Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 42 - 28. februar 2007 ] 15 ára gamli NSÍ- leikarin, Viljormur H. Davidsen, fer ein av komandi døgunum at skriva undir ung­ dóms­sáttmála við danska superligu­ felagið, OB FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Talið av ungum føroysk­um fótbóltsleikarum, sum royna eydnuna í øðrum lond­um, veksur alsamt, og nú skal enn ein av okk ara ungu leikarum royna seg í stórum felag. Talan er um 15 ára gamla NSÍ-leikaran, Viljorm H. Davidsen. Í januar mánaði var ungi runavíkingurin í Danmark í tvær vikur, har hann royndar­ vandi við danska super­ligu­ felagnum, OB. Venjingin hev­ur eftir øllum at døma ging­ið væl, tí nú hevur fel­ agið boðið honum ein ung­ dómssáttmála, har hann skal leika saman við ungu leik­arunum hjá felagnum, samstundis sum hann skal ganga í 10. flokk i. Sterkur verjuleikari Viljormur H. Davdisen var partur av dreingjaliðnum hjá NSÍ, sum endaði á øðr­ um plássi í lands­kapp­ing­ini seinasta kappingarár. Kapp­ ingin millum VB/TB og NSÍ var sera hørð í hes­um aldurs­bólkinum, men at enda vann VB/TB meistara­ heitið, meðan NSÍ mátti taka til takk ar við øðrum plássi. Viljormur hevur eisini leikt við ungdóms­lands­lið­ unum hjá Føroyum, og her hevur hann verið mest sum fastur maður á bæði U-15 og U-17 landsliðunum sein­ astu árini. Viljormur er stórur og sterkur verjuleikari, hann skjýtur við vinstra beinið, og tí verður hann ofta nýtt­ ur á vinstra bakk i. Hann hev­ur tó eisini roynt seg í mið­verjuni, so talan er um ein fjølbroyttan verju­leik­ ari. Sum skilst, so hevur Vilj­ ormur sjálvur tikið av­gerð­ ina um at fara til Danmark­ ar. Hann hevur ætlað sær niður í skúla, og tí kom sáttmálin frá OB væl við. Nú kann hann fara til Dan­ markar at ganga í skúla, sam­stundis sum hann slepp­ ur at royna seg í einum av sterk­astu feløgunum í Dan­ mark. Sáttmálin millum Viljorm og OB er ikk i endaliga kom­ in í rætt lag enn, men sum skilst, so verður hesin undir­ skrivaður ein av nærmastu døgunum. Hetta ger, at Viljormur verður knýttur at ungdómsarbeiðnum hjá OB frá komandi kappingar­árin­ um í Danmark. Har skal hann fyrst vera í eitt ár, og so fer tíðin at vísa, um uppi­ haldið í danska felagnum verður enn longri. Mourinho keypt verjuleikara Venjarin hjá Chelsea, José Mourinho, vísti leingi sína ónøgd við, at felagið ikk i keypti nakran verjuleikara. Í januar mánaði royndu teir at fáa fatur á onkrum, men einki riggaði. Nú hevur Chelsea so endiliga fingið ein nýggjan verjuleikara. Talan er um 20 ára gamla portugisan Manuel Da Costa, sum skiftir til Chelsea í summar. Ungi verjuleikarin kemur frá hollendska stórfelagnum, PSV Eindhoven, har hann í ár er vorðin fastur maður á liðnum. Í siðstu viku var hann á liðnum, sum vann 1-0 á Arsenal í Champions League. FM hjá børnum verður um vikuskiftið FM í flogbólti hjá yngru deildunum verður á skránni um vikuskiftið, og sunnudagin vera fleiri finalur í Hoyvíkshøllini FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í gjár skrivaði portalurin, at stórur finaludagur hjá børnum í flogbólti verður í Hoyvíkshøllini leygardagin. Hetta er ikk i heilt rætt. FM kappingin í yngri deildum í flogbólti verður á skránni um vikuskiftið, og her fara allir aldurbólkar til stroks leygardagin, tá inn­leiðandi umførini vera leikt í Gunda­dals­ høllini, Hoyvíkshøllini og í høllini í Kollafirði. Ætlanin hevur alla tíðini verið at havt FM komandi vikuskiftið, men í eina tíð hevur ivi tó verið um hetta. Nú hevur flog­bólts­ sam­bandið tó fingið Hoyvíkshøllina, og tí er greitt, at finalurnar vera á skránni um vikuskiftið. Finalurnar hjá yngstu a l d u r s b ó l k u n u m vera á skránni leygar­ dagin, meðan stórur finalu­dagur verður í Hoyvíkshøllini sunnu­ dagin, har fýra teir elstu aldursbólkarnir spæla finaludystirnar. Skráin sunnudagin sær soleiðis út: Kl. 9.00: Finala dreingir 14 ár Kl. 13.00: Finala kvinnuunglingar Kl. 15.00: Finala dreingir 14 ár Kl. 17.00: Finala mansunglingar Ungarin, Lazar Kurdic, sum vandi besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni seinasta kappingarár, doyði brádliga sunnu­ kvøldið, eftir at hann var farin á sjúkrahús við sterkari pínu í høvdinum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyrr í vikuni komu boðini til Klaksvíkar um, at fyrrverandi Stjørnu-venjarin, Lazar Kurdic, var deyður. Lazar var venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni síðsta kappingarár, og hann førdi tær til meistaraheitið og í steypafinaluni, har tær tó máttu lúta fyri Neistanum. Hevði sterka høvuðpínu Samstarvið millum Stjørn­ una og Lazar vardi bert tað eina árið, og eftir lokið kappingarár í fjør valdi Lazar at fara heimaftur til Ungarn, haðani hann er ættaður. Onkur í Klaksvík hevur havt regluligt samband við Lazar Kurdic, síðani hann fór úr Føroyum, og sum skilst, so fór Lazar á sjúkra­ húsið mitt í síðstu viku við sera sterkari pínu í høvd­in­ um. Tá hann kom til sjúkra­ húsið, bleiv hann kannaður í høvdinum, men læknarnir funnu einki, sum bendi á, at nakað álvarsligt var á vási. Fyrrverandi venjarin hjá Stjørn­uni bleiv tí sendur heim­aftur, men hann slapp tó ikk i av við pínuna í høvd­ inum. Sunnudagin bleiv pínan aftur so ræðulig hjá Lazar Kurdic, at hann enn einaferð valdi at fara á sjúkrahús. Her bleiv hann innlagdur, men pínan versnaði tó støð­ ugt. Seint andaðist Lazar Kurdic. Læknarnir hava síð­ ani staðfest, at talan helst var um krabbamein í høvd­ inum. Lazan var giftur maður, og hann átti tvey børn. Hann átti ein son og eina dóttir, sum bæði eru vaksin. Leggjast kann afturat, at dóttirin hevur stóran áhuga fyri hondbólti, eins og pápin hevði tað. Hon er yrkis­leikari í Póllandi. United vann umdystin Í gjárkvøldið spældu Manchester United og Reading umdyst í stóru ensku steypakappingini, FA Cup. Fyrri dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki á Old Trafford, tí skuldi nýggjur dystur spælast. United fekk eina dreymabyrjan, tá teir komu á odda 3-0 eftir fimm minuttum. Málini skutu Heinze, Saha og Solskjær. Reading kom tó innaftur í dystin. Kitson minkaði til 3-1 um miðjan fyrra hálvleik, og átta minuttir fyri leiklok minkaði Lita um munin til 3-2. Í síðstu minuttunum hevði Rading eitt skot á tvørtræið, men nærri komu teir ikk i. United vann dystin 3-2, og sostatt eru teir víðari í FA Cup. Ungur NSÍ-leikari til OB Fyrrverandi Stjørnu-venjari er farin 15 ára gamli NSÍ-leikarin, Viljormur H. Davidsen, fer at skriva undir ungdómssáttmála við danska superligufelagið, OB, ein av nærmastu døgunum Fyrrverandi Stjørnu- venjarin, Lazar Kurdic, doyði sunnukvøldið á einum sjúkrahúsið í Ungarn. Hann hevði krabbamein á heilanum