mikudagur 28. februar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 42 - 28. februar 2007
í illveðri
Byggja veðurstøð
Danir og kanadiumenn eru komnir ásamt um at byggja eina veðurstøð á oynni Hans Ø,
sum er í Nares-sundinum millum Grønland og Kanada. Tey bæði londini hava í mong
ár verið ósamd um, hvørt teirra hevur ræðisrættin á Hans Ø, og tann spurningurin er
ikki loystur. Nú eru londini so samd um at byggja eina veðurstøð á oynni. Støðin skal
millum annað kanna, hví ísurin noraðn fyri Nares-sundið loysnar um veturin og ikki
um summarið sum fyrr.
Grønlendingar eldast
Veksandi burðaravlop ger, at fólkatalið í Grønlandi veksur spakuliga. Tey seinastu árini
hevur burðaravlopið ligið um 400, og í fjør var tað 430, sigur útvarpið í Nuuk. Eisini
liva grønlendingar longri nú enn fyrr. Tann seinasta frágreiðingin hjá landslækanum
vísir, at grønlendskir menn liva í meðal 64,6 ár og kvinnurnar 70,4 ár. Tað er kortini væl
stytri enn í hinum Norðurlondunum og kemst av deyðsvanlukkum, sjálvmorðum og
sjúkum av royking.
- Um hesa tíðina í fjør
og fyrraári kom eitt
“rend” við smáum
upsa, men higartil í ár
hevur fiskurin verið
meira javnur og góð
ur til støddar, siga tey
hjá Føroya
Fiskavirking
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuni hava fýra skip verið
fullfermd í Saltangará, og
onnur hava verið við góðari
last.
Í gjár landaðu Bakur og
Stelkur. Teir høvdu umleið
400.000 pund av upsa og
vóru tískil fullfermdir undir
lúkurnar. Skipini hava verið
úti í eina viku, men veðrið
hevur verið ólagaligt. Ti var
royndin hendan túrin einar
seks dagar tilsamans.
Maskinbrek
Bakur og Stelkur steðga
ongantíð inni, og ætlanin
var at loysa aftur í gjár
kvøldið. Men okkurt brek á
maskinuni hjá Stelki hevur
tarnað skipunum at fara
útaftur.
Tá ið vit frættu í morgun,
lógu skipini framvegis inni
og roynt verður at loysa
trupulleikarnar hjá Stelki.
Mánadagin landaðu Pol
arhav og Stjørnan. Teir vóru
eisini fullfermdir. Veiðan
var umleið 440.000 pund,
kanska meira.
Í dag landa Jaspis og
Ametyst hjá Føroya Fiska
virking í Saltangará. Teir
hava eini 160.000 pund.
Grímur Kamban og Kals
evni eru eisini inni í dag,
men tá ið vit frættu úr Sal
tangará, vistu tey ikki at
siga, hvussu nógv skipini
hava inni.
Tað er Aksel Hansen,
sum eigur Grím Kamban
og Kalsevni, ið eru keyptir
úr Íslandi.
Góður upsi
At kalla øll veiðan hjá par
trolarunum er upsi og tað,
sum sermerkir upsan í vet
ur, er, at hann er størri enn
eitt nú í fjør og fyrraári.
- Um hesa tíðina í fjør og
fyrraári kom eitt “rend” við
smáum upsa, men higartil í
ár hevur fiskurin verið mei
ra javnur og góður til stødd
ar, siga tey hjá Føroya Fiska
virking.
Lagt verður aftrat, at eini
40-50% av veiðini í løtuni
er 3’arar, og meginparturin
av restini eru stórir 4’arar,
sum eisini er góður fiskur.
Fullfermd í Saltangará
Nógv landing hevur verið í Saltangará hesa vikuna, og fleiri skip hava verið fullfermd undir lúkurnar. Onnur skip hava eisin havt
góðan fong. Alt er upsi, og upsin er betri í ár, enn hann var um hesa tíðina í fjør og fyrraári
Mynd: Vilmund Jacobsen