mikudagur 28. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2007
19
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
– Vanliga verður roknað við, at ein fullsettur
Tórsvøllur gevur um eina millión í kassan
ítróttur
FSF hevur eitt mun
andi hall í roknskapin
um, sum verður
lagdur fyri aðalfundin
leygardagin. Lítið er
tó at ivast í, at heima
dystir móti Skotlandi,
Italia og Fraklandi
skulu bjarga
inntøkunum í 2007
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt hall upp á 509.164
kr. Tað er botnlinjan í
roknskapinum, sum nevndin
í FSF fer at leggja fyri
aðalfundin. leygardagin.
Talan er um eitt hall av
teimum størru, og hóast
eginpeningurin enn táttar
ímóti teimum 18 millión
unum, so er hesin í stóran
mun bundin í bygningin við
Tórsvøll, sum við UEFA-
og landskassastuðli gav
eginognini eitt ordans lyft í
síni tíð.
Heimdystirnir á muni
Størsta orsøkin til hallið
skal helst finnast í vantandi
inntøkum fyri atgongumerki.
Skráin fyri heimadystirnar
hjá A-landsliðnum í 2006
var á ongan hátt tann mest
áhugaverda í føroyskari
fótbóltssøgu.
Dystirnir móti Georgia
og Litava góvu saman við
finaluni um løgmanssteypið
einans 772 tkr. í kassan, og
tað er væl undir tað, sum
eitt miðal ár vanliga gevur.
Og hóast áhugin fyri A-
landsliðnum onkra tíð hevur
verið størri, enn hann tykist
vera í dag, so er lítið at ivast
í, at dystirnir komandi árið
fara at fylla væl meira í
pengakassan.
Soleiðis verður vanliga
roknað við, at ein fullsettur
Tórsvøllur gevur um eina
millión í kassan. Og við
heimadystum móti trimum
av teimum átta sterkastu tjóð
unum í heiminum, umframt
Skotlandi, sum vanliga hevur
tað trupult í Føroyum, skulu
útlitini fyri øktum inntøkum
verið heilt góð. Og verður
talan um tvey lið við nógvum
áskoðarum í steypafinaluni,
er als ikki ósannlíkt, at
áskoðarainntøkurnar í 2007
fara at tátta í tær tríggjar
milliónirnar. Eitt tal, sum
FSF tó neyvan torir at seta
í fíggjarætlanina.
Fleiri útidystir
Hinvegin fylgja útreiðslur
eisini við teimum fýra
útidystunum, sum eru á
skránni í 2007. Men hóast
tað fyrisitingarliga neyvan
er tað mest áhugaverda við
trimum ferðum eystur um
gamla jarntjaldið, so plaga
hesar ferðir í krónum og
oyrum ikki at teljast millum
tær dýrastu. Eitt spjaldur,
sum tó neyvan kann setast á
seinastu ferðina á árinum, tá
farið verður til Italia.
Gott gjaldføri
Á fíggjarsíðuni er tað
bygningurin við Tórsvøll,
sum vigar mest, men eis
ini gjaldførið hjá felags
skapinum tykist gott. Soleiðis
eru stuttfreistaðu skyldurnar
7.844 tkr., og hesar verða
væl og virðiliga uppvigaðar
av skjótt umsetiligari ogn,
sum er 12.741 tkr. Av hes
um eru 5.701 tkr. tøkur
peningur, og tí hevur FSF
ongar trupulleikar í at røkja
gjaldsskyldur sínar.
Ein stórur spurningur til
fíggjarætlanina fyri 2007
verður helst, hvussu FSF
ætlar at fíggja arbeiðið við
U-21 landsliðnum. Her
hevur verið ført fram, at
útreiðslurnar vera um eina
millión – umframt UEFA-
stuðulin – og tær inntøkurnar
finnast neyvan innan verandi
fíggjarkarmar hjá FSF.
Hálva millión skeiva vegin
Fremsta vónin hjá FSF er helst, at talan aftur verður um fullsettan Tórsvøll, tá Frakland og Italia koma á vitjan í summar
Dystarskrá
Tað er eyðsæð, at býtið av heima- og útidystum er av
alstórum týdningi fyri FSF-roknskapin. Niðan fyri sæst,
hvørjar landsdystir A-landsliðið hevur spælt seinastu tvey
árini, og hvørjir dystir standa fyri framman í 2007.
2005
Heimadystir
Føroyar-Sveis
Føroyar-Írland
Føroyar-Cypros
Føroyar-Ísrael
Útidystir
Frakland-Føroyar
Ísrael-Føroyar
2006
Heimadystir
Føroyar-Georgia
Føroyar-Litava
Útidystir
Póland-Føroyar
Skotland-Føroyar
Frakland-Føroyar
2007
Heimadystir
Føroyar-Ukraina
Føroyar-Italia
Føroyar-Skotland
Føroyar-Frakland
Útidystir
Georgia-Føroyar
Litava-Føroyar
Ukraina-Føroyar
Italia-Føroyar
Aðalfundurin hjá FSF
verður tann seinasti við
Jens Erik Magnussen
við nevndarborðið. Jens
Erik hevur verið partur
av FSF-nevndini, síðani
felagsskapurin varð settur
á stovn í 1979, men hann
hevur boðað frá, at hann
nú fer at takka fyri seg í
hesum høpi.
Jens Erik er tann sein
asti av upprunaligu nevnd
arlimunum, sum leggur
frá sær, og eftir trúgvu og
dyggu tænastuna hevur
FSF boðað frá, at móttøka
verður skipað eftir aðal
fundin. Hendan verður
eisini í FSF-húsinum, og
verður roknað við, at hend
an byrjar umleið kl. 13.
Móttøka fyri
Jens Eriki