mikudagur 28. februar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • 28. februar 2007
miðvikan
henda leygardag seinnapart.
Tær høvdu avrátt við pápan
um at koma ímóti teimum.
Tá hann møtti teimum á
Skálaskarði, helt hann veðrið
vera so vánaligt, at hann
mælti til, at tey fóru oman
aftur til Norðskála. Ein triðja
systir, Sigga, var gift á Oyri
við Jákupi Strømsten. Onnur
systirin mutaði ímóti, tí
henni longdist eftir móður
síni, og tey hildu tí leiðina
fram. Veðrið versnaði
skjótt, og tey gjørdu tí av
at royna at sleppa oman í
Funningsbotn. Og oman fyri
garðarnar í Funningsbotni
vórðu tey funnin morgunin
eftir. Pápin, Samuel Sivert
sen, Sámal hjá Siggu, og
onnur dóttirin, Petrina, vóru
deyð, men Anna Maria, sum
hevði sitið millum tey bæði
aftur undir einum steini, har
tey høvdu leitað sær skjól,
var framvegis á lívið, og
hon kom fyri seg aftur. Hon
giftist við Anton á Skipinum
við Gjógv, ið var ein av
teimum, sum høvdu leitað.
Petrina hevði tænt hjá
Tummasi Egholm, bónda í
Hvalvík, í 6½ ár. Hon var 25
ára gomul. Bæði frá Norð
skála og úr Funningi høvdu
menn verið og leitað leygar
kvøldið, men veðrið var so
ringt, at teir máttu venda
aftur. Funningsmenn vóru á
fjalli henda dagin, og Sámal
fór beint av rættini og ímóti
teimum, so hann var móður
og tí ikki so væl fyri henda
feigdardagin.
--
Tveir hvalbingar vóru, tó
uttan at vita av hvørjum
øðrum, á veg av Tvøroyri
til Hvalbiar, tá ódnarveðrið
brast á. Annar, Thomas Pauli
Thomsen, Palli á Brekkuni,
úr Nesi, bar ikki boð í bý,
men hin, Jóan Jacob Strøm
við Krógv, legðist at ríva ein
varða niður og at byggja
hann uppaftur fyri ikki at
stirðna, og hann varð funnin
í øllum góðum. (Johannes
Andreas Næs: Eingin veit frá
einum at siga. Birting 1991)
--
Motorbáturin Sjóløvan við
Ísaki Isaksen úr Vestmanna
umborð lá á Sandavági.
Báturin rak til havs og varð
ikki funnin fyrr enn eina viku
seinni. Tá var Ísakur deyður.
( Niels Nattestad: Feigd
arferðin. Birting 1991)
Tá hitin mátti sparast.
Pápi var burtur, tá eg var
smádrongur, og altíð mátti
sparast brenni. Vit høvdu
fýrstað og ein bíleggarovn
inn í kamarið, helst var ein
síða av honum inn í stovuna.
Mamma plagdi at kóka
okkurt til nátturða, antin
tað var súpan ella kanska
fisk. So plagdu hon at koyra
glóðirnar í bíleggaraovnin
og so onkra torvu aftrat. Nú
gjørdist hiti í kamarinum, og
her vóru øll systkini.
Jólatræ
Tað var nær uppundir jól,
og tað var sama heystið,
tá Hans beiggi fer at gera
okkum eitt jólatræ. Hann
var so hegnigur og gjørdist
smiður seinni. Hann gjørdi
fyrst stammuna, og so gjørdi
hann armar, sum skuldu
fyristilla greinar. So heintaðu
vit lyng og vavdu tvørtur
um greinarnar. Undir fyrra
heimsbardaga kom so nógv
voks rekandi, og pápi man
hava fingið onkustaðni frá.
Hans stoypti jólaljós burturúr
hesum voksinum. Hann
hevði gjørt sær formar til
endamálið, men eg minnist
ikki, hvussu jólaljósini vórðu
heft í greinarnar. Tað er møg
uligt, at stakar hava verið at
fáa. Eg minnist einki annað
jólatræ at hava verið í Tarti.
Men tá eg var smádrongur
var eitt jólatræ í skúlanum,
og tað var Anna lærarinnan,
sum kom við tí. Tað hevur
helst verið undan fyrra
heimsbardaga.
Um Jóan Paula
Jóan Pauli Thomsen var
ein av handilsmonnum í
Oyndarfirði, sum eg skal
greiða eitt sindur meira frá.
Jóan Pauli kom fyrst í
1890-unum úr Vestmanna
í Hálvmørkshandilin. Hann
var føddur í 1867 og var
ikki myndigur, tá hann tók
við handlinum, og tí stóð
systir hansara Thomasia
fyri honum fyrstu tíðina.
