mikudagur 28. februar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • 28. februar 2007
miðvikan
1
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Eg minnist so væl árið, tá
funningsfólkini doyðu úti.
Tað var í 1917. Eg havi veri
11 ára gamal, og Hans
beiggi var eitt gott ár eldri.
Hetta var ein so fínur dagur
til veður. Tað var nógv út
liðið, og tað hevur nærkast
jólum. Tað hevur nokk verið
eitt sindur av kava, tí heimi í
Sjóvartúni fóru vit ”at renna
um tún”, sum vit kallaðu
tað, tað var eitt spæl, vit
høvdu. Nú kemur ein so
vorðin himmalsins ódn um
skýmingina. Tað var so ringt,
at tað var ikki hugsingur
um hjá okkum at koma inn
um ánna. Sofus Rinkustein
leiddi okkum inn. Hann var
sterkur maður og nógv eldri
enn vit. Tá vit komu inn um
ánna, nú vísir tað seg, at
pápi er farin at dyrgja saman
við gamla Hans Jacob
Abrahamsen, sum vit róptu,
og Poul Jóhannes Gaard
undir Garði. Teir dyrgdu út
fyri Kamarshellu og fóru
til róðurs beinanvegin inn
í Víkar. Teir vistu ikki, hvar
teir vóru, tað var verri veður
enn so. Hann má hava verið
norðan í ættini, tá hann lá
útav eisini.
Teir fóru til árar, men teir
vóru so komnir yvir í Kósina,
so tað hevur ikki verið langt
inn í dráttin har. Men nú
kemur ein rang hvirla og
koyrir teir inn í mølina innan
fyri Flatastein, sum var ein
stórur steinur, sum stóð har,
og teir blivu bjargaðir. Tað
var eitt undur.
Tað var eitt forferdiligt
veður tað kvøldið. Tað hevði
verið heilt forferdiligt, um
tað hevði komið mitt um
dagin, tí tað er vist, at nógv
fólk hevði verið í torvi millum
bygdir ella burtur í haga
tann dagin. Ein genta, sum
var um aldur sum eg, hon
kallaðist Maja Klein. Hon var
á veg inn í Víkar, og tá hon
var komin inn um Hálvmørk
shandilin, tá feyk hon útav
bakkanum, men hon kláraði
tað.
Søgan um funnings
fólkini er henda:
Um ódnarveðrið 1. des
ember í 1917 síggja vit í
Dimmalætting og Tinga
krossi, at fleiri fólk vóru í
lívsvanda, og at í minsta lagi
4 fólk lótu lív í tí ringa veðri
num. Hevði streymurin verið
til vildar, so høvdu nógv fleiri
bátar verið til útróðrar, og so
hevði skaðin verið uppaftur
verri.
Tvær systrar úr Funningi,
onnur tænti í Hvalvík og
hin við Norðskála, vóru á
veg heim at vitja foreldrini
6. partur hjá Andrias í Tarti:
Kundi eins væl verið farin
við grindabátinum í 1939
Samrøða
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Sum áður greitt frá hevði FF-blaðið eina røð við frásøgn frá tí 100 ára
gamla Andrias í Tarti um hansara lív á landi og sjógvi. Blaðið náddi at
hava fimm partar, áðrenn tað var niðurlagt vegna formansskiftið í FF,
og hevur henda frásøgn verið sera væl umtókt. Røðin kemur tískil at
halda áfram í Sosialinum.
Í 5. parti komu vit fram til 1949, tá Andrias var við trolaranum
”Nólsoyar Páll”.
Upptøkurnar við Andrias eru tiknar upp í fleiri tíðarskeiðum, og nú
verður farið nakað væl aftur í tíðina aftur, nevniliga til tíðina, tá Andrias
var smádrongur, og hann byrjar við at greiða frá hendingum í hesi tíðini
Andrias á 100 ára degnum
saman við sínum søguskrivara
Úr Færøske Kulturbilleder: Fiskur verður avreiddur á Viðareiði, men kundi eins væl verið í Oyndarfirði
Jógvan í Billustovu, 1865-1944 og Salomon í Garðshorni 1847-1916 í torvi