Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 42 - 28. februar 2007 tíðindi Haldið Sosialin – altíð við tí nýggjasta! Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Boks 76 FO-110 Tórshavn Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Besta keldan til: Vinnulívið Ítrótt Mentan Politik Bilar Merkisdagar Heilsanir Tiltøk ...o.m.a. Send lepan til: TILBOÐ Fáið Sosialin restina av ársfjórðinginum ókeypis við at gjalda fyri næsta ársfjórðing Send ein t-post til post@sosialurin.fo ella ring 34 18 00 Ein av mínum mest gevandi upp­gávum í Fisk­i­mann­a­fel­ ag­num var at kunna skipa fyri útgávuni av FF-blað­ num. At kunna geva eitt blað út er ein uppløgd upp­ gáva hjá einum fakfelag. Lut­víst sum eina kunning av limum felagsins og eisini sum eitt andlit mótvegis teim­um almennu Føroyum. Sjálvur haldi eg eisini, at blað­ið var eitt avrik. Tað kom út við einum títtleika og innihaldi, sum ikk i gav bløð­um hjá 100 ferðir so stór­um donskum fak­fel­øg­ um nakað eftir. Tað var eisini hugaligt at síggja, hvussu væl blaðið var umtókt millum les­ar­ar­ nar. Nógvir søgdu blaðið vera tað besta í landinum, og fleiri hildu ikk i onnur bløð. Tað er eingin ivi um, at blaðið hevði stóran týdn­ ing fyri virðingina av Før­ oya Fiskimannafelag mill­ um manna og harvið eisini fyri virðingina av fisk­i­ monn­um, hóast hetta ikk i kann gerast upp í krónum ella prosentum. Men at hetta hevur verið fisk­i­monn­ um at gagni er eingin ivi um. Við formansvalinum her­ fyri hvarv førleikin hjá fisk­ i­mann­a­felagnum fyri hes­ um partinum av vir­k­sem­i­ num hjá felagnum. Síðan tá hevur ein hópur av fólki giv­ið til kennar, hvussu hørm tey eru um, at FF- blað­ið á hendan hátt skuldu fara í søguna. Eisini utt­an­ lands hava fólk harmast um hetta, og eru hesi so langt burt­ur sum í Ruslandi, Týsk­ landi, Canada, Noregi, Ís­rael, Italia, Bretlandi og Dan­mark. Millum hesi eru fólk í fremstu røð á altjóða fisk­i­vinnuøkinum. Eg vil hervið takk a øllum tykk um, sum hava víst, at tit hava virðismett FF-blað­ ið. Fleiri hava givið til kenn­ ar, at nógv av tilfarinum átti at komið út í bók, og hetta taki eg sum eina serliga við­ ur­kenn­ing av mínum virk­ semi. Undir øllum um­støð­ um ­er stórur partur av søgu fiskimanna varðveittur við blað­num. Lesararnir av FF-blaðnum verða kortini ikk i heilt snýtt­ ir. Hetta sæst í Sosialinum í dag, sum í nýggjum tátti, Mið­vikan, partvíst fer at halda áfram, har FF-blaðið slepti. Í fyrsta umfari er tað sum framhald av røðini um 100 ára gamla fiskimannin Andrias í Tarti. Umframt hetta verður helst eisini annað tilfar úr FF-blað­num sum t.d. tey væl umtóktu grøn­lands­tíð­ ind­­ini hjá Kára við Stein. Besta trygdin fyri at fáa hetta tilfar framyvir er at halda Sosialin, men annars ber eisini til at keypa hann í leysasølu mikudagar, tá Mið­vikan er í. Eg vil eisini takk a Sosialinum fyri hans­ ara áhuga fyri hesum til­ fari. Tískil verður hesin Sosi­al­ ur­in sendur til allar hald­ar­ ar­nar av FF Blaðnum. Eg harmist saman við les­ ar­unum av FF-blaðnum um tess lagnu. Vóni framvegis at hava samband við tey, sum stuðlaðu blaðnum so ella so. Eg kann hittast á tlf. 31 5769 ella telduposti: olijacobsen@post.olivant. fo olijacobsen@post.olivant.fo Óli Jacobsen Heilsan til haldararnar av FF-blaðnum - Lesararnir av FF-blaðnum verða kortini ikki heilt snýtt­ir, hóast blaðið er farið í søguna. Hetta sæst í Sosialinum í dag, sum í nýggjum tátti, Mið­vikan, partvíst fer at halda áfram, har FF-blaðið slepti. Í fyrsta umfari er tað sum framhald av røðini um 100 ára gamla fiskimannin Andrias í Tarti, sigur Óli Jacobsen