Jóan Pauli giftist í 1891 við
ta javngomlu Ellen Mariu
Jacobsen úr Vestmanna. Tey
fingu ein son, Karl, í 1892,
men Elin doyði í barsilssong
við næsta barninum.
Nøkur ár eftir, at Elin var
deyð, giftist Jóan Pauli upp
aftur við systir fyrru konuna,
Thomina Maria, men tey
fingu eingi børn.
Hálvmørkshandilin seldi
alt vanlig til húsarhaldið,
og afturat hesum bakaði
Thomina bæði rugbreyð,
byggbreyð og vinarbreyð.
Hon kókaði eisini bróstsukur
at selja. Tað var ikki altíð
farandi um ánna um veturin,
og tí leigaði Jóan Pauli eitt
kamar í Billustovu til handil.
Tað sum loysti seg best
mundi vera fiskaarbeiðið.
Hann keypti fisk bæði frá
bátum í Oyndarfirði og aðra
staðni og lat fólkið í bygdini
vaska og turka hann. Eftir at
Kjølbro byrjaði sítt virksemi
fór hann at samstarva við
Jóan Paula, sum fekk 12%
fyri at arbeiða fiskin. Av
hesum skuldi hann tó gjalda
útreiðslur.
Jóan Pauli dugdi væl at
skyna á veðri og tók fyrilit
fyri umstøðunum, so fiskurin
loyptist ongantíð. Hann lat
tey ikki breiða á svartari
hellu í skarpari sól. Hann
brúkti barometrið og roðan
á luftini at meta seg eftir og
plagdi at siga, at helt hann
sær á fløðandi sjógvi, so
var turt í fjarandi sjógvi. Vit
plagdu at spyrja Jóan Paula
um líkindi, áðrenn vit fóru
til útróðrar, og tað passaði
altíð.
Jóan Pauli sat í kommunu
ni langt áramál og var eisini
formaður. Hann fekk ta sorg
at missa sín einasta son við
grindabátinum, sum vit koma
til seinni.
Jóan Pauli tók sær eisini
av tí skrivliga við sjúkrakass
anum, og her var eisini væl
frágingið.
Jóan Pauli man hava skot
ið harur í Vestmanna, áðrenn
hann kom til Oyndarfjarðar.
Hann dugdi so væl at bera
seg at. Ein gamal maður,
Jógvan Hammer, fortaldi
fyri mær, at einaferð, tá
hann var ungur, at nú fer
Jóan Pauli fram á Heltnina
at skjóta harur. Hann bað
Jógvan koma við sær til at
bera. Teir fara fram í Líðina.
Tað er oman fyri har, tað
er dyrkað upp, og har situr
ein hara á barajól. Her var
ikki so lætt at koma, tí her
var einki grót. Men so sigur
Jóan Pauli við hendan her:
”Nú skal tú standa stillur
og láta við hondunum.
Haran er so mikið býtt, tá
hon sær slíkt, so blívur hon
bara við at hyggja”. So fór
hann lúrandi og kom haruni í
skotmál, og hon lá.
Tá Jóan Pauli kom til Oynd
arfjarðar sum ungur hevði
hann kaninir við eisini, men
hetta er alt fyri mína tíð.
Tann, sum arbeiddi fiskin
hjá Jóan Paula, kallaðist
Per Joensen, ættaður av
Brúnni í Funningi. Hann
hevði við fiskin at gera, tá
teir avreiddu har í Billustovu
fjósinum, sum stóð niðanfyri
kirkjuna.
Har hekk ein fiskavekt.
Per flakti, saltaði og reiv
um. Hann var eitt slag av
uttanbudamanni hjá Jóan
Paula Thomsen. Hann plagdi
at velta og fletta fyri hann.
Hann plagdi eisini at leingja
húðaskógvar, og tað dugdi
hann so sera væl. Tá teir
høvdu skorið skógvar burtur
úr húðini, teir visti altíð, hvar
á húðini tað besta skøðið
var, so mundi tann tynra
húðin verða brúkt til húða
skógvar hjá børnum.
Tann maðurin plagdi at
ríva sundmagar, men tað
hevði hann sjálvsagt privat.
Per var so snøggur maður,
hann var eisini tuflusmiður
og smíðaði tuflur fyri nógv
fólk í Oyndarfirði og legði
eisini leður uppundir tuflur.
Harald í Hálvmørk smíðaði
eisini tuflur.
Thomasia og Sofus Rinkustein. Sofus
fórst við grindabátinum í 1939
Elin Maria Thomsen
Jóan Pauli Thomsen
Karl Thomsen, sonur teirra fórst við
grindabátinum
Henrik Dahl fórst eisini við grindabátinum í
1939