu
Høgna og Juul Høgnesens
og Jóhannu Hansens (Olsen)
Leirvík, ið verður Kristi
Himmalferðardag 17. mai,
er hin 1. apríl 2007. Stevnan
verður í Bygdahúsinum í
Leirvík.
Kostnaðurin er 200, kr fyri
vaksin, hálvur prísur fyri
børn 7-13 ár og ókeypis fyri
børn 6 ár og yngri. Inngjald
í Eik-banka, konto 160.973-
6.
Henry Jarnskor, Strendur
(227052), John Rasmussen,
Strendur (448641), og
Hjalmar W. Høgnesen,
Klaksvík (455440).
Ættarstevna