Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 42 - 28. februar 2007 Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at ein nýgg­jur kaðal í Sandoynna kostar einar 15-20 miljónir krónur, men áðrenn støða verður tikin til nýggjan kaðal, verður kannað eftir, um hin verandi kann umvælast Orka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í einum illveðri herfyri fór sjókaðalin hjá SEV, sum seinastu 23 árini hevur veitt Sand­oyn­ni streym av megin­ øk­in­um. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at kaðalin er far­ in 2,7 kilometrar úr Kirk­ju­ bø­land­in­um. - Tað er soleiðis onku­stað­ ni í Hestfirði, at hann er farin. SEV-stjórin vísir á, at tá ið kaðalin fórst, var herviligt ill­veð­ur um alt landið, men kort­ini er torført at siga heilt ítøkiliga, hví hann er far­in. Skiftandi spenningur - Tá ið illveður er, ólag kem­ ur á netið, og spen­n­ings­ mun­ur er á øllum støðum, kun­nu kortslutningar henda á leiðingunum. Í slíkum føri kann tað ganga útyvir veik­asta staðið, sum so slær yv­ir, sum Klæmint tekur til. Hann leggur tó aftrat, at tal­an kann bæði vera um tekn­isk ella mekanisk brek. - Tað rekur rættiliga hart í Hest­fir­ði, og ein møguleiki er eisini, at kaðalin kann ha­va ligið og gnadd að um onk­ran stein á havsins botni – og er so farin við tíðini, sig­ur stjórin í SEV. Góð íløga Klæ­mint Weihe sigur, at kað­a­l­in, sum liggur úr Kirk­ ju­bø­land­in­um og út í Sand­ oyn­na, hevur ligið í til­sam­ ans 23 ár. - Tá ið kaðalin varð lag­ dur út í 1984, søgdu met­in­g­ ar, at kundi hann liggja í 8 ár, loysti íløgan seg fígg­jar­ li­ga. Nú hevur hann so ligið næs­t­an tríggjar ferðir so lein­gi. Tí kunnu vit av røtt­ um siga, at hetta hevur ver­ ið ein góð íløga, sigur hann. Stjórin í SEV sigur, at eitt kaðalskip kemur higar í mai til aðrar uppgávur, og tá verður kannað eftir, um kað­al­in í Sandoynna kann um­væl­ast ella ikki. Stór íløga Hann sigur, at um neyðugt verð­ur at leggja nýggjan sjó­ kað­al í Sandoynna, verður hes­in neyvan lagdur út fyrr enn á sumri 2008. Spurdur, hvussu stór í­lø­ ga, ein møguligur nýggjur kað­al er, sigur Klæmint Wei­he, at talan helst verður um einar 15-20 miljónir krón­ur. Í Skopun hevur SEV gam­ la el-verkið, sum í sínari tíð syrg­di fyri streymi til sand­ oy­ing­ar, og tað er hetta verk, sum nú veitir streym til alla Sandoynna. Skjót umlegging - Vit hava nøkur slík til­taks­ verk kring landið, og tey eru hent, tá ið ólag er á streym­veit­ing­ini av megin­ øk­in­um. Klæmint Weihe sigur, at tað tekur bert stutta tíð at “star­ta” verkið í Skopun upp, og so koyrir alt aftur, sum hann tekur til. - El-verkið í Skopun ligg­ ur ikki í bygdum øki, og tí ó­róg­var tað ikki ger­an­dis­ dag­in í bygdini við larmi, með­an verkið koyrir, sigur stjór­in í SEV. Sjókaðalin í Sandoynna fórst Verða avtoftaðar Fólkatalið í fleiri av útoyggjunum minkar støðugt, og hendir eingin munagóð broyting skjótt, verða onkrar av oyggjunum avtoftaðar um eini 15 ár. Tað segði skrivarin í Útoyggjafelagnum, Olga Biskopstøð, í einari sending í Útvarpinum í gjár. Hon vísti á, at fólkatalið í teimum minstu útoyggjunum er minkað 16 prosent síðani 2000. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði seg eisini bera ótta fyri, at onkrar útoyggjar verða avtoftaðar. Mátti venda aftur Eitt Fokker-flogfar hjá íslendska flogfelagnum Flugfélag Íslands noydd ist at venda aftur, tá tað var á veg úr Reykjavík til Ísafjarðar seinnapartin í gjár. Flogfarið var júst farið á flog, tá flogskipararnir varnaðust, at nasahjólið vildi ikki upp. Teir gjørdu tí av at venda aftur til Reykjavíkar, har flogfarið setti seg í øllum góðum. Í gjár var ikki greitt, hví nasahjólið var fast. 23 ferðafólk vóru við flogfarinum umframt manningina, sum taldi trý. - Enn vita vit ikki, um tað loysir seg at umvæla kaðalin í Sand­oyn­na. Verð­ ur nýggjur kað­al lagdur, verð­ur tað ikki fyrr enn á sumri 2008, sig­ur Klæmint Wei­he, stjóri í SEV Í illveðrinum herfyri fórst sjókaðalin, sum seinastu 23 árini hevur veitt sandoyingum streym av meginøkinum. Kaðalin er farin 2,7 kilometrar úr Kirkjubølandinum. Nú syrgir el-verkið í Skopun fyri streymi til alla oynna